Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2024

Vel eftir sannføringini 🩵

 Góðan morgun 🩵 Vit taka val í lívium, grundað tey á royndir, vónir og eftir okkara bestu sannføring. Eg valdi, at fara á Kommunulistan, lista K, grundað á 4 ára royndir og mínar vónir um nýggjar, javnrættari og betri tíðir í Tórshavnar kommunu fyri børn, ung og vaksin við serligum tørvi 🌍🌿. Eg bjóði meg framaftur, tí eri eg sannførd um, at eg eri tann besta at arbeiða við fyri øll við avbjóðingum, fyri bussleiðini, umhvørvinum og at øll hava hóskandi og betalandi bústað. 🌼 Eg tók valið, eri til reiðar at taka ábyrgdina, nú er valið títt 🔒 Vel við sannføringini í dag. Spyr meg um ivamál ella les meir á bjorgdam.fo Vinarliga 🩵❌ við Bjørg Dam 🩵 Valevnið á Kommunulistanum

Vel trivna, umhvørvi og framtíðina!

Sera nógv er framt seinastu 4 árini, og nú skula íløgur gerast í náttúru- og umhvørvis- og trivnaðarøkini. Økini eg havi varðað av, sum forkvinna og næstforkvinna. Eg meti meg hava bestu fortreytir og royndir at fremja neyðugu tøkini, tí bjóði eg meg framaftur.  Góði veljari, eg vóni, at tú vil geva mær tað álit, at velja meg týsdagin.  Fráflyting, minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir 800 hús í TK hava ikki skattaborgara í kommununi skrásettan búgvandi. Tey sum rinda vatn, kloakk og rusk fyri hesi, eru vit onnur - og tey somu ungu, ið hava sett set í ogvurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Vit rinda øll ein sera dýran prís, tí okkara børn fáa ikki sett búgv her. Hvat er so alternativið??   Vit skula seta amboð í verk, soleiðis at bústaðarmarknaðurin normaliserar seg. Beinanvegin kunna vit lætta um fíggjarliga við at hækka barnafrádráttin. Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, tí kunnu vit eisini venda gongdin...