Vel eina eldál, sum arbeiðir fyri psykiatri og sálarheilsu. Øll skula hava ein góðan dag! Um meg Eg eri fødd í 1975 og eri gift við Høgna Egilstrøð Hansen. Saman eiga vit Gunnrið 2006, Nikael 2008 og Sofíu 2014. Vit búgva við gomlu kolonihavahúsini á Ternuryggi í Havn, og her trívast vit sera væl. Eg eri útbúgving eksportteknikari og bachelorur í føroyskum. Í arbeiðshøpi -eri eg saman við manni mínum sjálvstøðug vinnurekandi við fyritøkuni sp/f Flis, ið byrjaði í 2015, sum ein lítil spennandi grøn verkætlan, har endamálið var at gagnnýta trø og runnar, heldur enn at tyrva tað. Í dag arbeiði eg eisini í familjufyritøkuni Thomas Dam á Hálsi. Síðani 2019 havi eg verið forkvinna í ADHD felagnum, sum hesi árini er vaksið til eitt stórt felag við fleiri enn 400 limum. Í fjør varð eg vald í starvsnevndini í MEGD. Politiskt havi eg tilvitað lagt eina fasta grund, at byggja mítt politiska yrki á. Hettar er 8. valið eg stilli upp og 2. fólkatingsval. Í 2019...