Skip to main content

MÁL

Góði Veljari. 

Í gjár, í dag og í morgin - eg arbeiði fyri mínum hjartamálum við somu orku!

Tey, sum kenna meg, vita, at eg eri málrættað, djørv og havi stóra drívmegi og fái ting at henda.
Hetta eru eginleikar, ið eg meti vera umráðandi fyri at megna tær avbjóðingar, veljarin og Javnaðarflokkurin bjóða mær.

Við høgum málum og góðum fólkum ber til at flyta fjøll.
MÍNI LANDSPOLITISKU MÁL:

        -Børn og vaksin við serligum tørvi
        -Ein hurð til alla hjálp - og burtur við bíðirøðum
        -Viðgerðartrygd og endurvenjing
        -Skjótt og klókt orkuskifti
        -Endurnýtsla, stuttflutt og reint umhvørvi
        -Lønarlyft til menniskju, ið arbeiða við menniskjum
        -Javnbjóðis atgongd til læru og arbeiðsmarknaðin
        -Okkara dýrabæra mál og mentan
        -Frælsi at verða tann, tú ert
        -Betri kor til smærri fyritøkur
        -Føroysk framleiðsla

MÍNI KOMMUNALU:

  1. Vit skula brenna 50% minni, við at skilja og endurnýta meira, eisini lívrunnið affall 
  2. Vit skula vera sjálvforsýnandi í mold, tøðum og flisi
  3. Vit skula hava endurnýtslustøðir í grannaløgum
  4. Øll børn skula tryggjast eitt gott skúlatilboð
  5. Allir skúlar við fleiri enn 200 næmingum skula hava serflokkar 
  6. Vit skula hava tryggari nýggjar gonguteigar og loysn uppá parkeringina.
  7. Her skal man kunna búgva uttan bil, hettar tryggjar góða bussleiðin 
  8. Íbúðarneyðin skal loysast!
  9. Vit skula byggja grønari og fjølbroyttari bústaðir
  10. Kommunan skal bjóða tillagaði størv og útbúgvingarmøguleikar til fólk við skerdum førleikum.
  11. Kommunan skundar undir og gongur fremst í orkuumskiftinum
  12. Vit skulu hava fjølbroytta vinnu, sum kastar fleirfaldað í samfelagið
  13. Kommunan skal hava ein skynsaman innkeypspolitikk, ið raðfestir og stuðlar føroyskari framleiðslu 
  14. Kommunalu stovnarnir bjóða heilsubetri mat og meira føroyska framleiðslu.
Vit gera einki einsamøll, saman megna vit.


Vinarliga
Bjørg Dam


Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at ...