Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2012

Er nakað tilfeingið í Kollafirði?

Var á stak væleydnaðum veljarafundi í Café Chill í Kollafirði fyrr í vikuni. Tað er áhugavert at hoyra, hvørjar avbjóðingar langa bygdin hevur at dragast við. Serliga eru tað hesi mál, ið fylla nógv: at tryggja vegirnar við bungum og gongubreytum, grundstykkir, hegnssýn, vetrarfriðing, nýggjan barnagarð, og so varð staðiliga mælt frá, at leggja eina oljuhavn á Signabø. Kollfirðingar stilla eingi órímilig ella marglætis krøv, hettar eru grundleggjandi tørvir sum tryggja ferðslu á vegnum, framtíðar búsetingar og urtagarðsfrið. Sæð út frá einum tilfeingis sjónarhornið, so er Kollafjørður ein gomul bóndabygd og hevur sjálvsagt nógv mattilfeingið. Bøndur flest dragast við somu avbjóðingar sum eitt nú tiltikna eu-direktivið, og tað, at fólk vilja nærum bara keypa gongulimir.  Síðir, høvd, blóð, skinn, horn, tálg v.m verður sum oftast burturbeint. Eg ynski, at vit fara at gagnnýta allan seyðin sum hann er, eisini neytini, tarskálvarnar, fuglarnir, harurnar osf. Tað sum ikki kann etast sum

Tvey oyru og ein munn...

Hesi ráð eigur ein klókur maður, sum herfyri hugleiddi um politikarar. Hann sipaði til, at ein góður politikari skal lurta tvífalt so nógv sum hann skal tosa. Sum uppstillað meini eg, at tað er sera týdningarmikið, at veljarin fær eina góða lýsing av valevnunum, so veljarin hevur annað enn heitar ballónir at grunda atkvøðuna á. Í hesari greinini fari eg at lýsa meg sjálva, politisk sjónarmið og mína áskoðan um tilfeingi. Um Meg Eg eiti Bjørg Dam, eri 36 ár og uppvaksin á Argjum.Saman við manninum Høgna Egilstrøð Hansen eiga vit ein drong sum er 4 ár og eina gentu sum er 6 ár. Vit búgva á Ternuryggi í Havn. Varð útbúgvin Eksportteknikari í 2004 og eri júst farin á Setrið, at nema mær kunnleika um føroyskt mál, mentan og bókmentir. Eisini eri eg sjálvstøðug vinnurekandi og havi millum annað staðið fyri sølu- og marknaðarføring í TUTL í knapt 4 ár.  Havi íðkað fleiri ítróttargreinar, seinastu árini tó mest flogbólt, svimjing og renning. Politisk sjónarmið Tað hevur

Ójavnstøða millum róðrarfeløg?

Soleiðis hevur tað altíð verið, at eitt og sama róðrarfelag hevur staðið fyri Ólavsøkukappróðurinum og sostatt fingið allar inntøkurnar. Hini róðrarfeløgini hava úrslitaleyst roynt í fleiri ár, at sleppa upp í part. Á bygd hava tey í áratíggju haft eina solidariska rotatiónsskipan, har bygdirnar skiftast um at skipa fyri stevnunum. Sum valevnið fyri Javnaðarflokkin fari eg sjálvandi, at arbeiða fyri javnstøðu, eisini millum ítróttarfeløg. Hetta málið er viðkvæmt og hevur røtur langt aftur í tíðina. Viðhvørt má man eftirhyggja skipanunum og og spyrja, hví man ger sum man ger, og ikki bara gera tingini, tí soleiðis plagar man at gera! Tí skal málið kannast væl og virðiliga, og um talan veruliga er um ójavnrætt, fari eg at taka hettar málið upp á beinanvegin, so vit fáa eina skjóta loysn, vónandi longu komandi Ólavsøku. Um tað blívur ein árlig rotatiónsskipan sum úti á bygd, ella um feløgini skula samstarva um Ólavsøkuna, tað er ein knútur sum kommunan og Tórshavnar Ítróttarráð, sum

Seyðalundir, ORKA, stjørnutroyggjur, glasfuglar, nummarplátutaskur, Veiðavind, grottokonsertir......

Hvat hava hesi til felags? - Hettar er føroyskar vørur, sum eru tilvirkaðar av bóndum, tónleikarum, sniðgevum, rithøvundum, listarfólkum, handverkarum, skiparum, kokkum og øðrum føroyingum við hugflogi, dirvi og áræði. Tá vit hoyra um tilfeingi, so er tað aloftast fiskur ið umræður. Hvussu er við øllum hinum tilfeinginum vit eiga - seyður, handverk, listarfólk, tónleikur, mál, avgrøði, neyt, osf. Hvør talar fyri og verjir tey í politiska rúminum? Tórshavnar kommuna eigur serliga nógv kreativ og virkisfús fólk, og tey skula vit fjálga um, ráðgeva og menna. Við einari støðugt vaksandi ferðavinnu, veksur marknaðurin fyri føroyskum vørum eisini. Tí eigur kommunan at fáa vinnudeildina upp at koyra beinanvegin, og fara ígongd við ein menningarætlan fyri ferðavinnu og føroyskt tilfeingi, rávøru og íverksetan. Sum eg havi skrivað áður í greinini "  Teknisk forðing ímóti føroyskari matmentan, burtur nú! " so er tað átrokandi, at lógarverkið innan matvøruframleiðslu verður ti

Virðir og mál

Her eru míni virðir og mál, sum er grundarlag fyri mítt arbeiði og støðutakan. Sum veljari kanst tú  føla teg tryggan við at velja meg, um tú ert samd/ur við mínum grundvirðunum. Tórshavnar kommuna, har øll viðurkennast, trívast, mennast og rúmast. Tað skal verða lætt at flyta til, gott og trygt at búgva í Tórshavnar kommunu. Vit skula fjálga um barnafamiljur, einligar forsyrgjarar, tey við serligum tørvi og tey veikastu í samfelagnum. Útvega fjølbroytt bústaðartilboð, eitt nú lutaíbúðir, lestraríbúðir, eldraíbúðir og íbúðir til brekaði. Tryggja trivna, fjøltáttaðan ítrótt, musikkskúla, kvøldskúlatilboð og ungdómshús. Tað skal verða trygt at ganga og súkkla í kommununi. Ungdómurin skal viðurkennast, kveikjast og hoyrast. Havnin skal hava eitt ríkt lestrar- og granskingarumhvørvið. Vit skula virðismeta lívsroyndir okkara elstu borgarum, og skapa virðiligar karmar bæði fyri virkin og óhjálpin. At verða í náttúruni og á sjónum er týdningarmikil rættur, tí sk

Kommunan eigur eisini eina ábyrgd í tjúkku børnunum.

Herfyri var ein kanning, sum Gigni og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hava staðið fyri, sum avdúkaði, at føroysk børn eru alt og tjúk. Sama kanning vísir, at fyribyrging og góðir matvanar eiga at verða sett inn tíðliga, helst fyri barnið er 4 ára gamalt. Tórshavnar Kommuna rekur flestu stovnarnar har børnini eru í dagtímunum, tí eigur kommunan eisini ein lut í tjúkku børnunum. Yvirfiti er ein stórur fysiskur og kensluligur trupulleiki fyri børnini, sum oftari verða happaði, líða undir sosialari isolatión og fáa lágt sjálvvirðið. Tey eru eisini í nógv størri vanda at fáa lívstílsjúkur, tí er hettar eisini ein samfelagstrupulleiki í væntu. Í dag avgera stovnarnir hvør í sær, hvønn matpolitikin teir føra. Summir stovnar leggja stóran dent á heilsugóðan kost, ímeðan aðrir ikki hava nakra tilvitaða kostætlan. Hettar er ikki gott nokk. Hagtølini eru ræðandi og vit svíkja hesir minstu borgarar, við ikki at taka ábyrd. Tí eigur kommunan, sum tað minsta, at hava ein kostráðgeva sum

Teknisk forðing ímóti føroyskari matmentan, burtur nú!

Herfyri var aftur eitt álop á okkara tilfeingi og matmentan. Kræsnir gourmetkokkar høvdu keypt av tí besta neytakjøtinum av Sandi, men tað var ikki flett eftir EU reglugerð. Myndugleikarnir legði hald á kjøtið, sum endaði í brenniovninum á Sandvíkarhjalla.   At ein EU paragraff av onkrari orsøk er komin í gildi her, er ein teknisk forðing fyri at útvinna okkara egnu rávøru, og spennir bein fyri siðbundnu matmentanini.   Krøvini fyri at hagreiða og selja kjøt og grønmeti muga verða rímilig, soleiðis at tey eru til at lúka. Vit mugu hava eina góðskuskipan, sum er tilpassað føroysku viðurskiftunum. Ikki stórvinnu í EU. Ráðvøra er so grundleggjandi í okkara kosti, tí er tað okkara rættur sum forbrúkarar, at avgera, um vit vilja keypa føroyska vøru ella EU-stemplaða. Øll argument tala fyri, at vit skula eta lokalan mat. Tað er betri fyri umhvørvið, skapar arbeiði, fjølbroytni, styrkir okkara sjálvsfatan og tryggjar sjálvbjargni. Tórshavnar Kommuna umboðar meir enn 2/5 av landsins íbúgvum, e