Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2015

Bjørg Dam stillar upp

Bjørg Dam stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Eg bjóði meg fram til komandi løgtingsval, m.a. tí eg kann betra um lívið sum familja í Føroyum, sigur 39 ára gamla Bjørg úr Havn. Bjørg er ættað av Argjum, er gift og mamma at trimum børnum 0, 7 og 8 ár. Hon hevur lisið til eksportteknikara á Niels Brock, hevur m.a. verið handilsleiðari og sjálvstøðug vinnurekandi. Eftir fýra árum í TUTL fór hon at lesa føroyskt á Setrinum, hagani hon er í barsilfarloyvi í løtuni. Eg meti, at ein góður familjupolitikkur og vinnupolitikkur er loysnin úr nógvu avbjóðingunum føroyskar familjur og samfelagið stríðast við. At leingja barsil og geva foreldrum betri møguleika at verða um børnini tá tey eru lítil, er ein treyt fyri framburð og vøkstur í Føroyum og loysnin uppá tilflyting, støðugt barnatal, trivnað og menning hjá børnunum. Familjan skal sjálv óbeinleiðis verða við til at fíggja betraðu familjutreytirnar við at tillaga nýtsluvanarnar. Føroysk framleiðsla

Útbúgving til mammurnar

Tað er PRÓGVAÐ at tann besta HJÁLPIN fyri at hjálpa børnum ÚR fátakadøminum, er at ÚTBÚGVA mammurnar. Tí skula tær hava MØGULEIKA at nema sær útbúgving! Vit skula veita teimum kollegieíbúðir og hóskandi útbúgvingarstuðul. Við hesari lutfalsliga lítlu íløgu, geva vit børnunum tær bestu FRAMTÍÐARVÁNIRNAR. Felagskapir veita hjálp til sperd, tað er ordiliga gott! Best hevði verið, um samfelagið hjálpti á MUNABESTA hátt, sum er, at geva mammunum útbúgving!

Brot úr røðuni á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum leygardagin 18.apríl 2015

Familjupolitikk á dagsskránna! Tað er sera gleðiligt at hoyra í formansrøðuni, at barnafamiljur skulu fáa eina kærkomna hjálpandi hond longu næsta ár, tá Javnaðarflokkurin vil lækka barnaansingargjaldið niður í eina helvt. Familjupolitikkur er sum heild, alt ov óskipaður og niðurprioriteraður. Vit hava fiskivinnupolitikk, mentanarpolitikk, fíggjarpolitikk og heilsupolitikk, men ongan yvirskipaðan familjupolitikk. Eg haldi, at familjupolitikkur skal á dagsskránna komandi valskeið. Føroyska familjan er ein tætt knýtt siðbundin eind, sum veitir peningaligan stuðul, innivist, ráðgeving, eldra- og barnaansing, mat, lutir og alskyns aðra hjálp til sínar familjulimir. Hettar er gomul skipan, sum ættarlig hava uppbygt fyri at tryggja ættina. Eldri hjálpa yngri, yngri hjálpa eldri. Børnini hava verið saman við teimum vaksnu, og hava tikið eina hond í eftir førimuni. Í dag, líta enn nógvar familjur á hesa skipan fyri at yvirliva, ella hava eitt nøktandi lív, samanborið við aðrar familjur

Føroyskt mál: Walkmaður ynskist!

Tíverri Walkmenn eru antik og CD'menn eisini. Hettar er veruleikin og ger tað nærum ógjørligt hjá børnum at hoyra Mánalýsið, Tsatsiki, Harry Potter ella annað á føroyskum, sum støðan er í dag. Tíverri. Ljóðbøkurnar kunna keypast ella lænast á bókasavninum á bondum ella fløgum. Tað er gott, at tær kunna lænast, men bond og fløgur, sum miðil er oldað, og hetta ger, at børn í dag í roynd og veru ikki hava møguleika at hoyra føroyskar ljóðbøkur á teimum tólum tey eiga og  nýta í dag. Sum limur í Býarbókasavninum ber til at taka danskar ljóðbøkur og filmar niður á teldil, snildfon ella teldu ígjøgnum donsku bókasøvnini. Hettar er sera gott! Men sum er, er einki føroyskt tilfar tøkt at taka niður. Nei, føroyska tilfarið skal lænast á fløgum ella bondum, og verður tí enn meir afturúrsiglt og frávalt.  Tí skal føroysk tilfar raðfestast og gerast tøkt har børnini eru og á tólum tey eiga. Foreldur í Føroyum og kanska serliga útisetar, royna at fáa fatur á føroyskum tilfari, soleiðis at