Skip to main content

Saga, saga, saga skjótt dettur føroyamálsgreinin av.


Áheitan til politikarnar um at GRÍPA inn.


Har sótu vit, lesandi á Føroyamálsdeildini og blivu kunnaði um nýggju ætlanirnar at taka 250kr pr. ECTS stig frá teimum stakgreinalesandi. Ein av teimum lesandi var maður og restin vóru kvinnur.

Kjak var aftaná, og tá eg gjørdi vart við nøkur viðurskifti so sum:

- Føroyskt er hótt mál, jú fleiri lesa, jú betur skuldi verið.
- Tað ber ikki til at fáa førleikagevandi undirvísing í føroyskum á hægri stigi aðrastaðni.
- mín leysliga meting var, at 80-90% av teimum stakgreinalesandi á FMD eru konufólk. Ífylgi heildarætlanina um "Fólkaflyting og Fólkavøkstur" skuldi setast inn, at fáa betri lestrarmøguleikar og serliga til konufólk og hetta kostnaðartiltakið fer beint ímóti ætlanini.


Tað ber til at seta vinningin hjá Setrinum upp nakað soleiðis: um talan er um 20 stakgreinalesandi á Føroyamálsdeildini harav 10 aktiv, sær roknistykkið soleiðis út, um hesi taka í meðal 20 ECTS stig um árið: 10x20x250kr=50.000kr. V.ø.o vinnur Setrið áleið 50.000 um árið við tiltakinum.

Stóri spurningurin er, um hendan upphæddin ger meira mein enn gagn.

Setrið og Bjørn hava talað, so eg vóni, at hinir politikararnir ikki lata standa til. Hugsið um, hvussu nógv tað kostar at reka Setrið, hvat dekka 50.000 kr og hvat kostar tað at umsita pengarnar?

Haldið hettar uppímóti hvat ið mist verður!

Tungt, tyngri sokkið
Fyri stakgreinalesandi er kostnaðurin at ganga í skúla stórur framanundan, tí stakgreinalesandi keypa sær ofta frí frá fultíðarstarvinum, umframt tey keypa bøkur og annað tilfar til skúlabrúks. Ikki fáa tey lestrarstuðul.

Ein kostnaður omaná persónliga prísin, tekur í veruleikanum møguleikan fyri víðari lesnaði frá teimum flestu, ið ikki kunnu taka fulltíðarlesnað.

Hettar er ein sera harmilig gongd, sum rakar samlesandi á Føroyamálsdeildini, sum ynskja at menna seg og sínar førleikar. Tey eru ongum til ampa, hjálpa at fylla annars so tómu lestrarstovurnar. Geva okkum øðrum møguleika at fáa fleiri valgreinar, tí vit eru so fá, ið eru fulltíðarlesandi.

- Hevði Føroyamálsdeildin verið í tí lukrativu støðu, við plásstroti og stórum eftirspurningi, so var søgan ein onnur. Eftir summarfrítíðina eru vit einans átta eftir av einum byrjunarárgangi á 23.

Rætt rættari rættast
Rættast
var, at lætta um, effektivisera umsitingina og skipanina sum er, og seta eitt tilmeldingargjald sum svarar til umsitingarkostnaðin at skráseta tey lesandi. 300 kr pr. lærugrein er ein rímilig upphædd, sum forðar fólki at melda seg skilaleyst til próvtøkur, men er til at rinda!

Latum okkum heldur skera træið, so tað fær størri og fruktabestu greinarnar.


Latið ikki tey fáu, sum tyngja skipanina spilla tað fyri øll hini. Endurnýggið lestrarskipanina við skynsemi og í trá við heildarætlanina um "Fólkaflyting og Fólkavøksur", og eggið fleiri fulltíðarlesandi og stakgreinalesandi at søkja inn.
Hetta vil vaksa um møguleikarnar, trivnaðin og styrkja um føroyskt sum mál og lærugrein.


Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til

Eik stuðlar Stella Polaris komandi 4 árini

Óskar Eiriksson, Bjørg Dam, Ólavur Jensen, leiðari á Marknaðardeildini hjá Eik, Malan Thomsen og Uni Árting. Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris. Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði. Endamál Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum. Arbeiða við at betra konseptið.  Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at ...