Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2022

Jenis, hvør skal nú veita børnunum undir skúlaaldri sernámsfrøðiligan stuðul?

  -Nú Sernám greitt meldar út í brævið til dagstovnar, at tey ikki veita sernámsfrøðiliga ráðgeving longur, vil eg stilla landsstýrismanninum í mentamálum Jenis av Rana, sum eigur børnini spurningin:   - hvør skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til børn undir skúlaaldur og familjum teirra?   Vit eru sera nógv, sum í fleiri ár hava rópt um at Sernám ikki hevur røkt sínar skyldur - orsøkina síggja vit í veiktorðaðu lógini, ið bert hálvlunkað leggur nakað av ábyrgd av serøkinum á Sernám, og annað beinleiðis til landsstýrismannin!    -Landsstýrismaðurin fer helst siga, at hann hevur givið Sernámi uppgávuna at røkja, ímeðan Sernám sigur, at vit hava ikki fingið pening til at røkja uppgavuna!.    - Vit kunnu bara staðfesta, at børn detta ímillum og verða koyrd rund í skipanini í fleiri ár, og nú má greiða fáast á!   -Í fólkaskúlalógini §4 stendur, “Sernám veitir skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum, sernámsfrøðiliga og sálarfrøðiliga ráðgeving”. Eisini stend

Hitaætlan, vitan og royndarverkætlanir skula tryggja orkuskiftið í Tórshavnar kommunu

Vegna høga oljuprísin og størri umhvørvistilvit er nú rættilig ferð komin á orkuskiftið. Bert í ár hevur Tórshavnar kommuna fingið 201 umsóknir um jarðhita, hetta í mun til 128 í 2021, 108 í 2020 og 84 í 2019. Stóra íløgan í Fjarhitaskipanina hevur ongantíð givið størri meining enn júst í dag. Tí í dag verður latið upp fyri høvuðsleiðingini á Svínaryggi og Vesturbýurin verður knýttur í. Frá í dag av spara vit meir enn 350.000L av olju. Upp ímóti 1700 brúkarar eru í fjarhitanetinum í dag, men vit arbeiða við at kunna knýta fleiri uppí samhaldsføstu skipanina. Ætlanin er at býlingar kunnu taka seg saman og í felag fara uppí fjarhitaskipanina. Men fleiri faktorar spæla inn, tá ein skal meta um, hvør orkukelda er best fyri teg. Tað veldst um staðseting, slag av húsum, bjálving, grannalag, osv. Jarðhitin er vorðin rættiliga populerur, men har sum tætt er millum húsini, kann tað forða fyri, at fleiri í grannalagnum kunnu fáa sær jarðhitahol, tí ov stutt má ikki vera ímillum tey. Í tætt bygdu