Skip to main content

Posts

Showing posts from 2022

 Serflokkar til Fuglafjarðar, Eystur kommunu, Giljanes, Løgmannabreyt og Nonnuskúlan. 

Allir skúlar við fleiri enn umleið 200 næmingar eiga at hava serflokkar, men enn eru fleiri skúlar sum mangla. Nevnast kunnu Fuglafjarðarskúli   282 næmingar, Eysturkommunu 244 næmingar, Skúlin á Giljanesi 244 næmingar,  Skúlin á Løgmannabreyt 387 næmingar,  Sankta Frants 333   næmingar, Skúlin á Argjahamri 386 næmingar (eru áveg) Nevnast kann, at fleiri skúlar við færri næmingum enn 200 hava fingið serflokkar t.d. Vestmanna skúli og Sørvágsskúli, ið hava 168 næmingar hvør.  Hetta tí man hevur mett tað neyðugt, men hví so ikki geva øllum stórum skúlum serflokkar, eru børn við serligum tørvi ikki har???? Okkara kassahugsan ger, at eini 96% av okkara børnum fáa sama standard skúlatilboðið, ímeðan gott 3% fáa eitt serflokkatilboð og minni enn   1% ganga í Skúlanum á Trøðni.   Allir skúlar hava førleikastovur, har næmingar fáa eyka undirvísing, men serdidaktisku-, sernámsfrøðiligu- og orðblindnaførleikarnar eru alt ov   veikir, og skula styrkjast munandi!! Nógvir batar verða nevndir nú val

 Betri kor til smáar og nýggjar fyritøkur

  avnaðarflokkurin vil lækka partafelagsskattin, so at smáar fyritøkur rinda nakað minni enn stórar. Tað kundi verið 10% av vinningi upp til 1-2 mio! Tí eitt fjølbroytt vinnulív tryggjar eitt fjølbroytt samfelag. Men við verandi vinnupolitikki gerast nakrar fáar fyritøkur so sterkar, at tær kunnu keypa annað vinnulív upp. Smáu fyritøkurnar skula kunna tekna eina sjúkratrygging, soleiðis at fyritøkan við t.d. stjóra og nøkrum fáum starvsfólkum ikki hóknar undan, um ein av starvsfólkunum gerst langtíðar sjúkur! Einstaklingafyritøkur hava haft hendan møguleikan í nógv ár. Vit hava so nógv góð kreativ handalig fólk við genialum hugskotum, dirvi og virkisfýsni, sum vilja framleiða stuttflutt og burðardygt kjøt og grønmeti, føroyskt snið, størri loysnir til fiskiflotan og framleiðslu, nýggjar kt-loysnir við alheimspotentiali og kanska liggur onkur føroyingur inni við enn einari slóbrótanti orkusparandi loysn. Eisini eru nógvar vinnur sprotnar úr ferðavinnuni, og eru tær ein týð

Framleiða vetni innan trý ár!

  Árið 2021 toppaðu føroyingar oljunýtsluna og nú gongur rætta vegin, men vit skula hava eina langtíðarætlan, gott samstarv, framskygni og grønar politikarar fyri at røkka á mál.    Vit hava brotið linjuna, funnið melodiin og skula halda áfram við at seta vindmyllur upp, sum geva okkum nóg mikið av orku til at framleiða el. Samstundis fara vit at hava nóg mikið av avlopsorku til at framleiða vetni, ammoniak og annað biobrensil, sum er framtíðar orka til tunga ferðslu, vinnu og skip.    Tað er boðskapurin frá Kára Mortensen á hugaverdari framløgu fyri náttúru og umhvørvisnevndini í dag. Hann vísti á eina granskingarverkætlan, um at byggja eitt elektrolysuannlegg í Tórshavnar kommunu, sum kann framleiða vetni, oxygen og eini 30GWh av hita, ið kann koyrast inn á fjarhitanetið.    Vit loysa avbjóðingina við at tung ferðsla kann koyra grønt. Síðuvinningurin er, at laksavinnan er stórforbrúkari av oxygeni, umframt at fjarhitanetið verður framtíðartryggja orku. Hettar er ein sera framskygd o

Jólatræið í Hoyvík tendrað

  Rørandi løta í kirkjuni Í ár var eg so heppin, at tendra jólatræið í Hoyvík. Vegna veður flutti tiltakið inn í vøkru heitu kirkjuna, sum veruliga setti rætta karmin um røðuna, har kirkjan og kæri abbi mín vórðu umrødd.   Her er røðan eg helt:   Hjartaliga vælkomin øll somul til hesa hugnaligu løtu, har vit fara at tendra jólatræið í Hoyvík. Eg eri serliga errin og glað fyri, at verða boðin at tendra jólatræið í Hoyvík, tí hóast eg búði úti við Støðna á Argjum og gekk í Nonnuskúlanum, so havi eg slitið mangar barnaskógvar her í Hoyvík. Hettar varð tíðin áðrenn frítíðarskúlar. Hettar var tíðin, tá nógvar mammur vórðu farnar á arbeiðsmarknaðin, eisini mín. Tí tók eg, so at siga hvønn dag 3’aran úr Steinatúni niðan á Hvítanesvegin, har omma og abbi búðu. Fara vit 2-300 ár aftur í tíðina, so var Hoyvík lítið annað enn Hoyvíksgarður. Í 1810 búðu 10 fólk á garðinum og 6 hjá uppisitaranum.Flyta vit fram fyrst í sjeytiárini, búðu um 70 fólk í Hoyvík. Barnatalið var so lítið, at tey

Bjørg'sa jólaligi valsangur!

    🎁🎶 GÓÐU VELJARAR 🧑🏽‍🎄🎅🎶  Fyri at stytta tíðina til valið, havi eg gjørt ein jólaligan valsang.     🎶 Gerið so væl, og syngið endiliga við  🎶  Leinkja til sangin:  Løgtingsvaliði hevur tað til felags við jólini, at vit ynskja okkum alt millum himmal og jørð, men vit vita eisini, at tað ber ikki til at fáa alt! Tí snýr tað seg um, at velja ein politikara, sum ikki einans lovar tað tú ynskir tær, men eisini hevur víst, at hon dugur at fáa vallyftini framd. -Tað krevur nógva orku🔥 , áhaldni og slagkraft av politikaranum, um hon skal fáa vallyftini í framd! -So góði veljari, hettar er 9'indu ferð eg stilli upp, eg havi nógva orku og víst í verki, at eg gjøgnumføri tað eg seti mær fyri! Nú er mítt stórsta ynski, at koma inn á løgting, so eg kann fáa míni hjartamál framd.    💙 Børn og vaksin við serligum tørvi 💙 Ein hurð til alla hjálp – og burtur við bíðirøðum 💚 Skjótt og klókt orkuskifti 💚 Endurnýtsla, 🇫🇴 stuttflutt 🇫🇴 og reint umhvørvi 🇫🇴 Okkara dýrabæra m

 Fyribyrging fyribyrgir at senda børn av landinum!

Ongi børn skulu sendast av landinum, tí vit skula seta tíðliga inn! -Børn eru vanliga ikki fødd “serligt samansett”, sum tað varð tosað um í KVF, at hesi børnini eru. Tey fáa hasar avbjóðingarnar, tí tey ikki verða hjálpt tíðliga! Men í dag eiga vit ikki hesa serfakligheitina, eiheldur eina fyribyrgjandi skipan, sum fyribyrgir at børn fáa tað so ringt. Tí skal alt barnavernd/serøkið skal reformerast. M.a. skal serfakligheitin økjast nógv og ein stovnur setast á stovn til hesi børnini, sum vit ikki klára at hjálpa í dag Men tað snýr seg um fyribyrging og tíðliga hjálp! - Men eg eri sera fegin um, at fleiri taka evnið upp og siga seg vilja gera nakað við tað! Spurningurin er bara, um tað er verðulig handling aftanfyri føgru orðini, tá tað kemur til stykkis? #GANGikkiØRGvelBJØRG

-UMSORGANARSVIKT OG SPARA EFTIR REYV!!

-UMSORGANARSVIKT OG SPARA EFTIR REYV!! Fosturforeldraskipanin hevur veitt ov lítið av hjálp og avlasting í nógv ár, tó batar eru nú ADHD heimaráðgevingini og TGT eru komnar. Søgan er tann sama, sum í allari okkara skipan, at manglandi fyribyrging og tíðligahjálp ger, at prísurin fleirfaldast, tá man missur á stokkinum - Menniskjaligi prísurin kann tó ikki gerast upp í pengum! Tíverri er hettar ikki fyrstu ferð fosturforeldur geva skarvin yvir, og gera vit einki beinanvegin, so verður hettar heldur ikki seinastu ferð! Øssur, túsund takk fyri at tit valdu at stíga fram og seta orð á og helst verða talirør fyri so nógv onnur fosturforeldur! - Avlasting og góð hjálp til fosturforeldur er líka so neyðug, sum at seta bukkar undir bátin, tá hann stendur á landi. Óansæð um eg verið vald ella ikki, so fari eg at arbeiða fyri børnum við serligum tørvi og (fostur)familjur teirra, men løgtingssessurin er sum at skifta árabátin út við eitt skjóttgangandi supplyskip, eg hevði komið fram við hjálpin

Ósvart: Nógvir spurningar skula svarast fyrst!

Eri sera errin av ráðstevnuni Ósvart, sum hevði nógv gott til børn, vaksin, húsaeigarar, vinnu, lærd og fakfólk - og ikki minst meg, sum politikara, tí orkuskifti er sera sera spennandi at arbeiða við, men er eisini ein samansett avbjóðing.    Her skalt alt ganga upp í eina hægri eind har land, kommunur, borgarar og vinnan og ja sjálvt Sinus og Ohm muga spæla við!    Nógvir fløskuhálser eru og nógvir spurningar skula svarast, sum td.:   -Hvussu tryggja vit, at øll kunnu skifta, tá avmarkingar eru á tættleikanum á bæði jarðhitaholum og hitapumpum?   -Nærhitaskipan, har fleiri eru saman um eitt hol ella eina hitapumpu er ein góð loysn men, hvussu skipa vit tað reint praktiskt?   -Hvussu tryggja vit, at vit ikki køla undirgrundina?   -Hvussu tryggja vit, at øll hava ráð at skifta? -Undirgrundsvatnið gevur ikki bert orku, men eisini reint drekkivatn! - Hvussu gagnnýta vit hettar nýggja tilfeingi best?   Nógvir av spurningunum skula svarast í lógararbeiðinum, sum eg fari at seta gongd í

Standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi!

  Standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi!! 8.desember bjóði eg meg at ganga fremst í stríðnum fyri børnum og vaksnum við serligum tørvi og breki í Føroyum! Eg ynski innarliga at gera tað sama fyri alt ser- og brekøkið, sum eg havi staðið á odda fyri saman við øðrum góðum fólkum á ADHD økinum seinastu 3,5 árini. Eg geri tó einki einsamøll, tað krevur at vit foreldur, havandi og avvarandi standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi 8.des! Sum foreldur at barni við serligum tørvi kenni eg alt ov væl stríðið í móti stirvnum skipanum, máttloysi og tær frustratiónir øll familjan stríðist við. Men við málrættaðum arbeiði, sterkum felagsskapi, samstarvi og pragmatiskum loysnum, kunna vit broyta tað! - men tað krevur tín stuðul 8.des. Nøkur av átroðkandi málunum, sum skula loysast eru: -Eina hurð til allar tænastur! -Bíðikøir til psykiatri, umlating, stuðul o.a. tænastur skula burtur skjótast! -Øll børn skula tryggjast rætta skúla- og frítíðartilboð -Øll sum megna, skula sl

Orkuráðstevnan Ósvart 2022

Ein málrættað og vælfyriskipað ráðstevna kann verða ein gamechanger, ið setur veruliga dik á framstig og menning í samfelagnum. Tí havi eg tikið stig til eina árliga stóravorkuráðstevnu, ið hevur fingið heitið Ósvart. Tað er neyðugt at “be the change you want to see.” Kommunan ger júst tað við verkætlanini um heita vatnið í Kollafirði, sum verður gagnnýtt til at hita fleiri almennar bygningar, sjóvarorku frá Boðanesheiminum til Lágargarð og Tórsbyrgi og ikki minst við at gera fjarhita tøkan fyri stóran part av kommununi. Ósvart 2022 Varð hildið 3. og 4. november. Ráðstevnan vendir sær til øll, sum hava hús at hita. Endamálið er at bera fólki so nógva og holla vitan sum gjørligt, so tey fáa valt bestu, minst dálkandi og ódýrastu loysnir til síni hús. Hvussu hita vit okkara egnu hús best? Og – hvussu gera vit grønar hitaloysnir, sum eru best fyri býlingin, bygdina, framtíðina? Orkuráðstevnan “Ósvart” verður høvi hjá øllum at fáa sær nyttuga vitan til síni egnu orkuval, og samstundi

Bjørg Dam stillar upp til fólkatingsvalið

Vel eina eldál, sum arbeiðir fyri psykiatri og sálarheilsu.  Øll skula hava ein góðan dag! Um meg Eg eri fødd í 1975 og eri gift við Høgna Egilstrøð Hansen. Saman eiga vit Gunnrið 2006, Nikael 2008 og Sofíu 2014. Vit búgva við gomlu kolonihavahúsini á Ternuryggi í Havn, og her trívast vit sera væl. Eg eri útbúgving eksportteknikari og bachelorur í føroyskum.   Í arbeiðshøpi -eri eg saman við manni mínum sjálvstøðug vinnurekandi við fyritøkuni sp/f Flis, ið byrjaði í 2015, sum ein lítil spennandi grøn verkætlan, har endamálið var at gagnnýta trø og runnar, heldur enn at tyrva tað. Í dag arbeiði eg eisini í familjufyritøkuni Thomas Dam á Hálsi.   Síðani 2019 havi eg verið forkvinna í ADHD felagnum, sum hesi árini er vaksið til eitt stórt felag við fleiri enn 400 limum. Í fjør varð eg vald í starvsnevndini í MEGD.   Politiskt havi eg tilvitað lagt eina fasta grund, at byggja mítt politiska yrki á. Hettar er 8. valið eg stilli upp og 2. fólkatingsval.  Í 2019 varð eg vald í býráðið í Tór

UPPRÓP: 529 á bíðilista til barna- og vaksinpsykiatri!!

Nýggjastu bíðilistarnir frá LS vísa greitt, at støðan á psykiatriska økinum er alarmerandi. Umfatandi átøk eru kravd umgangandi, tí nú ryðjur undan!   - Allar góðar intentiónir og átøk frá Kaj Leo Holm Johannesen hava als ikki fingið tamarhald á økið, tvørturímóti!   -Er tíðin ikki komin til eina ADHD miðstøð, sum arbeiðir fyribyrgjandi, viðgerðandi og ráðgevandi og bjóðar eitt heildartilboð til alla familjuna?   Psykiatriin, felagsskapir og einstaklingar hava í fleiri ár ávarað og rópt varskó! Leiðslan á psykiatriska deplinum hevði í 2018-19 eina ætlan fyri eina ADHD klinikk, men sum bert fekk ein brotpart av neyðugu fíggingini. Man skuldi haft lurtað eftir og brúkt kend altjóða hagtøl fyri at framtíðartryggjað økið, so høvdu vit neyvan staðið við alinlongum bíðilistum, sum tyngja alla psykiatriina, starvsfólkini á økinum og øll tey 529 fókini og teirra avvarandi.   Orsøkin til longu bíðilistarnar er, at eitt paradigmuskifti er farið fram á psykiatriska økinum. Gjøgnum nógv ár er vit

Jenis, hvør skal nú veita børnunum undir skúlaaldri sernámsfrøðiligan stuðul?

  -Nú Sernám greitt meldar út í brævið til dagstovnar, at tey ikki veita sernámsfrøðiliga ráðgeving longur, vil eg stilla landsstýrismanninum í mentamálum Jenis av Rana, sum eigur børnini spurningin:   - hvør skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til børn undir skúlaaldur og familjum teirra?   Vit eru sera nógv, sum í fleiri ár hava rópt um at Sernám ikki hevur røkt sínar skyldur - orsøkina síggja vit í veiktorðaðu lógini, ið bert hálvlunkað leggur nakað av ábyrgd av serøkinum á Sernám, og annað beinleiðis til landsstýrismannin!    -Landsstýrismaðurin fer helst siga, at hann hevur givið Sernámi uppgávuna at røkja, ímeðan Sernám sigur, at vit hava ikki fingið pening til at røkja uppgavuna!.    - Vit kunnu bara staðfesta, at børn detta ímillum og verða koyrd rund í skipanini í fleiri ár, og nú má greiða fáast á!   -Í fólkaskúlalógini §4 stendur, “Sernám veitir skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum, sernámsfrøðiliga og sálarfrøðiliga ráðgeving”. Eisini stend

Hitaætlan, vitan og royndarverkætlanir skula tryggja orkuskiftið í Tórshavnar kommunu

Vegna høga oljuprísin og størri umhvørvistilvit er nú rættilig ferð komin á orkuskiftið. Bert í ár hevur Tórshavnar kommuna fingið 201 umsóknir um jarðhita, hetta í mun til 128 í 2021, 108 í 2020 og 84 í 2019. Stóra íløgan í Fjarhitaskipanina hevur ongantíð givið størri meining enn júst í dag. Tí í dag verður latið upp fyri høvuðsleiðingini á Svínaryggi og Vesturbýurin verður knýttur í. Frá í dag av spara vit meir enn 350.000L av olju. Upp ímóti 1700 brúkarar eru í fjarhitanetinum í dag, men vit arbeiða við at kunna knýta fleiri uppí samhaldsføstu skipanina. Ætlanin er at býlingar kunnu taka seg saman og í felag fara uppí fjarhitaskipanina. Men fleiri faktorar spæla inn, tá ein skal meta um, hvør orkukelda er best fyri teg. Tað veldst um staðseting, slag av húsum, bjálving, grannalag, osv. Jarðhitin er vorðin rættiliga populerur, men har sum tætt er millum húsini, kann tað forða fyri, at fleiri í grannalagnum kunnu fáa sær jarðhitahol, tí ov stutt má ikki vera ímillum tey. Í tætt bygdu

Loksins koma serflokkar í Eysturskúlanum og Skúlanum á Fløtum!

Á býráðsfundi í kvøld samtykti eitt samt býráð at lata pening til umbygging av hølum í Eysturskúlanum og í Skúlanum á Fløtum, soleiðis at báðir skúlarnir fáa hølir til serflokkar. Umframt, at 1-3 tilboðið í Hoydølum heldur áfram.   Hettar er ein gleðisdagur, tí eingin veit betri enn eg, hvussu týdningarmikið rætta skúlatilboðið kann bjarga trivnaðinum og skúlagongdini hjá einum barni - og ikki minst møguleikarnar at mennast og búnast í síni egnu ferð.   Sum forkvinna í ADHD felagnum møti eg nógvum knústum familjum, hvørs børn trívast illa í tí skúlatilboðnum sum er! Eisini hoyri eg vaksin seindiagnosterað minnast aftur á skúlatíðina, sum ta ringastu tíðina í lívinum. Ein svensk kanning av seindiagnosteraðum seniorum +60 ár vísir, at heili 65% nevna skúlatíðina sum hava verið ótolandi!   Hettar nýtist ikki at verða so, tí vit hava bæði vitan og møguleikar at bjóða nøktandi skúlatilboð til øll.   At skaffa hølir er ábyrgdin hjá kommununi, og hóast serflokkar hava í nógv ár verið kring al