Skip to main content

Er nakað tilfeingið í Kollafirði?

Var á stak væleydnaðum veljarafundi í Café Chill í Kollafirði fyrr í vikuni. Tað er áhugavert at hoyra, hvørjar avbjóðingar langa bygdin hevur at dragast við.

Serliga eru tað hesi mál, ið fylla nógv: at tryggja vegirnar við bungum og gongubreytum, grundstykkir, hegnssýn, vetrarfriðing, nýggjan barnagarð, og so varð staðiliga mælt frá, at leggja eina oljuhavn á Signabø. Kollfirðingar stilla eingi órímilig ella marglætis krøv, hettar eru grundleggjandi tørvir sum tryggja ferðslu á vegnum, framtíðar búsetingar og urtagarðsfrið.

Sæð út frá einum tilfeingis sjónarhornið, so er Kollafjørður ein gomul bóndabygd og hevur sjálvsagt nógv mattilfeingið. Bøndur flest dragast við somu avbjóðingar sum eitt nú tiltikna eu-direktivið, og tað, at fólk vilja nærum bara keypa gongulimir.  Síðir, høvd, blóð, skinn, horn, tálg v.m verður sum oftast burturbeint.

Eg ynski, at vit fara at gagnnýta allan seyðin sum hann er, eisini neytini, tarskálvarnar, fuglarnir, harurnar osf. Tað sum ikki kann etast sum mannaføði, tað skal tilvirkast til djóraføði, sápu, ljós, skinn, prýðislutir og annað. 

Eg fari í einari aðrari grein, at koma við mínum íkasti, um hvussu hetta kann gerast, eisini fari eg at arbeiða fyri at broyta reglugerðina fyri at selja matvørur. 


Kollfirðingar eru tiltikið gestablítt fólkaslag, og eg ivist onga løtu í, at bygdin eigur bæði listarfólk, handverkarar, tónleikarar, bindikonur og aðrar kreativar sálir, sum hava nógv spennandi íkast, til vaksandi ferðavinnuna.

Ja, ferðavinnan er ein upplagdur málbólkur fyri útjaðaran í kommuni. 
Nýggja málið hjá Ferðaráðnum er, at økja yvirnáttingarnar frá 80.000 til 200.000 um árið innan 8 ár. Tað fer sostatt at krevja nógv fleiri tilboð og upplivingar til ferðavinnuna. Tórshavnar kommuna skal leggja seg eftir, at skipa og dyrka øll økini í kommununi, soleiðis fáa vit eina fjøltáttaða og spennandi ferðavinnu. 
Saman við lokalum kreftum, skal eitt yvirlit gerast yvir hvørji tilboð bygdin hevur at bjóða. Ætlan skal leggjast fyri, at fáa fleiri tilboð eitt nú Ból og Biti, Heimablídni, gongutúrur, handlist, tónleikur, frásøga og so framvegis. Bygdin skal seljast og mennast. 

Stóri fyrimunurin hjá Kollafirði er, at yvir 99% av ferðafólkunum koyra framvið bygdina í dag. Flestu føroyingar koyra eisini framvið! Avbjóðingin er, at fáa tey at steðga og lata nakrar krónur liggja eftir, men so má okkurt eisini verða til keyps, og tey muga vita tað! 

Eg vil verja, menna og umboða føroyska tilfeingið.

Bjørg

Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu 13.november. 

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan he...