Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2019

Svar um bussleiðina

Á býráðsfundinum hóskvøldið setti eg 5 spurningar um bussleiðina til Jákup Dam, formann í teknisku nevnd. Spurningarnir vóru í stuttum hesir: hvørjar broytingar og nær tær vera, hvussu nógvar áheitanir komu inn og hví bussskýlini vóru tikin niður, áðrenn endurskoðanin hevði verið. Eisini spurdi eg, hvussu nógv umleggingin kostar. Til ber at hoyra alt svarið frá Jákupi Dam her: http://broadcast.avc.dk/thk/vod.html - Vel mál nummar 163/19 í breddanum til høgru

Bussleiðin býtir býlingar óheppið, steðgar ov tíðliga á kvøldið og vandamiklir gonguteigar.

Ikki var tað aprílsøga, at bussleiðin broyttist sjálvan 1.apríl!  Tíbetur, tí bussleiðina eiga vit at vera góð við, menna, betra og styrkja alla tíðina. Sera gott er, at bussurin nú koyrir í vikuskiftinum. Men tíverri gevst bussurin alt ov tíðliga á summum leiðum. Kaldbaksfólk mugu heim longu kl. 21.26 á kvøldið, og kunna sostatt eitt nú ikki ganga á kvøldskúla longur. Tey arbeiddu hart fyri í 1980’unum at fáa bussin at koyra til eftir kl.22 á kvøldið, tí so nógvir aktivitetir eru til á - og nú hava tey mist tað, hóast tey hava boða frá hesum staðiliga.