Skip to main content

Posts

Showing posts from 2018

Parkeringsansarnir SKULA fáa arbeiðsfrið!

“Ansarnir verða hóttir av óhøviskum persónum og hava tí tørv á í fleiri førum at ganga tveir í fylgi”, varð ein av grundgevingunum til, at býráðið í gjár samtykti at seta ein 4. parkeringansara. Hettar er langt úti, at fólk eru so óuppdrigin, frek og óhøvisk at parkeringsansarnir ikki kunna gera sítt arbeiði. Eg atkvøddi blankt, tí eg haldi, at her eiga vit at sláa fast við 12 tummar seymi, at slíkar hóttanir góðtaka vit ikki. Okkar a starvsfólk SKULA fáa arbeiðsfrið, og tí átti ein almenn fráboðan komið, at hendir hettar aftur, so verða hesir óuppdrigni persónarnir meldaðir til løgregluna. Nógvir starvsfólkabólkar hjá kommununi eru í útsettum størvum, og tí er tað sera týdningarmikið, at vit klárt og týðiliga lata øll vita, at kommunaltsett, og fyri tann saks skyld, øll onnur, skula verða vird og fáa arbeiðsfrið, annars verða hesir hóttarar meldaðir. Ein sømilig dómur hevði verið 100 tímars samfelagstænasta ….kanska sera hóskandi - sum parkeringsansari! - Skemt til síði

Eg vil skunda undir grønu leiðina

Á býráðsfundinum hóskvøldið tók eg formliga sæti í Tórshavnar Býráð og nevndarsessirnir, sum vit í Javnaðarflokkinum kristiliga hava býtt millum okkum, vórðu eisini formliga valdir. Í telvingini um nevndarsessir fekk eg fleiri sessir, enn eg hevði vónað. Teir eru: náttúru- & umhvørvi, byggi- og bý, vinnunevnd, økisnevnd, Hest/Koltursnevnd, fyrireiking til langhyl og bygginevnd fyri tyrvingarpláss. Tað var mítt dreymaynski at fáa náttúru- og umhvørvismál og vinnumál. Hesi málsøki fyltu nógv í hjartamálunum og slagorðunum til býráðsvalið “Grønari, tryggari og ríkari kommuna í 2020”.  Væl vitandi, at náttúru- og umhvørvisnevndin søguliga ikki hevur verið tann mætasta nevndin býráðslimir hava trákkast eftir, tí umhvørvismál søguliga hava fingið lága raðfesting, og fáir pengar eru at umsita. Helst tí at umhvørvismál er eitt av teimum nýggjaru málsøkinum og tilvitið ikki stórt. Men eitt er vist, og tað er, at málsøkið veksur alsamt við, at vitanin um dálking og umhvørvi

Umhvørvispolitikkur: Umhvørvisbetri búnaður minst 6,5% bíligari

Nú verður nógv gjørt fyri at skifta einnýtisbúnað úr plasti út við onnur umhvørvisbetri tilfar, sum eitt nú plantistívilsi. Hettar er sera gott, tí vit skula minka plastnýtsluna sum skjótast! Plastbúnaður er væl bíligari í dag, og tí velja nógv heldur plast. Ein skilagóður umhvørvispolitikkur er, at gera tað lættari at velja umhvørvisbetri vørur. Tollskráin er politiska amboðið, ið stýrir forbrúkaranýtsluni við at seta toll á ávísar vørur og frítaka aðrar. Plastbúnaður verður tollaður við 6,5% tá hann verður innfluttur. Plantistívilsi og onnur nýggj umhvørvisbetri tilfar, sum síggja út og minna nógv um plastikk verða tíverri eisini flokkaði sum plast, og fáa tí eisini álagt 6,5% í tolli. Hettar er sera óheppið og eggjar ikki til at minka um plastbúnað. Til samanberingar ber til at hyggja eftir tallerkum, sum úr plasti fáa toll, men eru teir úr træi ella pálmi, so eru teir tollfríir!  Tað vil siga, at hevði glasið verið úr pálmi ella træið, so hevði tað eisini