Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2022

Framleiða vetni innan trý ár!

  Árið 2021 toppaðu føroyingar oljunýtsluna og nú gongur rætta vegin, men vit skula hava eina langtíðarætlan, gott samstarv, framskygni og grønar politikarar fyri at røkka á mál.    Vit hava brotið linjuna, funnið melodiin og skula halda áfram við at seta vindmyllur upp, sum geva okkum nóg mikið av orku til at framleiða el. Samstundis fara vit at hava nóg mikið av avlopsorku til at framleiða vetni, ammoniak og annað biobrensil, sum er framtíðar orka til tunga ferðslu, vinnu og skip.    Tað er boðskapurin frá Kára Mortensen á hugaverdari framløgu fyri náttúru og umhvørvisnevndini í dag. Hann vísti á eina granskingarverkætlan, um at byggja eitt elektrolysuannlegg í Tórshavnar kommunu, sum kann framleiða vetni, oxygen og eini 30GWh av hita, ið kann koyrast inn á fjarhitanetið.    Vit loysa avbjóðingina við at tung ferðsla kann koyra grønt. Síðuvinningurin er, at laksavinnan er stórforbrúkari av oxygeni, umframt at fjarhitanetið verður framtíðartryggja orku. Hettar er ein sera framskygd o

Jólatræið í Hoyvík tendrað

  Rørandi løta í kirkjuni Í ár var eg so heppin, at tendra jólatræið í Hoyvík. Vegna veður flutti tiltakið inn í vøkru heitu kirkjuna, sum veruliga setti rætta karmin um røðuna, har kirkjan og kæri abbi mín vórðu umrødd.   Her er røðan eg helt:   Hjartaliga vælkomin øll somul til hesa hugnaligu løtu, har vit fara at tendra jólatræið í Hoyvík. Eg eri serliga errin og glað fyri, at verða boðin at tendra jólatræið í Hoyvík, tí hóast eg búði úti við Støðna á Argjum og gekk í Nonnuskúlanum, so havi eg slitið mangar barnaskógvar her í Hoyvík. Hettar varð tíðin áðrenn frítíðarskúlar. Hettar var tíðin, tá nógvar mammur vórðu farnar á arbeiðsmarknaðin, eisini mín. Tí tók eg, so at siga hvønn dag 3’aran úr Steinatúni niðan á Hvítanesvegin, har omma og abbi búðu. Fara vit 2-300 ár aftur í tíðina, so var Hoyvík lítið annað enn Hoyvíksgarður. Í 1810 búðu 10 fólk á garðinum og 6 hjá uppisitaranum.Flyta vit fram fyrst í sjeytiárini, búðu um 70 fólk í Hoyvík. Barnatalið var so lítið, at tey

Bjørg'sa jólaligi valsangur!

    🎁🎶 GÓÐU VELJARAR 🧑🏽‍🎄🎅🎶  Fyri at stytta tíðina til valið, havi eg gjørt ein jólaligan valsang.     🎶 Gerið so væl, og syngið endiliga við  🎶  Leinkja til sangin:  Løgtingsvaliði hevur tað til felags við jólini, at vit ynskja okkum alt millum himmal og jørð, men vit vita eisini, at tað ber ikki til at fáa alt! Tí snýr tað seg um, at velja ein politikara, sum ikki einans lovar tað tú ynskir tær, men eisini hevur víst, at hon dugur at fáa vallyftini framd. -Tað krevur nógva orku🔥 , áhaldni og slagkraft av politikaranum, um hon skal fáa vallyftini í framd! -So góði veljari, hettar er 9'indu ferð eg stilli upp, eg havi nógva orku og víst í verki, at eg gjøgnumføri tað eg seti mær fyri! Nú er mítt stórsta ynski, at koma inn á løgting, so eg kann fáa míni hjartamál framd.    💙 Børn og vaksin við serligum tørvi 💙 Ein hurð til alla hjálp – og burtur við bíðirøðum 💚 Skjótt og klókt orkuskifti 💚 Endurnýtsla, 🇫🇴 stuttflutt 🇫🇴 og reint umhvørvi 🇫🇴 Okkara dýrabæra m

 Fyribyrging fyribyrgir at senda børn av landinum!

Ongi børn skulu sendast av landinum, tí vit skula seta tíðliga inn! -Børn eru vanliga ikki fødd “serligt samansett”, sum tað varð tosað um í KVF, at hesi børnini eru. Tey fáa hasar avbjóðingarnar, tí tey ikki verða hjálpt tíðliga! Men í dag eiga vit ikki hesa serfakligheitina, eiheldur eina fyribyrgjandi skipan, sum fyribyrgir at børn fáa tað so ringt. Tí skal alt barnavernd/serøkið skal reformerast. M.a. skal serfakligheitin økjast nógv og ein stovnur setast á stovn til hesi børnini, sum vit ikki klára at hjálpa í dag Men tað snýr seg um fyribyrging og tíðliga hjálp! - Men eg eri sera fegin um, at fleiri taka evnið upp og siga seg vilja gera nakað við tað! Spurningurin er bara, um tað er verðulig handling aftanfyri føgru orðini, tá tað kemur til stykkis? #GANGikkiØRGvelBJØRG

-UMSORGANARSVIKT OG SPARA EFTIR REYV!!

-UMSORGANARSVIKT OG SPARA EFTIR REYV!! Fosturforeldraskipanin hevur veitt ov lítið av hjálp og avlasting í nógv ár, tó batar eru nú ADHD heimaráðgevingini og TGT eru komnar. Søgan er tann sama, sum í allari okkara skipan, at manglandi fyribyrging og tíðligahjálp ger, at prísurin fleirfaldast, tá man missur á stokkinum - Menniskjaligi prísurin kann tó ikki gerast upp í pengum! Tíverri er hettar ikki fyrstu ferð fosturforeldur geva skarvin yvir, og gera vit einki beinanvegin, so verður hettar heldur ikki seinastu ferð! Øssur, túsund takk fyri at tit valdu at stíga fram og seta orð á og helst verða talirør fyri so nógv onnur fosturforeldur! - Avlasting og góð hjálp til fosturforeldur er líka so neyðug, sum at seta bukkar undir bátin, tá hann stendur á landi. Óansæð um eg verið vald ella ikki, so fari eg at arbeiða fyri børnum við serligum tørvi og (fostur)familjur teirra, men løgtingssessurin er sum at skifta árabátin út við eitt skjóttgangandi supplyskip, eg hevði komið fram við hjálpin

Ósvart: Nógvir spurningar skula svarast fyrst!

Eri sera errin av ráðstevnuni Ósvart, sum hevði nógv gott til børn, vaksin, húsaeigarar, vinnu, lærd og fakfólk - og ikki minst meg, sum politikara, tí orkuskifti er sera sera spennandi at arbeiða við, men er eisini ein samansett avbjóðing.    Her skalt alt ganga upp í eina hægri eind har land, kommunur, borgarar og vinnan og ja sjálvt Sinus og Ohm muga spæla við!    Nógvir fløskuhálser eru og nógvir spurningar skula svarast, sum td.:   -Hvussu tryggja vit, at øll kunnu skifta, tá avmarkingar eru á tættleikanum á bæði jarðhitaholum og hitapumpum?   -Nærhitaskipan, har fleiri eru saman um eitt hol ella eina hitapumpu er ein góð loysn men, hvussu skipa vit tað reint praktiskt?   -Hvussu tryggja vit, at vit ikki køla undirgrundina?   -Hvussu tryggja vit, at øll hava ráð at skifta? -Undirgrundsvatnið gevur ikki bert orku, men eisini reint drekkivatn! - Hvussu gagnnýta vit hettar nýggja tilfeingi best?   Nógvir av spurningunum skula svarast í lógararbeiðinum, sum eg fari at seta gongd í

Standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi!

  Standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi!! 8.desember bjóði eg meg at ganga fremst í stríðnum fyri børnum og vaksnum við serligum tørvi og breki í Føroyum! Eg ynski innarliga at gera tað sama fyri alt ser- og brekøkið, sum eg havi staðið á odda fyri saman við øðrum góðum fólkum á ADHD økinum seinastu 3,5 árini. Eg geri tó einki einsamøll, tað krevur at vit foreldur, havandi og avvarandi standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi 8.des! Sum foreldur at barni við serligum tørvi kenni eg alt ov væl stríðið í móti stirvnum skipanum, máttloysi og tær frustratiónir øll familjan stríðist við. Men við málrættaðum arbeiði, sterkum felagsskapi, samstarvi og pragmatiskum loysnum, kunna vit broyta tað! - men tað krevur tín stuðul 8.des. Nøkur av átroðkandi málunum, sum skula loysast eru: -Eina hurð til allar tænastur! -Bíðikøir til psykiatri, umlating, stuðul o.a. tænastur skula burtur skjótast! -Øll børn skula tryggjast rætta skúla- og frítíðartilboð -Øll sum megna, skula sl

Orkuráðstevnan Ósvart 2022

Ein málrættað og vælfyriskipað ráðstevna kann verða ein gamechanger, ið setur veruliga dik á framstig og menning í samfelagnum. Tí havi eg tikið stig til eina árliga stóravorkuráðstevnu, ið hevur fingið heitið Ósvart. Tað er neyðugt at “be the change you want to see.” Kommunan ger júst tað við verkætlanini um heita vatnið í Kollafirði, sum verður gagnnýtt til at hita fleiri almennar bygningar, sjóvarorku frá Boðanesheiminum til Lágargarð og Tórsbyrgi og ikki minst við at gera fjarhita tøkan fyri stóran part av kommununi. Ósvart 2022 Varð hildið 3. og 4. november. Ráðstevnan vendir sær til øll, sum hava hús at hita. Endamálið er at bera fólki so nógva og holla vitan sum gjørligt, so tey fáa valt bestu, minst dálkandi og ódýrastu loysnir til síni hús. Hvussu hita vit okkara egnu hús best? Og – hvussu gera vit grønar hitaloysnir, sum eru best fyri býlingin, bygdina, framtíðina? Orkuráðstevnan “Ósvart” verður høvi hjá øllum at fáa sær nyttuga vitan til síni egnu orkuval, og samstundi