Skip to main content

UM MEG

Eg eri fødd í 1975 og eri gift við Høgna Egilstrøð Hansen. Saman eiga vit Gunnrið 2006, Nikael 2008 og Sofíu 2014.
Vit búgva við gomlu kolonihavahúsini á Ternuryggi í Havn, og her trívast vit væl.
 
Rættvísi, samhaldsfesti og hjálp til tíðina! 
 "Eg elski at arbeiða fyri ójavnrætti og órættvís"
 
 
Av útbúgving eri eg eksportteknikari og bachelorur í føroyskum. 
 
Í arbeiðshøpi eri eg saman við manni mínum sjálvstøðug vinnurekandi við fyritøkuni sp/f Flis, ið byrjaði í 2015, sum ein lítil spennandi grøn verkætlan, har endamálið var at gagnnýta urtagarðburturkast, heldur enn at tyrva tað.

Í dag, fæst maðurin mest við tað dagliga í Flis.fo, har hann bæði grevur, koyrir lastbil og hevur trærøkt, ímeðan eg eisini arbeiði í familjufyritøkuni Thomas Dam á Hálsi. 
 
Síðani 2019 havi eg verið forkvinna í ADHD felagnum, sum hesi árini er vaksið til eitt stórt felag við 350 limum. 
 
Í politiskum høpi havi eg verið virkin í fleiri ár, nú sum fastur býráðslimur. Áðrenn tað, havi eg verið varumboð í býráðnum og í Løgtinginum. 
Eg havi eisini verið í floksarbeiði, har eg havi sitið í nevnd í fleiri ár - eitt tíðarbil, sum forkvinna í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og MFS.
 
Eg taki í álvara við teimum uppgávum, sum veljarin og Javnaðarflokkurin geva mær. Hetta síggi eg sum mína evstu ábyrgd.

POLITISKT ARBEIÐI
2021 - Býráðslimur. Forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevn, varaforkv. í trivnaðarnevnd, limur í teknisku og vinnunevnd.
2018 - 2019 býráðslimur í Tórshavnar býráð fyri Heðin Mortensen
2018 mars-apríl sæti á tingi fyri Bjarna Hammer
2018 november - apríl : sæti í Tórshavnar Býráð fyri Helenu Dam á Neystabø
2016 - 2020 1.varalimur í Tórshavnar Býráð
2012 - 2016 2. varalimur í Tórshavnar Býráð
2012 - 2016 Nevndarlimur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, eitt tíðarskeið sum forkvinna.

NEVNDARARBEIÐI
 
2021 - Starvsnevndin í MEGD  
2021 - Skúlastýrið í Skúlanum á Fløtum
2021 - Skúlastýrið í Kollafjarðar skúla
2021 - Skúlastýrið í Sankta Frans skúla
2019 - Forkvinna í ADHD-felagnum
2012 - Forkvinna og limur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
2012 - Barnabókmentaheiðursløn Tórshavnar Býráðs
2012 - 2016 Musikskúlanevnd Tórshavnar Býráðs
2012 - 2016 Forkvinna í foreldraráðnum í frítíðarskúlanum í Hoyvík
2007 - Foreldraráðið í býlingshúsinum á Flat
1999 - 2003 - MFS, skrivari og eitt skeið, sum virkandi forkvinna
 

 Løgtingsval 2022
 
Fólkatingsvalið 2022
 
Býráðsval 2020
 


Bjørg Dam plakatmynd løgtingsval 2019
Løgtingsval 2019

Bjørg Dam liggjandi plakat mynd løgtingsval 2019
Løgtingsval 2019




Býráðssval Bjørg Dam 2016 javnaðarflokkurin
Býráðsvalið 2016
Fólkatingsval Bjørg Dam 2015
Fólkatingsvalið 2015
Býráðssval Bjørg Dam 2015 javnaðarflokkurin
Løgtingsvalið 2015
Býráðssval Bjørg Dam 2012  javnaðarflokkurin
Býráðsvalið 2012

Popular posts from this blog

Bjørg'sa jólaligi valsangur!

    🎁🎶 GÓÐU VELJARAR 🧑🏽‍🎄🎅🎶  Fyri at stytta tíðina til valið, havi eg gjørt ein jólaligan valsang.     🎶 Gerið so væl, og syngið endiliga við  🎶  Leinkja til sangin:  Løgtingsvaliði hevur tað til felags við jólini, at vit ynskja okkum alt millum himmal og jørð, men vit vita eisini, at tað ber ikki til at fáa alt! Tí snýr tað seg um, at velja ein politikara, sum ikki einans lovar tað tú ynskir tær, men eisini hevur víst, at hon dugur at fáa vallyftini framd. -Tað krevur nógva orku🔥 , áhaldni og slagkraft av politikaranum, um hon skal fáa vallyftini í framd! -So góði veljari, hettar er 9'indu ferð eg stilli upp, eg havi nógva orku og víst í verki, at eg gjøgnumføri tað eg seti mær fyri! Nú er mítt stórsta ynski, at koma inn á løgting, so eg kann fáa míni hjartamál framd.    💙 Børn og vaksin við serligum tørvi 💙 Ein hurð til alla hjálp – og burtur við bíðirøðum 💚 Skjótt og klókt orkuskifti 💚 Endurnýtsla, 🇫🇴 stuttflutt 🇫🇴 og reint umhvørvi 🇫🇴 Okkara dýrabæra m

 Serflokkar til Fuglafjarðar, Eystur kommunu, Giljanes, Løgmannabreyt og Nonnuskúlan. 

Allir skúlar við fleiri enn umleið 200 næmingar eiga at hava serflokkar, men enn eru fleiri skúlar sum mangla. Nevnast kunnu Fuglafjarðarskúli   282 næmingar, Eysturkommunu 244 næmingar, Skúlin á Giljanesi 244 næmingar,  Skúlin á Løgmannabreyt 387 næmingar,  Sankta Frants 333   næmingar, Skúlin á Argjahamri 386 næmingar (eru áveg) Nevnast kann, at fleiri skúlar við færri næmingum enn 200 hava fingið serflokkar t.d. Vestmanna skúli og Sørvágsskúli, ið hava 168 næmingar hvør.  Hetta tí man hevur mett tað neyðugt, men hví so ikki geva øllum stórum skúlum serflokkar, eru børn við serligum tørvi ikki har???? Okkara kassahugsan ger, at eini 96% av okkara børnum fáa sama standard skúlatilboðið, ímeðan gott 3% fáa eitt serflokkatilboð og minni enn   1% ganga í Skúlanum á Trøðni.   Allir skúlar hava førleikastovur, har næmingar fáa eyka undirvísing, men serdidaktisku-, sernámsfrøðiligu- og orðblindnaførleikarnar eru alt ov   veikir, og skula styrkjast munandi!! Nógvir batar verða nevndir nú val

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan