Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2012

Starvsvenjing í arbeiðsskapandi kommunu.

Við 1500 starvsfólkum í kommununi, skal bera til, at seta eina fjøltáttaða starvsvenjingarskipan á stovn. Eitt samstarv millum ALS og kommununa skal geva arbeiðsleysum starvsvenjing í umsitingin og á kommunalum stovnum. Hettar skal verða við til at lata eina hurð upp til arbeiðsmarknaðin. Nýggj tiltøk sum Vakstrarhúsið í Sandavági, sum er ein sólskynssøga, kunna vit arbeiða víðari við. Soleiðis hjálpa vit teimum arbeiðsleysu og fáa gagnnýtt føroyska tilfeingið. Arbeiðsskerd skula í størri mun fáa arbeiðstilboð frá kommununi. Við arbeiðsroyndum er nógv lættari at fáa arbeiði á privata marknaðinum. Vit muga tora at ganga nýggjar leiðir, fyri at seta gongd á og gagnnýta tilfeingi. Les fleiri greinar á  http://bjorgdam.blogspot.com Bjørg Dam Valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar kommunu.

Hundavinur í javnaðarflokkinum

Tað hevur verið nógv heitt á býráðslimirnar um at "bekjenna kulør" hvat viðvíkir hundamálinum í kommununi. Hettar er eitt mál, sum eg taki í fullum álvara. 3 hvørt húskið í kommununi hevur hund, og tey gjalda skatt sum øll onnur. Sjálvandi skula vit hava tilboð til hudaeigarar og virðiligt samstarv. Prógvað er, at børn sum eldri trívast betur, hava betur heilsu og koma meira út. Tí skal kommunan syrgja fyri virðiligum karmum. Eitt fríøkið niðri í miðbýnum er ein sjálvfylgja. Nógv eldri búgva har, vit vilja hava lív í – eisini hundalív . Allir aðrir býir klára hesa uppgávu saman við hundafeløgum, tað gera vit eisini. Les fleiri greinar á  http://bjorgdam.blogspot.com Bjørg Dam Valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar kommunu.

Tónleikari - Ivast tú hvar atkvøðan skal?

BÝRÁÐSVALIÐ 2012 4 ár í TUTL hava givið mær sera gott innlit í tónleikavinnu, plátufelagsvinnu og tónleik sum list. Eg meini, at hava víst í verki, at eg kann verða við at skapa karmar fyri tónleikavinnuna í Føroyum. Við tónleikinum ætli eg, at Reinsaríið skal verða eitt kraftsentur har tónleikavinnan og tónlistin sameinast og samstarvar fyri at røkka útheiminum og ferðavinnuni. Mínar ætlanir skula skapa: Lív í miðbýin Meirsølu av fløgum og merchendise Meirvirði til ferðavinnuna Eitt tónlistasavn - Musikkmusée (les grein á  http://bjorgdam.blogspot.dk/ ) Music Inform Centre = tónleikaútflutningsskrivstovu Ein "Whats on" portal Booking Politikarar skula skapa karmar so tónleikarar skula spæla tónleik. Vit skula lurta við báðum oyrum og finna felags stev við serkunnleikan. Eg veit hvat skal til fyri at selja og skapa grundarlag fyri tónleik sum vinnuveg. Les fleiri greinar á  http://bjorgdam.blogspot.com/ Bjørg Dam

Føroyska tilfeingið: umboð í býráðnum.

Hendan greinin varð skrivað til BÝRÁÐSVALIÐ 2012 - men er eins aktuell í dag - tí deili eg hana enn einaferð við tykkum.  Hugsa tær, hvat ein nýggj kókibók við 100 nýggjum spennandi, heilsugóðum og eldri uppskriftum við alskyns seyðarættum vildi gjørt fyri eftirspurninginum av seyðakjøti og avroðum? Eg viðgangi, tað er ein avbjóðing at fáa økonomi í føroyska tilfeingið, tí marknaðurin er lítil og avmarkaður, og brandingin fyri føroyskum vørum stendur sera veik ímóti kappingini við útlendskar vørur, marknaðarføring og brúksmynstur. Føroyska vinnan ger veruliga sítt til, men vit muga arbeiða á øllum stigum, fyri at økja eftirspurninginum. Vit skula brúka tey politisku amboðini til at kveikja medviti fyri føroyska tilfeinginum. Vit skulu raðfesta og taka atlit til tilfeingið í politiskum avgerðum. Upplýsa í barnagørðum, skúlum, lærubókum og faldarum. Ráðstevnur, festivalar og nýskapanartiltøk skula stuðlast. Kommunan skal hava eina vinnudeild, sum er við at skapa røttu

Glað børn og trygg foreldur.

Kostpolitikkur er eitt ræðsluorð, sum fær nógv at stúrsa við, tí tey ímynda sær lógir og paragraffir smoygdar niður um herarnar. Mín sannføring er, at politikkur anno 2012 skal eisini taka støði í upplýsing, samskifti og samstarvi, heldur enn einvegis valdsstýring. Allar avgerðir hava jaliga ávirkan á summi og neiliga ávirkan á onnur. Politikarar eiga at hoyra allar bólkar sum verða ávirkaðir og fakfólkini á økinum, fyri at finna ta bestu loysnina. Samskifti tryggjar eisini at loysnirnar virka í praksis. Tað manglar ein yvirskipaður kostpolitikur í Tórshavnar kommunu á barnaansingarøkinum. Í dag letur fuglur við hvør sínum nevi, so at siga. Ein stovnur fylgir einum leisti og ein annar einum øðrum. Sum foreldur muga vit hava trygd fyri, at børn okkara fáa heilsugóðan kost, og dentur verður lagdur á góðar ráðvørur. Ein kanning herfyri vísti, at alt fleiri føroysk børn viga ov nógv og at fyribyrging og góðir matvanar eiga at verða sett inn tíðliga, helst áðrenn børnini eru 4 ár. Sum

MusikkMusée ein livandi tónlistaverkstaður

Í fýra ár, havi eg arbeitt við hesari ætlan, sum gevur føroyskum tónleiki karmar at mennast, seljast og umboðast á alra bestan hátt. Tórshavnar kommuna fær eina unika ferðavinnuuppliving og Miðbýurin fær lív.   Eg síggi fyri mær ein livandi tónlistaverkstað við dansiringi, videoinnstalatiónum, framsýning, tónleikaverkstaði, spælistaði og frásøgu. Eitt stað, har tónleikurin, tónleikamentanin og søgan rundan um kvæðini og føroyska dansin rennur saman í eina fantastiska uppliving. Har tónleikarar hava ein pall at sýna fram sína list og tónlistin fær karmar og rúmd. Tónleikur er grundarsteinurin í føroyska samfelagnum.  Í Føroysk bókmentasøgu, NÁM 2011, eftir Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir stendur soleiðis at lesa: ”Dansur var miðilin, sum skaldskapur í bundnum máli fyrst og fremst livdi í og varð varðveittur ígjøgnum. Kvøðing og dansur hoyra saman men kvæðini eru tað avgerandi, og dansurin er ikki til uttan tey. .......//.....Við tí stóra plássi, sum dansurin hevur havt í