Vit eru í líknandi paradigmuskfti nú við ADHD, sum tá CTD var funnið. Tá orsøkin til fleiri deyðsføll kundi forklárast við ókendu sjúkuni CDT, har tey sjúku manglaðu karnitin, tá broyttist mannagongdir, hugburður, diagonoserings- og viðgerðarháttir innan heilsuverkið næstan eftir einum degi. Politikarnir avgjørdi tá, at nýgga vitanin og viðgerðin kundi bjargað lívum, og tí skuldi øll tey sjúku finnast og í viðgerð. Tí fingu allir føroyingar í boðið at lata seg kanna. Hagfrøðin metti, at umleið 1 út av 650 føroyingum hava CTD og tí visti man, hvussu nógv man leitaði eftir. Seinastu árini er vitanin innan ADHD, har tey sjúku mangla dopamin, blivin so góð at við viðgerð kunnu øll fáa eitt munandi betri lív. Børn kunnu hjálpast so væl, at tey flestu kunnu fáa eitt normalt og gott lív. WHO metir, at 5% av børnum og 2,5% av vaksnum hava ADHD. Fylgjurnar av óviðgjørdum ADHD eru niðursett lívsgóðska og í meðal 15 ára styttri livialdur vegna fylgjum sum angist, tunglyndi, sjálvmedisinering,