Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2022

Loksins koma serflokkar í Eysturskúlanum og Skúlanum á Fløtum!

Á býráðsfundi í kvøld samtykti eitt samt býráð at lata pening til umbygging av hølum í Eysturskúlanum og í Skúlanum á Fløtum, soleiðis at báðir skúlarnir fáa hølir til serflokkar. Umframt, at 1-3 tilboðið í Hoydølum heldur áfram.   Hettar er ein gleðisdagur, tí eingin veit betri enn eg, hvussu týdningarmikið rætta skúlatilboðið kann bjarga trivnaðinum og skúlagongdini hjá einum barni - og ikki minst møguleikarnar at mennast og búnast í síni egnu ferð.   Sum forkvinna í ADHD felagnum møti eg nógvum knústum familjum, hvørs børn trívast illa í tí skúlatilboðnum sum er! Eisini hoyri eg vaksin seindiagnosterað minnast aftur á skúlatíðina, sum ta ringastu tíðina í lívinum. Ein svensk kanning av seindiagnosteraðum seniorum +60 ár vísir, at heili 65% nevna skúlatíðina sum hava verið ótolandi!   Hettar nýtist ikki at verða so, tí vit hava bæði vitan og møguleikar at bjóða nøktandi skúlatilboð til øll.   At skaffa hølir er ábyrgdin hjá kommununi, og hóast serflokkar hava í nógv ár verið kring al

Nevndin í ADHD felagnum hevur skipað seg av nýggjum. Nú eru 16 fólk í nevndini, 7 nevndarlimir og heili 9 tiltakslimir!!

  Vit eru nú yvir 350 limir í felagnum, so tað er fantastiskt at hava so nógv í nevndini, ið vilja gera ein mun innan ADHD í Føroyum Og vit mugu ásanna, at her er úr at gera! Vit hava longu nátt nógv, men enn eru nógv mál á skrá, m.a. bíðilistarnir til útgreining, hjálp og stuðul í gerandisdegnum, skúlar, stovnar, arbeiðslív osv. Og vit fara at skipa fyri enn fleiri sjálvhjálparbólkum, tí tað hevur víst seg gera stóran mun hjá fólki Og sum nakað nýtt skipaðu vit fyri fyrstu limakaféini í gjár, sum eydnaðist so væl  Ætlanin er at hava limakafé hvønn mánaða                   Nevndin skipaði seg soleiðis: Forkvinna: Bjørg Dam bleiv afturvald Næstforkvinna: Poula Patursson Kassameistari: Anne Sophie Nordendal Skrivari: Anna Nolsøe Joensen Samskipari: Maiken á Mýrini Nevndarlimir: Pætur Nattestad Petersen og Durita Brekku Dam. Tiltakslimir: Edmund Djurhuus, Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin, Eyð-Britt Tjaldrastein, Karolina Láberg, Bjørga Sivertsen, Petra Weihe, Óli Nolsøe í Garðamørk.

Setunarrøða til umhvørvisvikuna 2022


    Setunarrøða til umhvørvisvikuna 2022
 Politiskar hugleiðingar um starvsfólkaviðurkenning, endurfeingi, móðurmáli, sjálvbjargni og frælsi. Góðu tit, sum eru komin her saman við mær í dag! Í góðveðrinum 19.apríl 2019, helt eg eina røðu á einum av veðurlagsverkføllunum, beint her á Speakers Corner, sum vit nú aftur standa! Og til at seta eina Umhvørvisviku er væl lov at endurnýta! Eg segði í tí røðuni nøkur orð um eitt sera høgt sett mál, sum eg droymdi um tá. Nú, er málið ikki so fjart, og alt byrjar við at seta sær eitt mál, tí vil eg deila hesi orð við tykkum aftur.  Orðini ljóða soleiðis:  “Kommunala brennistøðin hoknar undan og brennir meir enn 97% av sínum kapasiteti og brennir næstan hvønn dag og hvørja nátt. Loysnin, ið arbeitt verður við, er at byggja brennistøð, sum kann brenna enn meir, tí vøksturin á okkara burturkasti gongur liniert beint upp, eini 2,5% hvørt ár. Hví ikki heldur politiskt taka støðu til, at vit minka burturkasti við eini 20% ella kanska heili 50%! ”. So k