Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2020

Børn við serligum tørvi ongan góðan í Tórshavnar býráð.

Nú skúlarnir byrja aftur, eri eg sera glað at frætta, at Vestmanna skúli hevur fingið serflokkar. Nú fáa børnini við avbjóðingum so sum ADHD og autismu í Vestmanna eitt gott og nøktandi skúlatilboð inni í skúlanum, saman við vinum og tí kenda.    Í heyst stendur føroya størsti fólkaskúli, Skúin á Fløtum liðugur.  Men tíverri hevur Tórshavnar býráð ikki sæð tað neyðugt at gera karmar ella pláss fyri serflokkum inni í stóru glasborgini á Fløtum, hóast har fara at ganga yvir 700 næmingar!  Tað er hugstoytt at hugsa, hvussu nógv børn ikki fáa nøktandi skúlatilboð í Tórshavnar kommunu! Tað er ein skandala av teimum ringastu, og tað undirstrikar, hvussu lítið innlit í serøkið og, hvussu lítla raðfesting børn við avbjóðingum hava í Tórshavnar býráð.   Tað eru 6 skúlar í Tórshavnar kommunu við fleiri enn 200 næmingum og bert ein hevur serflokkar inni í skúlanum, tað er Hoyvíkar skúli. Í restina av Føroyum eru 11 fólkaskúlar við uml. 200 næmingum og uppeftir, harav hava nú 7 skúlar serflokkar.