Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2020

Viðmerkingar og áheitan til teknisku nevnd um bussleiðina

Í fjør skrivaði eg sum býráðslimur, hesa áheitan til teknisku nevnd, út frá viðmerkinum eg fekk frá borgarum. Tað fyrsta punktið er broytt eftir tilmælinum, men hini eru enn ikki. Eg fari framhaldandi at arbeiða fyri einari nógv betri bussleið. 1: -  Við at koyra hinvegin runt um Ovaru Hoyvíkina (niðan eftir Løgmannabreyt og runt klingruna norðeftir) høvdu busssteðgistøðini verði á somu síðu, sum flest allir stovnar, og tí høvdu brúkarnir sloppi undan at ganga yvirum vegin.  Viðmerkingar: Tad er vid bivandi hjarta, at eg sendi mín son avstad vid bussinum nú, tey skulu yvirum VeginLanga við Hoyvíkar Skúla. Og eg tori ikki at hugsa um tá myrku vetrarmorgnarnar vid regni og ringum sýni 😟 -Bussurin steðgar mótsattu síðu Hoyvíkar skúla og børnini skula gang a yvirum vegin. Nú er busssteðgistaðið flutt, soleiðis at børnini skula ganga longri. 2: Skúlarnir  á Velbastað og Kaldbak áttu at haft møguleika at tilkalla kommunala koyring í hóskandi akfari til undirvísingartímar sum ikki er á staðn

Betri buss: Velbastað, Kirkjubø, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Signabø, Oyrareingir og Kollafiri!

  Tað skal verða gjørligt at búleikast uttan bil í Tórshavnar kommunu.    Í fjør spurdi eg á mínum facebookvanga, hvussu bussleiðin kundi betrast á teirra øki. Fleiri skrivaðu tá, og nú eg spyrji aftur, er ikki nógvur bøtt. Foreldur muga koyra og heinta børn alt ov ofta, tí tað er torført at fáa fáu túrarnir at passa. Eisini er skúlagongdin darvað av ringa busssambandinum. Tað tekur børnunum 3,5 tímar at fara til Havnar at svimja í 1 tíma.  Undirvísingartímar av bygdini, tiltøk og túrar kosta ov mikið í bíðitíð. Tað gongur út yvir børnini og er ikki nøktandi. Hettar fari eg at gera nakað við beinanvegin!   Fleiri fólk úr norðaru bygdunum hava ynskt, at bussurin koyrir eftir Vegnum langa heldur enn Hvítanesvegnum, tí so nógv virksemið er eftir vegnum og niðaneftir. Hettar eigur ikki at verða nakar trupulleiki at framt beinanvegin.  Um eg verið vald, fari eg eisini at kanna, um skúlar skula hava møguleika at tilkalla koyring í hóskandi akfari. Í vikuskiftinum steðga bussarnir at koyra kl

Argir skal dagførast: Buss og gøtur skula binda Argir saman.

  Seinast í 1980’unum droymdi eg um, at kunna taka bussin frá Støðni, har eg vaks upp, og niðan á AB vøllin at sparka. Nú eru so Hamarin, Kongavarði og Klingurstjørn komnar afturat. -Ongantíð hevur tað verið týdningarmiklari at hugsa at samanbinda bussambandið, so Argir kann verða ein samanhangandi eind, og børnini kunna fara í skúla og á vøllin við bussi. Tað eigur sjálvsagt at verða eitt grundprinsipp við bussinum, at børn í býlinginum kunna taka bussin aftur og fram í skúla og til stóru ítróttarøkini. Eisini skula gøtur skula ganga oman, niðan og yvir, so tað er trygt at ferðast til gongu og á súkklu úr enda í annan. Gongur gøtan yvir ein veg, skal ein góður gonguteigur hjálpa gongufólkinum yvirum trygt. Lítið er broytt niðrið á Argjum og hetta til valið, fari eg at skriva um mínar hugsanir um dagføringar. Tað verið seg um heildarætlan av vegabreiðkan, seiðaberg í Støðni, minnisvarðin o.a.. Situr tú inni við einhvørjum vil eg fegin hoyra. Ring ella skriva á tlf 211428 /

🔥🌎Vit skula brenna 50% minni! 🌱🔥

Ja, tað ber væl til um viljin er tilstaðar. - Treytir eru: -At tað er skjótt og stutt til endurnýtslustøðir, sum vera settar upp ymsastaðir í kommununi.   -At handilsvinnan fær fíggjarligan fyrimun við at lata skilt rusk inn, líkasum IRF hevur gjørt í fleiri ár. -At avtala verður gjørd við biogassverkið Førka, um at taka ímóti lívrunnum húsarhaldsburturkasti. -At kommunan ger eina endurnýtslumóttøku við upphøggi og sølu av eitt nú byggitilfari og eykalutum til bilar o.líkn. Í dag verður alt urtagarðstilfar tyrvt! - Eg vil, at allur urtagarðsvøkstur skal komposterast til mold, flisast, trø og greinar turkast, so borgarin kann keypa tað bíligt aftur. Umhvørviságóðin er stórur , men eisini sosialur vinningur er, tí kommunan saman við Dugna ella líknandi stovni, skapar nógv góð og meingingsfull størv. Búskaparligi vinningur skal ikki undirmetast, tá vit leingja um livitíðina á lutum og minka innflutningin! Kommunur aðrastaðir hava í nógv ár tikið hesa ábyrgd, nú er tað okkara tørn. Eg b

Eg ynski eina ADHD/ADD/autismu ábyrdarfulla kommunu!

Tá illgruni er um diagnosu, skal serligt fakfólk beinanvegin á banan og hond skal takast um familjuna. -Soleiðis geva vit børnunum bestu fortreytir at mennast og læra í einum umhvørvi, ið møtir teimum. Eisini lætta vit um hjá foreldrum, avvarandi og starvsfólkunum á stovnum og skúla. Umleið 5% av børnum hava ADHD/ADD og 1% hava autismu, tí er manglandi ella alt ov sein útgreinan, nakað flest øll starvsfólk innan barnaøkið kenna. Tað eru námsfrøðingar í starvi hjá kommununi, sum hava stóru uppgávuna at siga frá, tá børn ikki mennast aldurssvarandi, og tá tey tiltøkini teir seta ígongd ikki hjálpa barninum nóg mikið. Námsfrøðingarnir senda fyrst boð til Barna & ungdómsdeildina (B&U). B&U kemur við sínum sernámsfrøðiligu amboðum og møguliga verða nakrir eyka tímar settir inn. Hevur barnið ADHD/ADD ella autismu, so vil hettar átakið ikki hjálpa. Tí talan er um menningarólag, sum krevja útgreinan á psykiatriini. Ein diagnosa ger, at børnini fáa viðgerð frá heilsuverkinum og/ell

Nýggjar sjónligar gonguteigar!

Nógv tora illa at ganga úti í ferðsluni, tí farleiðin er ov ótrygg. Nógv foreldur tora illa ella als ikki, at lata børnini ganga sjálvi og koyra heldur børnini í skúla, til ítriv o.a. Koyristólsbrúkarar og illa gongd kunna ikki ferðast í pørtum av kommununi, vegna manglandi gonguteigar og ov høgar kantsteinar. Bilarnir fylla nógv og tá Eysturoyartunnilin letur upp verður uppaftur verri! Tí eg ynski nýggjar, betri merktar og upplýstar gonguteigar. Eisini skula serligir gonguteigar verða við gongufólkaknútapunkt, so sum busssteðgistøð, skúlar, dagstovnar, ítróttaanlegg við meira.  Vit eiga at hyggja út í heim eftir, hvussu onnur lond uppmerkja sínar gonguteigar, tí sjálv visuella effektin við uppmálingini er ein partur av loysnini at skapa størri ans og virðing fyri sjálvum gonguteigum og gongufólki. Tað skal verða trygt og gott at ganga hjá øllum! Tú kanst hjálpa við at seta sjóneykuna á gonguteigar, hetta við at taka myndir av gonguteigum, ið onkusvegna eru merkisverdir. Tað kann verða

Skúlin á Fløtum letur upp fyrsta dagin, uttan serflokkar!

Leinkja til serflokkar   Í juni var eg vil at senda innarliga áheitan til Tórshavnar kommunu um at finna pláss til serflokkar inni í nýggja skúlanum á Fløtum. Tí gjørdi eg saman við ADHD felagnum býráðið og kommununa varuga við hetta. Hetta fyri, at tey høvdu ein møguleika at arbeiða skjótt og finna pláss til serflokkar, áðrenn skúlin skuldi lata upp. Men tað er tíverri eingin vilji til tess, og nú letur skúlin upp uttan at serflokkar eru inni í skúlanum! Hóast, -Nýggi skúlin á Oyrarbakka, sum júst er upplatin hevur serflokkar. -Nýggi skúlin sum lat upp fyrr í ár í Klaksvík eisini hevur serflokkar. -Skúlin í Vestmanna í ár fyri fyrstuferð hevur 2 serflokkar. -Skúlin í Sørvági í fjør tók niður gomlu serflokkastovurnar fyri at byggja upp nýggjar og betri innrættaðar, soleiðis at børnini skuldi fáa bestu læruumstøðurnar. -Lærarafelagið og pedagogfelagið vórðu spurd til tiltakið Megnartak í fjør, og tóku bæði undir við skipanini um serflokkar. Kunngerðin um serflokkar varð lýst í fjør, og

Fleiri tillagaði størv í kommununi.

Kommunan skal bjóða hóskandi tal í av tillagaðum størvum og útbúgvingarmøguleikar til fólk við skerdum førleikum, ella sum av onkrari orsøk hava tørv á hjálp við at koma á arbeiðsmarknaðin. Nú sitandi meiriluti í løgtinginum er í gongd við at gera umstøðurnar verri hjá fólkum í tillagaðum starvi, er tað enn týdningarmiklari at kommunan betrar um tilboðið, og orðar ein starvspolitik um tillagaði størv og starvsvenjing.  Hetta kann gerast við at seta krav um at eitt hóskandi tal av fólkum skula verða í tillagaðum starvi í kommununi. Vit gerast ein betri og ríkari kommuna, um vit syrgja fyri, at borgarar kunna hava eitt virðiligt, trygt og so langt arbeiðslív sum gjørligt. Tað hevur ikki einans sera stóran týdning fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka, men eisini hjá restina av familjuni. Eg fari at tryggja fleiri tillagaði størv í kommununi, fái eg sæti í býráðnum. BjørgDam.fo Valevni á lista C