Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2019

Bjørg Dam stillar upp til fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.

Seinasta val varð Bjørg vald sum annar varalimur og hevur haft sæti á løgtingi. Í løtuni situr hon í býráðssessinum hjá Heðin Mortensen í Tórshavnar býráð. Nýliga er hon vald sum forkvinna í ADHD felagnum, og ætlar hon at broyta lívið við ADHD í Føroyum - Við røttu viðgerðini ber til, at ADHD verður ein góður fylgisveinur, sum er við til at ríka lívið hjá tí einstaka og okkara samfelag.  Tí fólk við ADHD hava serstakar eginleikar, sum gera at tey kasta í samfelagi við nýskapandi hugsanum. Tey síggja ofta øðrvísi loysnir og hava ofta dirvi og drívmegi sum fáur. Bjørg er 43 ár uppvaksin á Argjum og býr saman við manni og 5, 11 og 12 ára gomlu børnunum á Ternuryggi í Havn. Hon er sjálvstøðug vinnurekandi og heldur, at smápartafeløg skula eisini kunna tekna sjálvboðna sjúkratrygging so sum einstaklingafyritøkur kunna í dag. Eisini heldur hon, at fyritøkur ikki skula rinda kringvarpsgjald. Øll árini hevur Bjørg arbeitt fyri umhvørvinum, og gleðist yvir, at flestu politikarar nú byrj

Øll børn við serligum tørvi í "Ta góðu tilgongdina"

 "Tann góða tilgongdin" snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra. Hetta serliga í mun til samstarv við almennu myndugleikar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað.   Tíverri er tilboðið ikki galdandi fyri børn við øðrum avbjóðingum sum eitt nú ADHD. Tað er sera óheppið at landið ger so stóran mismun millum børn.