Skip to main content

MusikkMusée ein livandi tónlistaverkstaður


Í fýra ár, havi eg arbeitt við hesari ætlan, sum gevur føroyskum tónleiki karmar at mennast, seljast og umboðast á alra bestan hátt. Tórshavnar kommuna fær eina unika ferðavinnuuppliving og Miðbýurin fær lív. 
Eg síggi fyri mær ein livandi tónlistaverkstað við dansiringi, videoinnstalatiónum, framsýning, tónleikaverkstaði, spælistaði og frásøgu. Eitt stað, har tónleikurin, tónleikamentanin og søgan rundan um kvæðini og føroyska dansin rennur saman í eina fantastiska uppliving. Har tónleikarar hava ein pall at sýna fram sína list og tónlistin fær karmar og rúmd.

Tónleikur er grundarsteinurin í føroyska samfelagnum.
 Í Føroysk bókmentasøgu, NÁM 2011, eftir Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir stendur soleiðis at lesa: ”Dansur var miðilin, sum skaldskapur í bundnum máli fyrst og fremst livdi í og varð varðveittur ígjøgnum. Kvøðing og dansur hoyra saman men kvæðini eru tað avgerandi, og dansurin er ikki til uttan tey. .......//.....Við tí stóra plássi, sum dansurin hevur havt í lívi føroyinga, hevur hann megnað at bera ein miklan kvæða- og vísuarv. Av hesum hevur dansurin fingið heiðurin fyri at varðveita føroyskt mál .....”

Kvæði og dansurin renna saman í tónleikinum. Tónleikurin hevur sostatt fylt ógvuliga nógv hjá føroyingum, kanska heilt afturi frá landnám, men serliga tá føroyski dansurin kom til Føroyar um ár 1350, og er sum sagt, høvuðsorsøkin til, at vit hava varðveitt okkara mál.

Høvdu vit haft somu tjóðarkenslu, stoltleika og samfelag uttan málið?
Vit kunna sjálvsagt ikki vita, hvussu samfelagið hevði sæð út uttan føroyskt. Vit kunnu bara staðfesta, at við hesum kvæða- , dansi- og tónleikasiðum, hava vit varðveitt føroyska málið, mentanina og eitt serstakt fólk.

Júst hendan søgan er sera spennandi og ótroyttað. Og ofta verður spurt: ”Hví eru føroyingar so musikalskir?” ella: ”Hvussu ber tað til, at tit so fáment hava egna mentan og mál?”. Svarið er einfalt ”tónleikurin”.  - Kunna vit so ikki kalla okkum fyri Music Islands, ella ”The Musical Sheep Islands” í ferðavinnuhøpi?
Líka mikið hvat vit kalla okkum, so er tónleikurin grundarsteinurin í dagsins samfelag, og tað skula vit sjálvandi brúka, menna og varðveita.

Nógvar ótroyttiligar eldsálir hava arbeitt fyri tónleikinum, føroyskum dansi, kvæðum, skjaldrum og vísum, Kingo og øðrum siðbundnum tónleikaarvi í nógv harrans ár. Og tað skula tey eiga stóra tøkk og virðing fyri. Uttan, høvdu vit ikki haft tað ríka tónleikatilfeingi og mentunarlív sum vit hava í dag.


Er nakað Ringanna harri í tí? 
Eg havi síðani 2008 arbeitt sum sølu- og marknðarleiðari í TUTL. Har havi eg arbeitt framímóti at ferðavinnan skal brúka tónleikin í brandingini og søluni av Føroyum, tí eg meini, at tónleikurin kann skapa eitt stórt virðið og íkast til ferðavinnuna. Umframt at hava áðurnevnda støði í samfelagnum, so hevur hann eisini nógvar eginleikar og dygdir. Hann talar til ein av okkara fimm sansum, er globalur, markleysur og sølubærur. Vit hava ein breiðan skara av sera dugnaligum og aktivum tónleikarum, kvøðarum, dansarum og árliga koma einar 60 útgávur á fløgu. Tónleikaferðavinna er vaksandi í londum rundanum okkum, og so er tað sjálvandi eisini dragandi søgunar í kvæðunum um eitt nú víkingar, hetjur, ringar við serligum eginleikum, kærleika, hevnd osf. Hettar er veruliga nakað, sum er uppi í tíðini, visuelt, lætt at miðla og selja.

Í ferðavinnutilmælinum sum Tórshavnar kommuna lat gera í 2006 stendur m.a.: ”Bólkurin hevur arbeitt við, at onkur stór íløga eigur at vera gjørd, sum hevði økt um tilboðini til ferðafólk og til borgaran og sum ikki eru so heft av veðrinum” Víðari stendur ”Hugsa eigur at vera um, at tær kommunalu íløgurnar, sum vera gjørdar í “upplivingar” í kommununi, eiga at vera gjørdar við trivnaði fyri bæði borgaran og ferðavinnuna í hyggju.”

Tónleikur til ferðafólk
Vit hava arbeitt við at tekkjast ferðafólkum og føroyingum við summar- og fríggjadagskonsertum, útgávufeiran og tónleikafrásøguna ”An introduction to Faroese music”. Festivalinum ”Summartónar” sum skal eftir ætlan fáa bæði føroyingar og ferðafólk, at ferðast til útjaðaran eftir eksotiskum tónlistarligum upplivingum. Undirtøkan og reaktiónir vit fáa frá ferðafólki og journalistum er sera góð. Hettar sæst aftur í greinum, bloggum og ferðabókum, sum tey flestu taka eitt av okkara útboðið við. Avbjóðingin er, at fáa føroyingar at dansa við, og láta við sama nevið.

Í januar kom eitt gjøgnumbrot endiliga. Vit fingu samband við Olgu Biskupstøð í Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning sum umsitur føroysku Economusée deildina.

Economusée = økonomi í list
Economusée er ein 20 ára gomul kanadisk verkætlan, sum hevur arbeitt við at varðveita siðbundin handverk og list, hetta við at fáa økonomi í.

Tað, sum er sera áhugavert við Economusée konseptinum er, at tey hava skapt og tilpassað eitt konsept, har tey, ið fylgja konseptinum, økja munandi um søluna av teirra vørum, sum ofta eru handgjørdar, kostbærar dygdarvørur.

Konseptið leggur upp til, at vitjanin er eitt heildarupplivilsi, har tey vitjandi sleppa at nema, síggja, hoyra, læra, royna og perspektivera. Á henda hátt verða tey kensluliga knýtt til listina ella listarfólkið, og hettar fær tey at keypa vøruna. Sostatt kann Economusée verða við at fáa økonomi í tónleikin, tí aðalmálið hjá konseptinum er nevnliga, at Economuséeini skula verða burðardygg.

Reinsaríið
Avbjóðingin er at finna júst tey røttu hølini. Tey skula kunna hýsa einari søguligari framsýning, video og/ella øðrum elektroniskum innstalatiónum, lurtistovu, palli, áskoðaraplássum, handli og tónleikaverkstaði. MusikMusée'ið, ella hvussu heitið verður, skal verða opið hvønn dag og skal verða ein livandi verkstaður sum eisini lýsir føroyskan tónleik og tónleikasøgu.

Vit hava arbeitt við fleiri loysnum, og nú er at smíða meðan jarnið er heitt. Tí upplagt er at leggja tað saman við ella inn í Reinsaríið, sum býráðið hevur útnevnt at blíva spælistað saman við Perluni. Soleiðis fáa vit veruliga skapt ein miðdepil fyri tónleik í Havn.

Fígging og rakstur
Fimm milliónir eru settar av til umvælingar av Reinsarínum komandi ár. Vit hava fingið gott 300.000kr til vega til framsýning, marknaðarføring og ráðgeving av konseptinum. Aðrir fíggingarhættir skula eisini roynast, so sum grunnum frama fyri ferðavinnu og mentunarvarðveiting v.m..

Óansæð so skula lønt fólk verða tilknýtt spælistaðnum. Synergieffektin við hesari verkætlanini er, at vit fáa so nógv meir fyri tað sama. Hendan nýggja upplivingin skal skapa inntøkur, soleiðis at raksturin í minsta lagið hvílir í sær sjálvum.
Sostatt nýtist kommununi neyvan at hækka játtanina til hesa fantastisku uppliving, sum varpar ljós á tónleikamentanina, ber trivnað og upplýsing til børn og borgarar, og sjálvandi eisini til ferðafólk.
Eitt MusikkMusée hóskar sera væl inn í áðurnevnda ferðavinnutilmæli, tí upplivingin er ikki treytað av veðrinum, er alt árið og ber trivnað til allar borgarar.

Ringar í vatninum
Eg vóni virkuliga at alt klappar. At mær unnist at blíva vald inn í býráðið so MusikkMuseeið verður gjøgnumført. Hettar skapar ringeffekt og vit fáa fleiri ferðafólk, meira arbeiði til tónleikarnar, ferðavinnuna og tænastuvinnuna sum heild.

Eg síggi fyri mær, at vit arbeiða víðari við leistinum og brúka konsepti ella partar av tí til aðrar verkætlanir, so sum eitt býarsavn, eitt fótbóltsavn, matarverkstað, handlistarverkstað, verkstað fyri føroysku klæðini v.m.


Eg vil verja, menna og umboða føroyska tilfeingið.

Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com

Bjørg Dam
Valevnið Javnaðarflokksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. 

Popular posts from this blog

Eik stuðlar Stella Polaris komandi 4 árini

Óskar Eiriksson, Bjørg Dam, Ólavur Jensen, leiðari á Marknaðardeildini hjá Eik, Malan Thomsen og Uni Árting. Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris. Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði. Endamál Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum. Arbeiða við at betra konseptið.  Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at betr

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til