Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Børn og familja

Loksins koma serflokkar í Eysturskúlanum og Skúlanum á Fløtum!

Á býráðsfundi í kvøld samtykti eitt samt býráð at lata pening til umbygging av hølum í Eysturskúlanum og í Skúlanum á Fløtum, soleiðis at báðir skúlarnir fáa hølir til serflokkar. Umframt, at 1-3 tilboðið í Hoydølum heldur áfram.   Hettar er ein gleðisdagur, tí eingin veit betri enn eg, hvussu týdningarmikið rætta skúlatilboðið kann bjarga trivnaðinum og skúlagongdini hjá einum barni - og ikki minst møguleikarnar at mennast og búnast í síni egnu ferð.   Sum forkvinna í ADHD felagnum møti eg nógvum knústum familjum, hvørs børn trívast illa í tí skúlatilboðnum sum er! Eisini hoyri eg vaksin seindiagnosterað minnast aftur á skúlatíðina, sum ta ringastu tíðina í lívinum. Ein svensk kanning av seindiagnosteraðum seniorum +60 ár vísir, at heili 65% nevna skúlatíðina sum hava verið ótolandi!   Hettar nýtist ikki at verða so, tí vit hava bæði vitan og møguleikar at bjóða nøktandi skúlatilboð til øll.   At skaffa hølir er ábyrgdin hjá kommununi, og hóast serflokkar hava í nóg...

Børn bíða í 18 mdr og vaksin í 15 mánaðar!

  Hetta lesa vit í svarunum, sum Jóhannis Joensen løtingsmaður hevur fingið, eftir at hava sett Kaj Leo Holm Johannesen, spurningar um bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum. Hann spyr m.a. um “Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?” og “Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar?” Svarini til fyrsta spurning er: “ Spyrjarin spyr um bíðitíðin á Psykiatriska Deplinum er longri enn hálvt ár. Sambært viðmerkingunum, hevur spyrjarin sjóneykuna á bíðitíðina til Barna-og ungdómspsykiatriina,sum skipanarliga nú liggur undir Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. -Stóra avbjóðingin er, at nógv børn afturat eru komin á bíðilista tey seinastu árini og tað hevur við sær, at tey, ið verða ávíst í dag, skulu vænta at bíða í upp til 18 mánaðir við verandi manning í Barna-og ungdómspsykiatriini. 217 børn vóru á bíðilista í barna-og ungdómspsykiatriini í januar 2022. Hyggja vit eftir teimum, sum vóru til fyrstu viðtalu í 2021, so bíð...

Argir: vegabreiðkan, minnisvarði, AR, ellisheim v.m

Heildarætlan skal gerast fyri breiðkanina av Argjavegnum úti við Støðna. Minnisvarðin má í tí sambandinum flytast. Hevði tað verið eitt uppskot, at gjørt eina minnislund nakrar fáar metur longri uppi, har gamli kirkjugarðurin hjá spedalskhospilatinum lá? - so kundi man reist eitt minnistekin fyri ta næstan gloymdu tíðina. 
- Eg haldi tað er synd, at søgan fer. Heldur skal hugnin, gomlu neystini og minnisvarðin varðveitast sum mest. Men vegurin og Støðnin skal sjálvandi dagførast og gerast meira dragandi fyri tey, sum dáma væl at sigla, fiska, svimja, fanga krabbar o.líkn. Tað er spell, at eingin fjørða er eftir, har vit fyrr kundu vassa, fanga krabbar og lyfta ein stein, bara fyri at hyggja, hvat lá undir. Vit fiska við hvørt við soninum úti við oljutangan við tráðu. Havi ofta hugsa, at tað hevði verið stutligari hjá størri børnum og vaksnum at fingið eitt ordligt seiðaberg, um man gjørdi ein lítlan pier sunnanfyri grótkastið.   Eitt annað er, at dekk leggjast á smala vegastykkið m...

Ókeypis sálarhjálp til øll børn yngri enn 15 ár eisini.

Í heyst samtykti eitt einmælt løgting at veita ókeypis sálarfrøði til øll millum 15 og 35 ár, sum hava angist og tunglyndi.  Tað tykist løgið, at bjóða 20 árgangum hetta tilboð, men so ikki taka yngru børnini við. Tí ofta byrja avbjóðingarnar nógv fyrr.  Eg gangi nógv meira inn fyri, at vit arbeiða fyribyrgjandi og seta inn tíðliga. Alt bendir á, at tíðliga innsatsur gevur bestu úrslit. Tí fari eg at arbeiða fyri, at kommunan tekur um endan og bjóðar ókeypis sálarhjálp til yngru børnini eisini.    Bjørg Dam  Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu  

Øll børnini gingu ikki gleðisgongu niðan á Fløtir.

Næstan øll børnini í Skúlanum á Fløtum gingu gleðisgongu niðan í nýggja flotta skúlan. - Tey, sum ikki vóru við í gleðisgonguni eru serskúlabørnini, sum dagliga ganga í Gula Skúla. Hesi fara ístaðin at ganga gleðisgongu úr Gula Skúla og út í gamla Argjaskúla, har tey í næstum fáa fantastiskar læru- og menningarumstøður við svimjihyli, fimleikahøll, fótbóltsbana, náttúruperluni Sandágerð o.a.beint við. Hettar er avgjørt og stórt rós til býráðið fyri tað. Við hesum hevur Tórshavnar kommuna fingið ein sera góðan virðiligan serskúla á Argjum, sum ger eitt megnar arbeiði fyri børn, sum tørva sernámsfrøði og karmar uttanfyri fólkaskúlan MEN, tá tað so er sagt, so byrjar arbeiði nú at fáa serflokkar inn í Skúlan á Fløtum og allar hinar stóru skúlarnar í kommununi. Serflokkar eru fíggjaðir av landinum, men tað eru kommunurnar, ið skula útvega skúlastovurnar. - Hví skula børn í Tórshavnar kommunu ikki fáa sama tilboð sum børn kring alt landið fáa?? Býráðið hevur sovið í tímanum, og tí lat skúli...

Betri buss: Velbastað, Kirkjubø, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Signabø, Oyrareingir og Kollafiri!

  Tað skal verða gjørligt at búleikast uttan bil í Tórshavnar kommunu.    Í fjør spurdi eg á mínum facebookvanga, hvussu bussleiðin kundi betrast á teirra øki. Fleiri skrivaðu tá, og nú eg spyrji aftur, er ikki nógvur bøtt. Foreldur muga koyra og heinta børn alt ov ofta, tí tað er torført at fáa fáu túrarnir at passa. Eisini er skúlagongdin darvað av ringa busssambandinum. Tað tekur børnunum 3,5 tímar at fara til Havnar at svimja í 1 tíma.  Undirvísingartímar av bygdini, tiltøk og túrar kosta ov mikið í bíðitíð. Tað gongur út yvir børnini og er ikki nøktandi. Hettar fari eg at gera nakað við beinanvegin!   Fleiri fólk úr norðaru bygdunum hava ynskt, at bussurin koyrir eftir Vegnum langa heldur enn Hvítanesvegnum, tí so nógv virksemið er eftir vegnum og niðaneftir. Hettar eigur ikki at verða nakar trupulleiki at framt beinanvegin.  Um eg verið vald, fari eg eisini at kanna, um skúlar skula hava møguleika at tilkalla koyring í hóskandi akfari. Í vikuskiftinum...

Argir skal dagførast: Buss og gøtur skula binda Argir saman.

  Seinast í 1980’unum droymdi eg um, at kunna taka bussin frá Støðni, har eg vaks upp, og niðan á AB vøllin at sparka. Nú eru so Hamarin, Kongavarði og Klingurstjørn komnar afturat. -Ongantíð hevur tað verið týdningarmiklari at hugsa at samanbinda bussambandið, so Argir kann verða ein samanhangandi eind, og børnini kunna fara í skúla og á vøllin við bussi. Tað eigur sjálvsagt at verða eitt grundprinsipp við bussinum, at børn í býlinginum kunna taka bussin aftur og fram í skúla og til stóru ítróttarøkini. Eisini skula gøtur skula ganga oman, niðan og yvir, so tað er trygt at ferðast til gongu og á súkklu úr enda í annan. Gongur gøtan yvir ein veg, skal ein góður gonguteigur hjálpa gongufólkinum yvirum trygt. Lítið er broytt niðrið á Argjum og hetta til valið, fari eg at skriva um mínar hugsanir um dagføringar. Tað verið seg um heildarætlan av vegabreiðkan, seiðaberg í Støðni, minnisvarðin o.a.. Situr tú inni við einhvørjum vil eg fegin hoyra. Ring ella skriva á tlf 2114...

Eg ynski eina ADHD/ADD/autismu ábyrdarfulla kommunu!

Tá illgruni er um diagnosu, skal serligt fakfólk beinanvegin á banan og hond skal takast um familjuna. -Soleiðis geva vit børnunum bestu fortreytir at mennast og læra í einum umhvørvi, ið møtir teimum. Eisini lætta vit um hjá foreldrum, avvarandi og starvsfólkunum á stovnum og skúla. Umleið 5% av børnum hava ADHD/ADD og 1% hava autismu, tí er manglandi ella alt ov sein útgreinan, nakað flest øll starvsfólk innan barnaøkið kenna. Tað eru námsfrøðingar í starvi hjá kommununi, sum hava stóru uppgávuna at siga frá, tá børn ikki mennast aldurssvarandi, og tá tey tiltøkini teir seta ígongd ikki hjálpa barninum nóg mikið. Námsfrøðingarnir senda fyrst boð til Barna & ungdómsdeildina (B&U). B&U kemur við sínum sernámsfrøðiligu amboðum og møguliga verða nakrir eyka tímar settir inn. Hevur barnið ADHD/ADD ella autismu, so vil hettar átakið ikki hjálpa. Tí talan er um menningarólag, sum krevja útgreinan á psykiatriini. Ein diagnosa ger, at børnini fáa viðgerð frá heilsuverkinum og/ell...

Skúlin á Fløtum letur upp fyrsta dagin, uttan serflokkar!

Leinkja til serflokkar   Í juni var eg vil at senda innarliga áheitan til Tórshavnar kommunu um at finna pláss til serflokkar inni í nýggja skúlanum á Fløtum. Tí gjørdi eg saman við ADHD felagnum býráðið og kommununa varuga við hetta. Hetta fyri, at tey høvdu ein møguleika at arbeiða skjótt og finna pláss til serflokkar, áðrenn skúlin skuldi lata upp. Men tað er tíverri eingin vilji til tess, og nú letur skúlin upp uttan at serflokkar eru inni í skúlanum! Hóast, -Nýggi skúlin á Oyrarbakka, sum júst er upplatin hevur serflokkar. -Nýggi skúlin sum lat upp fyrr í ár í Klaksvík eisini hevur serflokkar. -Skúlin í Vestmanna í ár fyri fyrstuferð hevur 2 serflokkar. -Skúlin í Sørvági í fjør tók niður gomlu serflokkastovurnar fyri at byggja upp nýggjar og betri innrættaðar, soleiðis at børnini skuldi fáa bestu læruumstøðurnar. -Lærarafelagið og pedagogfelagið vórðu spurd til tiltakið Megnartak í fjør, og tóku bæði undir við skipanini um serflokkar. Kunngerðin um serflokkar varð lýst í fjør,...

Fleiri tillagaði størv í kommununi.

Kommunan skal bjóða hóskandi tal í av tillagaðum størvum og útbúgvingarmøguleikar til fólk við skerdum førleikum, ella sum av onkrari orsøk hava tørv á hjálp við at koma á arbeiðsmarknaðin. Nú sitandi meiriluti í løgtinginum er í gongd við at gera umstøðurnar verri hjá fólkum í tillagaðum starvi, er tað enn týdningarmiklari at kommunan betrar um tilboðið, og orðar ein starvspolitik um tillagaði størv og starvsvenjing.  Hetta kann gerast við at seta krav um at eitt hóskandi tal av fólkum skula verða í tillagaðum starvi í kommununi. Vit gerast ein betri og ríkari kommuna, um vit syrgja fyri, at borgarar kunna hava eitt virðiligt, trygt og so langt arbeiðslív sum gjørligt. Tað hevur ikki einans sera stóran týdning fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka, men eisini hjá restina av familjuni. Eg fari at tryggja fleiri tillagaði størv í kommununi, fái eg sæti í býráðnum. BjørgDam.fo Valevni á lista C

Børn við serligum tørvi ongan góðan í Tórshavnar býráð.

Nú skúlarnir byrja aftur, eri eg sera glað at frætta, at Vestmanna skúli hevur fingið serflokkar. Nú fáa børnini við avbjóðingum so sum ADHD og autismu í Vestmanna eitt gott og nøktandi skúlatilboð inni í skúlanum, saman við vinum og tí kenda.    Í heyst stendur føroya størsti fólkaskúli, Skúin á Fløtum liðugur.  Men tíverri hevur Tórshavnar býráð ikki sæð tað neyðugt at gera karmar ella pláss fyri serflokkum inni í stóru glasborgini á Fløtum, hóast har fara at ganga yvir 700 næmingar!  Tað er hugstoytt at hugsa, hvussu nógv børn ikki fáa nøktandi skúlatilboð í Tórshavnar kommunu! Tað er ein skandala av teimum ringastu, og tað undirstrikar, hvussu lítið innlit í serøkið og, hvussu lítla raðfesting børn við avbjóðingum hava í Tórshavnar býráð.   Tað eru 6 skúlar í Tórshavnar kommunu við fleiri enn 200 næmingum og bert ein hevur serflokkar inni í skúlanum, tað er Hoyvíkar skúli. Í restina av Føroyum eru 11 fólkaskúlar við uml. 200 næmingum og uppeftir, harav hava ...

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at ...