Skip to main content

Posts

Showing posts from 2016

Hvønn skalt tú velja?

Tað er torført at velja sítt umboð í býráðið.  Vit í Javnaðarflokkinum halda áfram við góðu kósini til 2020, og eru trygga valið. Við mær, fær býráðið eina nýggja sterka kvinnu, sum arbeiðir fyri børninum, eldra- og lestraríbúðum, føroyska tilfeinginum, umhvørvinum - og bussi hvønn dag! Tað krevur góðar herðar at bera góðar tíðir - tí bjóði eg meg fram sum títt umboð. Kontaktin til sín býráðslim er týdningarmikil, mín hurð, telefon og teldupostur eru altíð opin. Vh. Bjørg Dam. tlf. 211428. bjorgdam@gmail.com

Myndir og innsløg frá pallborðsfundinum um endurnýtslu og tilfeingi:

Fitt av fólki varð komið saman at varpa ljós á endurnýtslu og tilfeingi í skúlanum við Løgmannabreyt Sunnudagin 30.okt. 2016 varð pallborðsfundur. Evnið var: endurnýtsla, ístaðin fyri at brenna, hvussu leingja vit liviringrásina av okkara tilfeingi. Hettar er ein grein við vælkomutaluni og svørunum uppá tveir settar purningar panelið, ið varð mannað av øllum flokkum, fekk undan funin. Umhvørvistiltakið, sum var í skúlanum við Løgmannabreyt, meti eg, varð sera væl eydnað. Familja, vinir og fólk innan renovatión, umhvørvisáhugaði ellars og fleiri valevni møttu. Vælhugsandi er, at tann, ið kemur at manna umhvørvisnevndarsessin í býráðnum varð til staðar hendan sunnueftirmiddag, og hevur fingið væl í viðføri við kunning, ráðum, ynskjum og upplýsing m.a. frá Aslaug Gisladóttir, um ringbúskap og Martini á Fløghamri, um umhvørvisarbeiði. Mín vón er, at hetta tiltakið er við til eina nýggja umhvørvis- og endurnýtslukós fyri kommununa. Tiltakið byrjaði kl 4 við at fyriskiparin b

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleikin hj

Barnamál: ein purple húgva!

Hví sigur ein 1 ára gamal "ein purple húgva?" Appir á teldlum eru sera hent og góð amboð at læra smábørnum um litir, mál, formar, ljóð og annað.  Trupulleikin er, at nærum alt tilfarið er á øðrum máli enn føroyskum. Tí læra okkara børn litir, formar, djór og annað fyrst á øðrum máli, enn móðurmálinum, tá tey sita við teldli og spæla.

Har fór bussurin....

Higartil í dag, 26.okt. nú klokkan er 16.00, hava gott 4500 fólk koyrt í okkara bussum. Saman koyra vit grønari, tí er tað sera gleðiligt, at fleiri og fleiri taka bussin. MEN eg stúri. Tí fleiri av hinum flokkunum leypa nú í valstríðinum á okkara bussleið. - Ístaðin fyri at útbyggja okkara bussleið, vilja teir niðurlaga hana. - Hettar eru fólk, sum ikki sjálvi koyra buss. Tí duga tey ikki at síggja stóra virði og tørvin á einari bussleið. Vælsignaðu menn og kvinnur, komið heldur við í bussin. Latið bilin standa og kom við... Tess fleiri vit eru sum koyra, tess betri grundarlag fyri einari betri bussleið. - Mítt mál er ein betri og grønari bussleið tí fari eg at verja hana alt eg eri ment. Hon skal koyra so bilurin kann standa, tí saman koyra vit grønari. Kom við til 2020 Bjørg Dam Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu. Les meir á  bjorgdam.blogspot.com

STÓRUR PALLBORÐSFUNDUR: Brúka og endurnýta heldur enn at brenna.

Stórur pallborðsfundur um endurnýtslu og føroyska tilfeingi verður í Skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 30.okt. kl. 16. Spurningurin er: Ístaðin fyri at brenna ella tyrva virðismikið tilfeingi, hvussu kunnu vit í Tórshavnar kommunu endurnýta meir og á tann hátt, leingja livitíðina av okkara virðismikla tilfeingi? Lagt er upp til undirhald, framløgur og heitt gevandi kjak millum valevnini, sum skal lýsa kommunalar møguleikar og loysnir. Hvør í sær, skula valevnini sannføra fundarfólkið um, hvagar umhvørvisatkvøðan er best givin. Aslaug Gisladóttir Umhvørvisleiðari á IRF heldur framløga um Ringbúskap  (cirkulær økonomi), sum er ein háttur at nýhugsa nýtslu og framleiðslu á ein umhvørvisligan og handilsliga burðardyggan hátt, og er eitt móttrák móti ráðandi ”nýt og koyr burtur” mentalitetinum.  Umboð frá Føroya Náttúru og umhvørvisfelag Martin á Fløghamri hevur eitt innlegg. Umframt tónleik frá Jens Marna verður framsýning av lutum og vørum, ið vanliga ella ofta verða koyrda

500 nýggir bústaðir í 2020

Uppgávan hjá kommununi tá tað kemur til bústaðir er m.a., at útvega jørð til privat fólk og fyritøkur at byggja á og skipa byggisamtyktirnar. Sitandi býráð, hevur leingi arbeitt við at bøta um bústaðarmøguleikarnar í kommununi, og hetta sæst aftur í øllum verkætlanunum, ið eru í gongd. Í 2020 verða tað sostatt yvir 500 nýggir bústaðir í Tórshavnar kommuni. Eg haldi, vit skula raðfesta eldra- og lestrarbústaðir hægst, tí ungdómurin tímir ikki at búgva heima hjá mammu og babba, og tí velja summi at flyta av landinum. Ein háttur er, at tey ungu fáa møguleika at leiga lestraríbúðir, tá verða tey eggjaði at fara í læru ella í skúla. Okkara eldru borgarar skula hava eitt serligt felagsbústaðarøki, har tey hava atgongd til størri felagshøli, felags køk og matgerð og neyðuga hjáp, um tørvur er á tí. Bústaðirnir skula verða hóskandi í stødd, prís og við atliti til viðlíkahaldskravi. Við hesum verða fleiri størri hús tøk á marknaðinum, til tær stóru familjurnar at flyta inn í. 

20 milliónir til "Heitar hendur"

Tað er sera gleðiligt, at øll í flokkinum ganga saman um, at raðfesta eldraøki við 20 milliónum til tað vit kalla "Heitar hendur". Hugtakið heitar hendur fevir seg um eyka náttarvakt til heimahjálpina, fyribyrging, endurvenjing, umlætting, demensomsorgan, ansingarsamsýning og dagtilhald. "Heitar hendur" bøta sera nógv um gerandisdagin og trivnaðin hjá okkara eldru, tí raðfesta vit øki.

Valskráin løgd fram á Trappuni "KOM VIÐ TIL 2020"

Í morgun kl.10 varð valskráin "Kom við til 2020" løgd fram. Øll 16 valevnini vóru møtt upp og forkvinnan Bjørg Dam, bjóðaði vælkomin og presenteraði valevnini. Brot úr vælkomurøðu míni: “ Góðan morgun øll somul, eg vil vegna Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ynskja øllum hjartaliga vælkomin á tíðindafundin her á Trappuni. Summi halda, tað er djarvt at hava ein tíðindafund úti á heystardegi. Tað krevur dirvi at stilla upp og tað krevur dirvi at stýra Tórshavnar kommunu.  TAÐ SKULA GÓÐIR HERAR AT BERA GÓÐAR TÍÐIR, tí stillar Javnaðarflokkurin í Suðurstreymi upp við einum góðum lista við 16 valevnum. Bæði við royndum og óroyndum, umboðandi øllum aldrum. Við 8 kvinnum og 8 monnum er javnstøða.    Valevnini koma úr allari kommununi. Tað er gleðiligt, tí Javnaðarflokkurin er fyri øll í allari kommununi. Fitt av fólkið vóru møtt upp. Eisini tey nógvu, ið "duttu" framá trappufundin, fingu kenslu av góða og vónríka stemninginum. Tónarnir frá Jens Marna setti sum

Tíðindafundur verður á trappuni : “Kom við til 2020”

Lesið eisini : VALSKRÁIN LØGD FRAM Javnaðarflokkurin bjóðar øllum við til 2020 Hesi valevni hjá Javnaðarflokkinum bjóða seg fram at leiða Tórshavnar kommunu inn í 2020. Á listanum eru bæði roynd og nýggj valevnir. Valevnini koma úr allari kommununi. Tað er gleðiligt, tí Javnaðarflokkurin er fyri øll í allari kommununi. Valskráin við heitinum verður almannakunngjørd á tíðindafundi hósdagin 20. oktober, kl. 10:00 á Trappuni. Valskráin verður eisini borin út til øll húski í kommununi. Valevnini eru: Heðin Mortensen Helena Dam á Neystabø Bjørghild Djurhuus Tróndur Sigurðsson Kristianna Winther Poulsen Hákun Skoubo Dalsgaard Odd Færø Emly Djurhuus Djóni Nolsøe Joensen Høgni Joensen Bjørg Dam Halla Samuelsen Unn Sørinardóttir Perdomo Theresa Turiðardóttir Kreutzmann Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð Heri Ólason Dam Suðurstreymoyar Javnaðarfelag

UMHVØRVISPOLITIKKURIN er samtyktur, nú skal raðfestast

Eg fegnist stórliga um, at býráðið 12.9.2016 samtykti umhvørvispolitikkin fyri Tórshavnar kommunu. Nú er fyrsta stóra takið tikið til eina grøna kommunu, vit øll kunnu verða stolt av.  Fyri at politikkurin i kki skal enda í einari skuffu, er tað sera týdningarmikið at ein eldhuga grøn sál kemur í býráðið at fremja umhvørvispolitikkin í verki. Soleiðis stendur at lesa á torshavn.fo: "Umhvørvispolitikkurrn stingur út í kortið, hvussu vit í øllum virksemi taka atlit at umhvørvinum soleiðis, at komandi ættarlið hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna og tess tilfeingi eins og undanfarin ættarlið. Til ber at lesa samtykta umhvørvispolitikkin  HER .  Nú verður arbeitt víðari við at gera ein faldara til umhvørvispolitikkin. Hesin faldari kemur á torshavn.fo í næstum."  Vit sum brenna fyri umhvørvinum vita, at tað eru nógvar avbjóðingar á økinum - hugburðsbroyting er eitt, tora at seta umhvørviskrøv er eitt annað.  Eg havi sett mær 6 mál, at arbeiða ímóti fram til 202

Tey bleytu í ferðsluni

Komandi valskeið verður koyrandi ígjøgnum undirsjóvartunnilin. Bilasølan slær met ársfjórðing eftir ársfjórðing. Bilferðslan bara veksur og veksur.  Trygdin hjá børnum, súkklum og gongufólkum skal raðfestast hægst, og tí skal alt vegakervið í kommununi tillagast okkara bleytu í ferðsluni. Umhvørvið og likamið hevur best av at vit flyta okkum sjálvi, tí skula súkklubreytir, bungur og smalkan av vegnum og onnur ferðslutálmandi átøk tryggja vegirnar.  Nógv er gjørt, nógv er eftir.  Kom við okkum til 2020. Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.  Bjørg Dam

Tað stinkar, tá kloakkin ikki virkar!!

Tá tað riggar at skola niður, tekur tú tað fyri givið.  Tað er, tá tað ikki riggar, tú merkir tørvin á einari vælvirkandi kloakskipan. Tað er, tá gjøgnumtreingjandi septangaroykurin stendur úr kummuni - tú veruliga setur prís uppá eina vælvirkandi kloakk.  Tað er, tá tú stendur illa sprongdur og kumman er full, tú minnir teg á, ongantíð at taka kloakskipanina fyri givið aftur. Í Eysturbýnum vit búleikaðust eitt skifti, mátti sepitangabilurin koma 2-3. hvønn mánað við slanguni gjøgnum alt húsið.  Eg kenni trupuleikan, og seti tí sera stóran prís uppá góðu kloakskipanina her vit búgva nú.  - Takk fyri tað, Tórshavnar kommuna!  Eg unni øllum borgarum í kommununi góða kloakk og ongan septitangaroyk, tí tað stinkar! Nú havi eg als ikki nevnt allar kloakkirnar, ið muga reinsast og leggjast um, so tær ikki renna út í áirnar og dálkað umhvørvið. - Tað verður eina aðruferð.  Kom við okkum til 2020. Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommun

Eik stuðlar Stella Polaris komandi 4 árini

Óskar Eiriksson, Bjørg Dam, Ólavur Jensen, leiðari á Marknaðardeildini hjá Eik, Malan Thomsen og Uni Árting. Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris. Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði. Endamál Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum. Arbeiða við at betra konseptið.  Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at betr

Kommunan eggja til grønari íverksetan

Íverksetarahúsið HUGSKOTIÐ Kommunan eggjar til grønari íverksetan  Kommunan hevur eina góða skipan í U MHVØRVISSTUÐULINUM, sum við at lata stuðul til grøna íverksetan eggjar íverksetarar at hugsa grønt.  Eisini hevur kommunan við Íverksetarahúsinum bøtt munandi um umstøðurnar hjá íverksetarum sum heild í kommununi. Tvey sera gagnlig og virðisskapandi átøk. Eg ynski at kommunan í enn størri mun, kann eggja til grøna íverkseting, við at byggja uppá verandi skipanir. Tað liggur ein stór ábyrgd hjá kommunum og landi, tá tað umræður hugburðsbroytingar til umhvørvið. Initiativið liggur tí hjá tí almenna, tí umhvørvisátøk ofta krevja eina tillaging í gerandisdegnum hjá fólkum og tey geva eitt størri samfelags- og umhvørvisyvirskot heldur enn tað stóra avlopið á fíggjaryvirlitinum hjá vinnuni. At skapa eina hugburðsbroyting millum fólk og íverksetarar ger, at vinnan fer at kunna fáa fyrimunir av, at taka við umhvørvisátøkum. Tað síggja vit, eitt nú við at fyritøkur brúka umhvørvið

Slow ferðavinna: Fleiri inntøkur betri umhvørvi

Slow-ferðavinna, er altjóða heiti, har ferðafólkið tekur sær stundir at kenna ferðamálið og mentanina gjølla. Les meir um  slow travelling Í Føroyum skula vit leggja okkum meir eftir hesum ferðafólkunum, tí tað eigur ikki verða talið á ferðafólkum, sum er málið, men støddin av valuta tey leggja eftir sær, og minimeringin av neiligu sporunum eftir ferðafólkunum í umhvørvinum. Atlit skula takast til bygdafólkið, og skula tey órógvast í minsta mun.  Fyri at røkka slow-ferðafólkum má tænasta og góðska verða í hásæti.  - Kommunan skal stuðla uppundir privatum initiativum - skapa røttu karmarnar fyri, einari skilagóðari og burðardyggari  ferðavinnu, sum gevur avkast, eisini úti um landið.  Hetta vil eg arbeiða fyri á Vaglinum.  Bjørg Dam  Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.  Áveg til grottokonsert Fantastisk slow ferðavinnuuppliving

Bussleiðin skal gera tað lættari at seta bilin

Vit hava bygt upp eina fantastiska ókeypis bussleið, sum hevur gjørt, at nógv fleiri borgarar í Tórshavnar kommunu koyra buss, heilar 100.000 ferðandi koyra buss teir 24 dagarnir um mánaðin, umroknað til heilar dagar, bussurin koyrur. Bileigarar hava haft møguleika at seta bilin í ávísum tíðarskeiðum. Bilurin hevur tó verið neyðugur at haft, tí bussurin koyrir ikki hvønn dag og bert partar av leygardegnum, sum er. Nú er tíðin komin til at bilurin skal kunna setast, tí bussleiðin skal koyra hvønn dag, og nóg ofta til at øll skula kunna velja bilin frá. Kostnaðarmetingin fyri hesa bussleið eg droymi um, kostar einar 3-6 milliónir meir. Ein stór upphædd, men hyggja vit eftir teimum menniskjaligu, umhvørvisligu og eisini fíggjarligu ágóðarnir eru, so er lætt hjá mær at taka støðu. - Felagsflutningur er nógv betri fyri umhvørvið - Foreldur kunnu í nógv størri mun lata børnini koyra til og frá við bussinum - Øll, sum ikki kunnu koyra bil, vinna stóra fríheit, um tey kunnu líta á bus