Skip to main content

Posts

Showing posts from 2015

10/28 til 50/50 týsdagin

Einans 28% av uppstillaðu valevnunum eru kvinnur. Eg eri annars ikki fyri, at velja eina kvinnu, bara fyri at velja eina kvinnu! Av okkum 48, ið stilla upp, eru so nógvar skilagóðar, rættvísar og dugnaligar kvinnur, tí kundu vit saktans mannað alt løgtingið, um tað skuldi verið.  Hugsið tykkum, hvat hevði hent, um kynsbýtið bleiv øvugt av tí, tað hevur verið hettar valskeiðið tvs. mikudagin 2.september sótu 10 mans og 23 kvinnur á tingi. Ja, ímynda tær, hvørja fiskivinnunýskipan høvdu vit valt?  Hvussu loystu vit sjúkrahúsknútin? Høvdu vit sloppið av við lønarmunin millum kynini? Ja, ímynda tær alt vit høvdu fingið av skafti, rudda upp í, sortera burtur og fingið skil í. Ja, ímynda tær tað ramaskríggj frá monnunum. 10 av 28 er okkara veruleiki í dag! Kvinna, vit skula broyta  10/28 til 50/50 týsdagin.  Bjørg Dam, kvinna fyri C

0 toleransa við kynsligum ágangi

Tað skal koma ein yvirlýsing frá landsins ovasta leiðslu,  at vit GÓÐTAKA ikki at okkara børn verða kynsligt misnýtt og sláa hart niður á tað. Tað skal gerast við at hækka straffin og endurgjaldið, kemiska kastrasjón, bøta um lógarverkið v.v. fyrningarfreist o.s.fr. Umframt at seta pening av til fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiði við at økja um játtanina hjá KRIS. Hesi átøk eiga at fáa ringarnir at breiða seg út í allar krókar í samfelagnum. Onkrir batar eru framdir. Barnahúsið er sett á stovn og lærarar, pedagogar og onnur nú skula boða frá, um bert illgruni er um nakað óregluligt er farið fram. Enn er tó langt á mál, eitt nú er tað ein stórur trupulleiki, at tann dømdi ikki beinanvegin skal inn at sita og at dómarnir alt ov stuttir. Í einum kjaki á Facebook fyrislóð ein skila dama,  ein árligan dag, har kynsligur ágangur er í fokus. Eisini má gott tilfar evnast til, soleiðis at vit foreldur kunna á ein góðan hátt upplýsa okkara børnum uttan at skapa óneyðugan ótta. Ei hel

Nei, øll hava ikki eitt starv!

Trý fólk hava sagt júst sama seinastu dagarnar  "Hevði eg bara haft eitt arbeiðið"   Fakta er, at passar tú ikki inn í standard kassan, so fært tú ikki arbeiðið. Tí fara vit eftir valið, at syrgja fyri, at øll almenn arbeiðspláss, ið hava fleiri enn 15 fólk í starvi, skulu bjóða lærupláss ella seta fólk í tillagað størv. Øll fólk hava brúk fyri at gagna, og tað er pláss fyri øllum. Vónandi fer tað privata, at fylgja við!

Nývinna, øll vinna!

Okkara ítøkiliga átøk innan íverkseting og nývinnu er, at íverksetarar kunnu seta á stovn serligt Íverksetarafelag fyri 1 kr, sum verður frítikið skatti í 2 ár. Umframt tað, skula vinnufyritøkur kunnu draga helmingin av íverksetanaríløguni av í skatti. Nógv góð fyridømi eru um íverksetar, ið gagnnýta okkara serstaka tilfeingi. Matvinnan blómar og eitt nú Kirkjubøgarðurin gongur fremstur við at virðisøkja kjøtið og borðreiða í serligu hugnaligu og søguligu kørmunum í roykstovuni. Norðlýsið og tónleikavinnan nýta m.a. grottur sum katedralar at hava konsertir í. Hvør veit um klintring í okkara brøttu homrum og fuglabjørgum fer at verða næsta ferðafólkaattraksjónin? Vit skula verða betri at gagnnýta og virðisøkja alt okkara tilfeingi, og skapa betri marknaðaratgongd uttanlands. Vit skulu hava eitt vinnulív, har øll sleppa framat.

Vígslubræv til øll

12. desember 2007 fóru eg, sum var í 9.mdr, komandi maðurin,1 ára gamla dótturin og tvey vitni á ráðhúsið á Vaglinum. Borgmeistarin segði nøkur vøkur orð, um at halda saman alt lívið og vit skrivaðu undir eitt vígslubræv. Hettar vígslubrævið er serstakt, tað er yvir øllum øðrum dokumentum, tí tað er ein sáttmáli millum tvey, sum ynskja at gerast ein eind, og sostatt tryggja hvønn annan við t.d. v.v arvi. Einki annað dokument sameinir tvey fólk á sama h átt. Við einum barni og einum á veg, vildu vit hava tryggleika fyri hvørjum øðrum fíggjaliga. Tankar sum, bara tí vit ikki hava fingið tingini uppá pláss, fer at gera, at okkurt ringt hendir. Vit vildu hava stórt brúðleyp, men ikki við stórum búki. Tí valdu vit at giftast borgarliga, og bíða við prestsins vælsignilsi. Eg ynski fyri øll míni medmenniskju, at tey kunna tryggja hvønn annan fíggjarliga og sleppa undan bangilsinum fyri at missa makan, og enda í einari vónleysari figgjarstøðu. Tí skula øll pør hava rætt til eitt v

Smábarnamamma og sjómanskona, eg fari at broyta Føroyar.

Løgtingsvalið 2015 Politikkur hevur altíð verið partur av mínum lívið. Eg sá mammu mína arbeiða fyri familjur, ið misti húsini í 90'unum, eisini stillaði hon upp fleiri ferðir. Eg havi ynskt at fara somu kós og í 2012 leyp eg í tað, við at stilla upp til býráðsvalið. Órættvísi og ójavni politikkurin, sum vit hava sæð seinnu árini, gjørdu tað lætt at taka avgerðina. Við mínum sterka broytingarvilja, dirvi og ágrýtni kennist tað sjálvsagt, at næsta stigi í míni lívsleið skal vera at gerast limur av Føroya Løgtingi. Eg brenni fyri at skapa eitt sterkt føroyskt samfelag, har vit, kvinnur, menn og børn, og vinnan hava tað gott. Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið. Serliga er tað familjupolitikkur, vinnupolitikkur og mentanarpolitikkur, sum eg fari at seta á dagsskrá. Føroyskt til føroyingar. Tað er føroyska mentanin og málið, sum fyrst og fremst bindir okkum føroyingar saman. Høvdu vit í túsundatalið staðið og sungið á Vaglinum, um vit sungu á donskum

28 íbúðir til 1900 fólk í Havn.

Skrivað til løgtingsvalið 2015 Bústaðarpolitikkurin hevur kiksað! 86% ella umleið 1900 av limunum í Bústøðum ynskja íbúð í Havn.  Bústaðir hava higartil einans veitt 28 íbúðir í Havn, harav einans fýra eru ”bíligar” tvs. undir 5.500kr. 12 marglætis íbúðir verða lidnar við Skansan í desember. Tað er ikki kiksað, tað er mega kiksað!

POLITIKO: Framløga um list og mentan í Reinsaríinum 22.8.2015

Gott kvøld kæru áhoyrarar, valevnið og stigtakarar. Í einari kanning um málmenning hjá smábørnum í Føroyum, fingu børnini eina mynd av einum pengvini og eina mynd av einum lunda. Næstan øll kendu pengvinin, men bert nøkur fá kendu lundan. Eg fari at lata hattar standa hangandi eina løtu. …!   Í heildarætlanini fyri fólkaflyting og fólkavøkstur, stendur leystliga, at okkara samfelag hevur ikki siðvenju fyri at raðfesta mentan og list.   Er hettar nú eisini rætt, tí vit duga øll væl at syngja, vit halda sera fast í okkara matmentan og rættin at drepa grind, at binda, og eitt hvørt heim hevur ein málning á bróstinum, av heimbygdini ella sluppini. Vit raðfesta okkara mentan sera høgt. Trupulleikin er, at vit hava ikki stóra siðvenju at rinda fyri mentan og mentan. Tí hava vit heldur ikki stóra siðvenju at hugsa um list og mentan sum vinnu, ei heldur at stuðla mentan alment. List og mentan er sostatt ein av okkara stóru vinnumøguleikum, serliga nú ferðavinnan tekur dik á se

C tryggjar barsil í 1 ár

Eingir av hinum stóru flokkunum hava barsil í teirra valskrá, sum sæst á teirra heimasíðum. Eg síggi tó, summi valevni hava 1 ára barsil uppi á tungu, men neyvan er undirtøka í flokkinum fyri tí. Tí er ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum tryggast, um tú vilt hava barsilsfarloyvið í 1 ár. Í valskránni okkara stendur greitt, at barsilsgjaldið skal upp í 52 vikur, og at eftirlønargjald skal omaná, tvs. at útgjaldið verður hækkað við 15 % komandi árini. At leingja barsil, er mítt hjartabarn, og tað fylgi eg á mál. Set x við Javnaðarflokkin  Bjørg Dam  fleiri greinar á :  http://bjorgdam.blogspot.com

Dagføring av djóraverndarlógini

Fekk fyrispurning um Javnaðarflokkurin ætlar at dagføra djóraverndarlógina. Í grein 4 í okkara málsetningum er dagføring av djóraverndarlógini staðfest. So ja, sjálvandi skula djór verjast við einari tíðarhóskandi lóg. Tað hoyrir ikki heima í einum framkomnum landið, at myndulleikar lítið og einki fáa gjørt, tá djór vera mishandlaði, skemmaði ella vanrøktaði.

Sjómanskonur hava tað so lætt!

Vit eru fleiri túsund sjómanskonur í Føroyum. Men eru, so at siga ikki umboðaðar í føroyskum politikki. Tí verða okkara sjónarmið ikki umboðað, har okkara dagligu karmar verða avgjørdir.   Men tað ger einki, vit hava tað so lætt, okkum nýtist onga rødd á tingi.   Er tað veruliga so? Eg síggi tað, at hava sjómann, sum ein stóran møguleika at luttaka aktivt í kjaki og politikki. Um kvøldarnar tá børnini eru løgst, er góður møguleiki at lesa og skriva og seta meg inn í viðurskifti. Tá maðurin er heima, liggur jú væl fyri at luttaka og skipa fyri. Eg eri vís í, at um fleiri kvinnur bjóðaðu seg fram og sótu við róðurið hevði samfelagið verið betri.  Eg eri vís í, at eitt minstamark av tímum var sett av til okkara børn á ansingarstovnum, at lønin hjá kvinnum, var líka sum hjá monnum, at børn okkara gingu í einum fólkaskúla, har ætlan um happing er, at fiskivinnan var rættvísari og at barsil var minst eitt ár. Komið góðu kvinnur, veljið broytingar og veljið sterkar kvinnur á ting!

Barnabeinin: 1000 krónuseðil pr. barn

Grein skrivað til løgtingsvalið 2015 Barnafamiljur fara at fáa eitt serligt smábarnaískoyti, nevnt Barnabeinin. Tað er eitt ískoyti á 1000 kr um mánaðin pr. barn til tey við inntøku undir 700.000 kr.  Tað eru í dag 4500 færri føroyingar undir 40 ár enn fyri fáum árum síðani. Tí skulu vit seta átøk í verk beinanvegin, sum gera tað lættari at vera barnafamilja í Føroyum. Soleiðis tekkjast vit eisini útisetafamiljuni. Skeiva aldursbýtið er størsta hóttanin fyri búskapin, vælferðarsamfelagið og tær Føroyar, vit kenna í dag. Men ikki nokk við tí.  Tá vit koma til valdið, verður skattalætti til lág og miðalinntøkur.  Hesi átøk verða við at gera gerandisdagin lættari hjá barnafamiljum.  Góði veljari, tað er tú, sum kann broyta Føroyar 1. september.  Bjørg Dam.  Valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið Les meir á  http://bjorgdam.blogspot.com

Mál: Føroyskt til føroyingar

Tað er føroyska málið, sum fyrst og fremst bindir okkum føroyingar saman. Høvdu vit í túsundatalið staðið og sungið á Vaglinum, um vit sungu á donskum ella enskum á Ólavsøku? Okkara mál, er fyrst og fremst tað sum skilir okkum frá øðrum og savnar okkum sum tjóð. Vit kenna tað øll, at tað er torført at skemta á einum øðrum máli, ella at siga júst tað, ein meinar við.  Tað er tí, at í móðurmálinum liggja so nógvir ósagdir týdningar, sum eru tillærdir frá føðing. Børn eru serliga móttakilig fyri mállæru fyrstu árini.  Tí skula børn hoyra og tosa nógv, fyri at ogna sær gott og ríkt mál tíðliga í lívinum. Bæði fyri at varðveita felags andan tjóðskaparliga og geva øllum børnum besta førningin at hava eitt gott mál og lesiførleika, sum í dag er ein fortreyt fyri at hava javnbjóðis møguleikar í lívinum,  má politiska skipanin raðfesta tilfar og málmenning hjá børnum. Tilmælið frá serfrøðini er, at byrja har arbeiðið gevur størst avkast. Tað er við teimum heilt smáu børnun

Slow ferðavinna: Fleiri inntøkur betri umhvørvi

Slow-ferðavinna, er altjóða heiti, har ferðafólkið tekur sær stundir at kenna ferðamálið og mentanina gjølla. Les meir um slow travelling Í Føroyum skula vit leggja okkum meir eftir hesum ferðafólkunum, tí tað eigur ikki verða talið á ferðafólkum, sum er málið, men støddin av valuta tey leggja eftir sær, og minimeringin av neiligu sporunum eftir ferðafólkunum í umhvørvinum. Atlit skula takast til bygdafólkið, og skula tey órógvast í minsta mun.  Fyri at røkka slow-ferðafólkum má tænasta og góðska verða í hásæti.  - Kommunan skal stuðla uppundir privatum initiativum - skapa røttu karmarnar fyri, einari skilagóðari og burðardyggari  ferðavinnu, sum gevur avkast, eisini úti um landið.  Hetta vil eg arbeiða fyri á Vaglinum.  Bjørg Dam  Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.  Grottokonsert

Revsingin í grindalógini strikast umgangandi.

Tað er ikki smávegis negativar ringvirkningar grindalógin gevur. Harða revsingin í regluni um fráboðanarskildu hevur skapt yvirskriftir um allan heim. Nú gongur hon eisini út yvir okkara ferðavinnu, sum missir túsundatals viðskiftafólk. Tekniskt hevur reglan bert súmbolskan týdning, tí hon kann illa praktiserast. Dømi um hetta var herfyri, tá ein meldaði seg sjálvan fyri ikki at fráboða grind. Tí ynskir Javnaðarflokkurin at strika revsingina í regluni um fráboðanarskildu umgangandi. Bjørg Dam Valevni Javnaðarfloksins

Barsilsfarloyvi verður eitt ár.

Farna samgonga longdi barsilsfarloyvi til 37 vikur herfyri. Javnaðarflokkurin ynskir barsilsfarloyvi við løn upp í eitt ár eftir barnsburð. Hetta fari eg persónliga at fylgja á mál, um mær unnist á ting. Øll londini rundanum okkum hava fyri langari tíð síðani hækkað barsilsfarloyvið. Tað er ein sjálvfylgja, at okkara børn eisini skula kunna verða heima fyrsta árið í lívinum. 

Kynsligur ágangur móti børnum.

Tað var heitt á meg, um at koma við útmelding um, hvat eg hevði gjørt við málið, um eg varð vald á ting. Hettar er svarið eg skrivaði: Hey aftur. Havi nú borað inn í evnið, og tað er ikki tespiligur lesnaður, og havi sitið við tárum í eygunum yvir syrgiligu lívssøgunum hjá teimum misbrúktu, og sitið við stiknið og klíggjan, yvir at lesa um pedofili, typir av pedofilum, orsøkir, organisasjónir o.a. Á http://www.faktalink.dk/titelliste/fili/ er nógv upplýsandi tilfar um pedofili. Tað, sum eg beit mest merki til var, at í DK frá 1985-2004 var eitt felag ”Pædofiligruppen”, sum arbeiddi fyri áhugamálum teirra. Hettar er so sjúkt í sær sjálvum, men á hinari síðuni, so gevur tað eina vitan um pedofili, sum kann nýtast fyri at niðurberja tað. Undir evninum : Hvad var Pædofilgruppens argumenter for pædofili? eru uppramsaði virkuliga grotesk argument, harav eitt er: Pædofili er ikke en sygdom men bør anerkendes som en seksuel orientering i lighed med homoseksualitet, transvetisme og sadom

Lesandi sutta labbar í juli.

Ongin lestrarstuðul kemur á bókina hjá lesandi í dag, tí lestrarstuðulin, sum er 3600kr, verður útgoldin einans í 11 mdr um árið. Juli, er mánaðurin lestrarfamiljan skal klára seg uttan pening! Lesandi við børnum hava ikki góðan møguleika at arbeiða í ferðiuni. Um tey fáa sær arbeiði, so merkir tað, at barnið kanska onga ferðiu fær. Um vit veruliga meina, at ung skula taka útbúgvingina í Føroyum, so muga um ikki annað, tey lesandi sum eru forsyrgjarar, fáa møguleikan at forsyrgja allar 12 mánaðarnar um árið. 

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

DEMOKRATIA - Røða á Speakers Corner

Eg eiti Bjørg Dam, og eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin.  Av okkum fimm, sum her luttaka í tiltakinum hjá Demokratia á Speakers Corner í dag, eri eg tann einasta nýggja innan landspolitikk.  Her komi eg, sjómanskona við einum smábarni í barnavogni, einum 7 ára gomlum dreingi og einari 8 ára gamlari gentu.  Eg og aðrar smábarnamammur eru so at siga ikki umboðaðar í føroyskum politikki. Vit velja av onkrari orsøk at halda okkum frá politikki, og tí verða okkara sjónarmið ikki umboðað, har okkara dagligu karmar verða avgjørdir.  Tað er meir enn sera óheppið, tí vit eru ein stórur bólkur, sum spennir heilt frá undir tjúgu árum til nøkur og fjøruti. Hetta er somuleiðis tann bólkurin av kvinnum, sum hevur ringast við at støðast í Føroyum.  Av tí, at vit eru so illa umboðaðar á tingi, verður samfelagið eisini myndað hareftir.   Tí eru tað trý ting vit skulu!  Vit skulu hava meira av kvinnuligum politikki, fleiri kvinnur í politikk og fleiri kvinnur inn á ting og fól

Har tú ikki ert sjálv, ert tú ikki meir enn hálv!

Nú er nógv kjak um fólkatingssessirnar at hoyra. Onkur ynskir at niðurleggja teir, men vil tó samstundis hava teir. Onkur ætlar at blanda seg í alt danskt, onkur í einki og ein triði fer at biðja danir blanda seg uttanum. Nú vit hava yvirtikið fleiri mál seta fleiri spurnaðartekin við, um grundarlag longur er fyri at hava fólkatingssessirnar báðar. Men skulu vit fylgja við, betra og menna okkara samfelag, so krevst bæði umboðan, vald og ávirkan. Heimurin broytist alla tíðina, og vit mugu vera umboðað so væl og so nógva staðni, sum til ber, fyri at verða hoyrd og fyri at ávirka til okkara fyrimun. Hóast mál eru yvirtikin, eru vit framvegis í ríkisfelagsskapi, og sjálvandi hava vit framvegis tørv á umboðan í ríkinum. Hvat er betri, enn at vit eru umboðað har hendir – í toppinum á Fólkatinginum? Har verða vit best hoyrd og fáa bestu ávirkan. Tørvurin er eyðsæð broyttur nakað, men Javnaðarflokkurin hevur hesa seinastu setuna í verki víst, at hann hevur tillagað seg og ment fólk

Meiri enn tú væntaði!

Nú fólkatingsval er útskrivað, síggja vit, at hóast allir flokkar fegnir bjóða seg fram at taka við valdinum, so eru ætlanirnar við hesum valdinum sera ymiskar.  Seinastu setuna hevur Javnaðarflokkurin haft Sjúrða Skaale í folkatingssessinum. Hettar man tó fáur ivast í, tí fólkatingsarbeiðið er blivið sjónligt fyri føroyingin og flokkurin hevur víst í verki, hvat sessurin kann nýtast til. Við ótrúligum ágrýtni og hegni at skipa fyri hevur Sjúrður brúkt sessin til at upplýsa - til tíðir við dirvi og til tíðir við skemti - og hann saman við flokkinum hevur slóðað fyri einum nýggjum arbeiðssetningi fyri fólkatingsumboðini.  Javnaðarflokkurin meldaði út fyri seinasta val, at tann ið valdur varð, fór at røkja fólkatingsarbeiðið burturav. Hendan raðfestingin, dugnaskapur og evnini at fara konstruktivt til verka, hevur uttan iva gjørt, at so nógv er komið av skafti. Vinna, gransking, útisetar og føroyska samfelagið sum heild, hava øll merkt ágóðan av okkara umboðan á Fólkatingi. Tað er eitt t

Lesið við oyrunum

Ljóðbókin hevur vunnið hevd og marknaðurin hevur verið vaksandi uttanlands í fleiri ár. Føroyska ljóðbókin hevur tað ikki gott, tíverri. Eitt álit er júst gjørt, so vón er fyri framan, men tað krevur politiska raðfesting. Hví eru ljóðbøkur góðar fyri børn og ung? Børn elska at hoyra søgur, og alra best er, um ein vaksin lesir upp fyri teimum, tá kann tann vaksni útdýpa og greiða frá orðum og hendingum børnini ikki skilja. Ljóðbøkur hava tann fyrimun, at barnið fær søgu, hóast tey vaksnu ikki hava tíð, og so ofta tað ynskir. Hvørja ferð barnið hoyrir søguna, fær tað størri innlit í, hvat søgan snýr seg um, og tey ókendu orðini byrja at geva meining og hendingarnar gerast týðuligari. Á hendan hátt, fær barnið eitt nógv størri orðfeingi á føroyskum og fær innlit í ymisk evni, onnur menniskju, størri vitan og áhuga og innlit í bókmentir, sum tað annars ikki hevði fingið. Við størri orðfeingi og breiðari almennari vitan verður lesiførleikin eisini mentur. Walkmaðurin er farin tíð! Í

frá 36 til 52 í einum

Síðani 2002 hava danir haft 52 vikur barsilsfarloyvi. Vit hava enn bert 36 vikur + 4 vikur áðrenn barsil, og má hettar koma uppá sama støði sum grannalondini, sum skjótast.  Hendan greinin vísir hvussu gongdin hevur verið í Danmark síðan fyrst í 1900 tá kvinnurnar sluppu at verða heima í 4 vikur við nýfødda barninum. Í 90'inum varð barsilsfarloyvið komin upp á 26 vikur, og gjørdi so eitt stórt lop, í einum, upp í 52 vikur í 2002.   Tí er einki til hindurs fyri, at leingja okkara barsilsfarloyvið úr 38 vikum upp í 52 vikur beinanvegin, í einum!  http://forside.kvinfo.dk/…/barsel-o…/barselorlovens-historie

Barsilsskipanin straffar tøtt børn.

  Tosaði við eina mammu í gjár, sum nýtir sín rætt, at hava barnið heima í eitt ár, hóast hon bert fær útgjald í 36 vikur frá Barsilsskipanini.  Hon kemur tí onga inntøku at hava í uml. 3 mánaðar. Maðurin og hon ynskja at fáa nr. 2 barn skjótt.  Trupulleikin er, at um hon eigur eitt barn áðrenn august næsta ár tvs. áðrenn hon hevur rindað inn til barsil í fullar 12 mánaðar, so kemur hennara barsilsútgjald at verða lægri við øðrum barninum.  Tí barsil verður útroknað eftir miðal inntøku seinastu 12 mánaðarnar - Tað er sera vanligt at eiga tvey tøtt børn, og ein kann spyrja, um hettar er rímiligt, at hava rætt til 12 mdr. barsil og allíkavæl skula missa pengar bæði við tí fyrsta og tí næsta barninum? Vit sum samfelag eru treytaði av høgum burðartalið, men skipanin, sum er til fyri at búskaparliga tryggja familjurnar við barnsburð virkar ikki nóg væl í summum førum. Tað er mítt ynski, at foreldur skula sleppa at verða heima hjá barninum til tað er eitt ár, og at barsilsskipanin tekur hædd

Bjørg Dam stillar upp

Bjørg Dam stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Eg bjóði meg fram til komandi løgtingsval, m.a. tí eg kann betra um lívið sum familja í Føroyum, sigur 39 ára gamla Bjørg úr Havn. Bjørg er ættað av Argjum, er gift og mamma at trimum børnum 0, 7 og 8 ár. Hon hevur lisið til eksportteknikara á Niels Brock, hevur m.a. verið handilsleiðari og sjálvstøðug vinnurekandi. Eftir fýra árum í TUTL fór hon at lesa føroyskt á Setrinum, hagani hon er í barsilfarloyvi í løtuni. Eg meti, at ein góður familjupolitikkur og vinnupolitikkur er loysnin úr nógvu avbjóðingunum føroyskar familjur og samfelagið stríðast við. At leingja barsil og geva foreldrum betri møguleika at verða um børnini tá tey eru lítil, er ein treyt fyri framburð og vøkstur í Føroyum og loysnin uppá tilflyting, støðugt barnatal, trivnað og menning hjá børnunum. Familjan skal sjálv óbeinleiðis verða við til at fíggja betraðu familjutreytirnar við at tillaga nýtsluvanarnar. Føroysk framleiðsla

Útbúgving til mammurnar

Tað er PRÓGVAÐ at tann besta HJÁLPIN fyri at hjálpa børnum ÚR fátakadøminum, er at ÚTBÚGVA mammurnar. Tí skula tær hava MØGULEIKA at nema sær útbúgving! Vit skula veita teimum kollegieíbúðir og hóskandi útbúgvingarstuðul. Við hesari lutfalsliga lítlu íløgu, geva vit børnunum tær bestu FRAMTÍÐARVÁNIRNAR. Felagskapir veita hjálp til sperd, tað er ordiliga gott! Best hevði verið, um samfelagið hjálpti á MUNABESTA hátt, sum er, at geva mammunum útbúgving!

Brot úr røðuni á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum leygardagin 18.apríl 2015

Familjupolitikk á dagsskránna! Tað er sera gleðiligt at hoyra í formansrøðuni, at barnafamiljur skulu fáa eina kærkomna hjálpandi hond longu næsta ár, tá Javnaðarflokkurin vil lækka barnaansingargjaldið niður í eina helvt. Familjupolitikkur er sum heild, alt ov óskipaður og niðurprioriteraður. Vit hava fiskivinnupolitikk, mentanarpolitikk, fíggjarpolitikk og heilsupolitikk, men ongan yvirskipaðan familjupolitikk. Eg haldi, at familjupolitikkur skal á dagsskránna komandi valskeið. Føroyska familjan er ein tætt knýtt siðbundin eind, sum veitir peningaligan stuðul, innivist, ráðgeving, eldra- og barnaansing, mat, lutir og alskyns aðra hjálp til sínar familjulimir. Hettar er gomul skipan, sum ættarlig hava uppbygt fyri at tryggja ættina. Eldri hjálpa yngri, yngri hjálpa eldri. Børnini hava verið saman við teimum vaksnu, og hava tikið eina hond í eftir førimuni. Í dag, líta enn nógvar familjur á hesa skipan fyri at yvirliva, ella hava eitt nøktandi lív, samanborið við aðrar familjur