Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2019

Bilar fyrst børn næst!

Busssteðgistaðið uttanfyri Hoyvíkar skúla flutt??? - NEI, soleiðis hugsar okkara kommuna ikki. BILARNIR skula hava bestu leið. Tí flyta vit busssteðgistaðið 100m longur frá skúlanum. Eg arbeiði fyri, at sera trygg og góð gonguteigaøki skulu gerast uttanfyri skúlar og stovnar har nógv fólk gongur. Tí tað skal verða gott, skjótt og trygt at ganga í Tórshavnar kommunu. Í hesum førinum ger man tað drúgvari og ótryggari at velja bussin. Klók bussplanlegging hevði gjørt, at bussurin koyrdi hin vegin runt Hoyvíkina, soleiðis at hann steðgaðii á "røttu" síðu á Vegnum Langa í mun til skúlan og barnagarðin longri niðrið. - Bilarnir fyrst og fólkini síðst - Soleiðis handlar okkara kommuna tíverri. SJÁLVANDI skal ein gonguteigur verða beint uttanfyri skúlan, soleiðis at børn og vaksin til gongu hava bestu leið.

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019. Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um. Málini eru: 1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla.  2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið. 3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt. 4: Burðardygg orka og oljutangar 5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug. 

Tjóðleikhúsið má ikki steðga upp

Endiliga er glotti at hóma hjá Tjóðleikhúsinum, sum øll hava bíðað eftir í áravís, nú samgongan júst hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, um at fáa heimild at leita eftir fígging til tjóðleikhúsið. Býráðið tók annars eina avgerð, og peikaði á, at tað skal liggja á Skálatrøð.  Nú tjóðleikhúsið nærkast sigur formaðurin í

Áheitan um nýggjar betri gonguteigar

Sir Poul á vælmerkta gonguteiginum á Abbey Road Eingin gonguteigur við Norðurlandahúsið til bussfólkið Havi sent soljóðandi skriv til mynduleikarnir, ið varða av okkara ferðslu og gonguteigum. Góðu býráðslimir, embætisfólk, SMR og RFF. Eg vil við krøktu pdf fílu GONGUTEIGAR_27mars2019 og krøktu myndum heita á land, kommunu

Umhvørvispolitikkur: Taka avgjaldi av einnýtisbúnaði úr plantistívilsi

Við einum pennastrokið hevði fleiri valt plast frá, tí dýrara alternativið hevði blivið minst 6,5% bíligari, enn tað er í dag.  Nú verður nógv gjørt fyri at skifta einnýtisbúnað úr plasti út við onnur umhvørvisbetri tilfar, sum eitt nú plantistívilsi. Hettar eru gløs, bestikk, lok o.a. ið vanliga hevur verið framleitt úr plasti. PLA

Differentieraðir prísir til íbúgvar og útlendingar.

Tað er sera gott, at Heðin Mortensen arbeiðir við at differentiera ferðafólkaprísir við strandferðsluni, soleiðis at útlendsk ferðafólk koma at rinda tann veruliga prísin ferðaseðilin kostar, ístaðin fyri at tað er skattaborgarin. Í Tórshavnar kommunu hava vit eisini hesar avbjóðingar, at kommunan bjóðar bíligar skattafíggjaðar

Nýggja bussleiðin

Býtir býlingar upp, steðgar ov tíðliga á kvøldið og vandamiklir gonguteigar. Ikki var tað aprílsøga, at bussleiðin broyttist sjálvan 1.apríl! Tíbetur, tí bussleiðina eiga vit at vera góð við, menna, betra og styrkja alla tíðina. Sera gott er, at bussurin nú koyrir í vikuskiftinum. Men tíverri gevst bussurin alt ov tíðliga á summum leiðum. Kaldbaksfólk mugu heim longu kl. 21.26 á kvøldið, og kunna sostatt eitt nú ikki ganga á kvøldskúla longur. Tey arbeiddu hart fyri í 1980’unum at fáa bussin at koyra til eftir kl.22 á kvøldið,

Í kvøld var kunningarfundur í samband við langhylilin í Gundadali.

Flestu av teimum møttu vóru íbúgvar í Poul Juelsgøtu, gøtuni omanfyri. Sum limur í bygginevnini, var eg áhuga at hoyra, hvat grannarnir halda og hvat teir stúra fyri. Hettar er ein gomul verkætlan, sum Elin Lindenskov fekk sett í gongd seinastu býráðssetu.