Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2020

🌱🏠 Lutaíbúðir skula byggjast beinanvegin! 🏠🌱

-Eitt av stórmálunum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið eru lutaíbúðir. - Eg vil skoyta uppí, at hesar skula eftir mínum tykki verða grønar íbúðir bygdar eftir nul-orkunýtslu prinsippi og við felags skilji- og endurnýtslu støð. 🌱 Lutaíbúðir eru ein uppløgd fíggingarskipan eitt nú til eldraíbúðir, sum hevði skapt eitt tiltrongt bústaðarrensl, har eldri flyta í minni og barnafamiljur kundu flutt í størri. Eg kann seta eitt dømi upp: -Um eldri borgarin fær 3 mil fyri at selja síni hús og skal rinda 1.000.000 kr í innskoti til eina lutaíbúð + eitt fast mánaðargjald á kr. 8.000kr. -So hevur hann 2 milliónir í reiðum peningi og situr sostatt í einari nýggjari hóskandi íbúð, sum ikki krevur størvegis ábøtur restina av lívinum. Og sum kostar minimalt í orkuútreiðslum. 2 mil. røkka til meir enn 20 ár í mánaðargjaldi. Fleiri hús á marknaðinum eigur at fáa prísin niður, soleiðis at ungar barnafamiljur fáa ráð at keypa hóskandi hús. 💕 Bjørg Dam 🌹 Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í

Tórshavnar kommuna skal brenna 50 % minni

Brennistøðin á Sandvíkarhjalla brennir í dag nærum 100% av brennikapasitetinum! Í staðin fyri eina nýggja brennistøð fyri meir enn eina hálva milliard, so skula vit taka ábyrgd fyri umhvørvinum og brenna minni og endurnýta meir! Tað er at taka umhvørvisatlit og virða náttúruna! KOMMUNUVAL 2020 Eg brenni fyri, at vit brenna minni. Eitt høgt, men ikki ógjørligt boð er, at vit skulu brenna 50 % minni áðrenn 2030!    Hvussu koma vit higar, kanst tú spyrja?   Fyrst mást tú velja meg, eina eldsál, í býráðið 10. november!    Endamálið við hesari greinini er at lýsa avbjóðingina og vísa á, at vallyftið er ikki ógjørligt.    Beinleiðis endurnýtsla  er góð! Um eg ikki kann brúka tað, so kann helst onkur annar! Borgarin, vinnan og felagsskapir eru lykilin til beinleiðis endurnýtslu, sum vit kenna tað við Dugna, Blákross, Reyðakross og Iktys, hesir gera eitt fantastiskt arbeiði í dag.    Uttanlands kenna vit býtistøðir í grannalagnum, har tú setir tað, tær ikki tørvar meir. So kann onkur annar tak

Bjørg Dam stillar upp til umboðsráðið í Betri trygging

  🌱 Vel eitt nýtt grønt samhaldsfast andlit í umboðsráðið hjá Betri! 🌱  Míni hjartamál eru :  💚GRØNARI ganga fremst í orkuumskiftinum 💚SAMHALDSFAST og betri, øll hava ráð til 💚SAMFELAGSSINNI stuðla m.a. ADHD og sálarheilsu 💚FJØLTÁTTARI tryggja trivna og fjølbroytni 💚ÁBYRGDARFULT gera íløgur í føroyska samfelagið. 💚TÆNASTUSINNI minimera avgjøld, rakstur og meirkostnað. 💚DREYMAR til veruleika hjá húsakeypara, íverkseta og fiskimanni. 💚TRYGGJARI í ferðslu og á sjógvi 💚BETRI fyri viðskiftafólk og starvsfólk.   Stutt um meg: Eri 44 ára gomul av Argjum, og búgvi nú í Birnugøtu á Ternuryggi við manni og trimum børnum. Eri sjálvstøðug vinnurekandi, útbúgvin eksportteknikari og bachelorur í føroyskum. Eri forkvinna í ADHD felagnum, aktiv politiskt og brenni fyri umhvørvinum. 👋 Eg ynski at gera mína ávirkan galdandi í umboðsráðnum, umboðandi teg, sum tryggingartakara í Betri trygging. 🌱 Øll fáa valkort sendandi við postinum. Til ber at velja talgilt ella við brævi frá 14.-28.se

Vit hava krav at vita, hví Bogi og Annika søgdu nei til tunnilsgrótið!

Hví eru vit nú í hesari støðuni, har borgarin í Tórshavnar kommunu, stendur sum stóri taparin í málinum um tunnilsgrótið. Ístaðin fyri eitt     flott inntøkugevandi vinnuøkið við streymasjógvi á Gomlurætt, fáa vit ístaðin 30.000 fultlessaðar lastbilar í gjøgnum Havnina, náttúran á Velbastað verður ongantíð tann sama og vit standa við dálkingini og rokningini. Sami Bogi Andreasen, sum varð frammi undan summarfrítíðina í fjør og segði, at einans 1,5-2 milliónir skiltu Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið frá einari semju, um at nýta grótið til vinnuøki, stóð í gjár og kærdi sína neyð. Nú fær hann einki gjørt, avleiðingarnar eru blivnar so ógvusligar, og standa als ikki í mát við tær 1,5-2 mlliónirnar, sum varð í millum partarnir tá. Hettar gruggar málið, og eri eg als ikki trygg við, at býráðið tekur skilagóðar avgerðir! Tí haldi eg, at borgararnir Tórhavnar kommunu og vit, sum sótu í býráðnum og stríddust fyri at fáa vinnuøki, hava krav at vita, hví ein semja ikki kundi fáast. Og hvar e