Skip to main content

Posts

Showing posts from 2021

30 milliónir til átøk í orkupolitikkinum!

Nú fíggjarætlanin fyri Tórshavnar býráð varð samtykt í gjár við 12 atkvøðum fyri og einari í móti frá Elsu Berg, eri eg errin av, at tey fýra økini vit øll í meirilutanum lovaðu til valið ávikavíst umhvørvi, børnini, eldru og bústaðir eru uppraðfest.   Heilar 30 milliónir eru settar av til átøk á umhvørvispolitikkinum “Grøna leiðin” frá 2015 og orkupolitikkinum frá 2019.    Sum forkvinna í Náttúru og Umhvørvisnevndini, fari eg at hugleiða eitt sindur um raðfestingarnar, fyri at vísa hvørjir tankar liggja aftanfyri.    Tær 30 milliónirnar verða býttar soleiðis:   7 mil. fara til eina skiljihøll, ið skal lyfta skiljing og endurnýtslu í Tórshavnar kommunu á eitt heilt nýskapandi, betri og spennandi støði. Ífylgi ST stendur útvinningur og framleiðsla av náttúrutilfeingi fyri 50% av heimsins CO2 og fyri yvir 90% av øllum missi av globala lívmargfeldinum. Um øll í heiminum skula forbrúka sum vit, so krevur tað 4 Jørðir! - Tí muga vit halda náttúrutilfeingi í ringrás so leingi, sum gjørligt.

Bjørg Dam heldur fram, sum forkvinna í ADHD felagnum.

Stórur áhugi er at koma í nevndina í ADHD felagnum. Á aðalfundinum 20.mars varð avgjørt at styrkja nevndina við at økja nevndarlimatalið úr 6 upp í 7, og tiltakslimatalið úr 3 upp í 5. Eisini limaskarin er vaksin við fleir enn 200 limum seinastu 2 árini.  “Lang er eftir á mál og vit hava brúk fyri øllum hondum í felagnum” segði Bjørg Dam, sum varð afturvald á aðalfundinum eftir at hava verið forkvinna seinastu 2 árini. - Stóra framgongdin í felagnum avspeglar tørvin og frustratiónirnar hjá familjum, sum eru raktar.  Vit skilja, at tað er politiskur vilji til staðar, men vit merkja hann ikki. Bíðitíðin til útgreining er longd nógv seinasta árið, og alt ov fá fáa hjálp og viðgerð. Psykiatriin er yvirrend av vaksnum og børnum, sum vilja hava hjálp. Vit hoyra dagliga um rúsevnismisnýtslu, óarbeiðsføri, mistrivna í skúlanum, angist, tunglyndi og økt tal av barnaverndarsakum. Nógv, kanska helvtin av hesum, høvdu als ikki verið, um tey fingu røttu hjálpina fyrr. Nýggj tøl vísa, at helvtin av

ADHD viðgerð fyribyrgir rúsevnismisnýtslu!

Tað hevur sera stóran týdning, at okkara ungu fáa røttu viðgerðina og hjálpina, so tey m.a. læra at megna at standa ímóti náðileysa rúsinum og gramma seljaranum. Norðurlendsk hagtøl vísa, at umleið 3. hvør rúsevnismisnýtari og 5. hvør rúsdrekkamisnýtari hevur ADHD! Tað er dýrabar vitan í stríðnum at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu, og fyri at fáa eina fullfíggjaða og væleydnaða rúsevnisviðgerð, tá skaðin er hendur. Alt bendir uppá, at tíðliga útgreinan og hjálp er besta fyribyrgingin ímóti at børn og ung byrja eitt misbrúk ella fara í kriminalitet. ADHD’ið ger, at tey eru í nógv størri vanda at fella fyri freistingunum, tí fysiologiskt viðførur ADHD ein mangul uppá dopamin í heilanum. Rúsevni frígeva stórar nøgdir av dopamini, og tað ger, at umframt rúsin, so føla fólk við ADHD gagn av rúsevninum, tí tey fáa minni órógv, tankamyldur og kensluna av, at vera øðrvísi og ikki passa inn. Veikleikin er eisini, at ADHD’arar eru sera impulsstýrdir, teir handla uttan at hugsa. Í kognitivari viðger