Skip to main content

Eg vil skunda undir grønu leiðina

Á býráðsfundinum hóskvøldið tók eg formliga sæti í Tórshavnar Býráð og nevndarsessirnir, sum vit í Javnaðarflokkinum kristiliga hava býtt millum okkum, vórðu eisini formliga valdir.
Í telvingini um nevndarsessir fekk eg fleiri sessir, enn eg hevði vónað. Teir eru: náttúru- & umhvørvi, byggi- og bý, vinnunevnd, økisnevnd, Hest/Koltursnevnd, fyrireiking til langhyl og bygginevnd fyri tyrvingarpláss. Tað var mítt dreymaynski at fáa náttúru- og umhvørvismál og vinnumál. Hesi málsøki fyltu nógv í hjartamálunum og slagorðunum til býráðsvalið “Grønari, tryggari og ríkari kommuna í 2020”. 

Væl vitandi, at náttúru- og umhvørvisnevndin søguliga ikki hevur verið tann mætasta nevndin býráðslimir hava trákkast eftir, tí umhvørvismál søguliga hava fingið lága raðfesting, og fáir pengar eru at umsita. Helst tí at umhvørvismál er eitt av teimum nýggjaru málsøkinum og tilvitið ikki stórt. Men eitt er vist, og tað er, at málsøkið veksur alsamt við, at vitanin um dálking og umhvørvisárin verður betri. Tí er tað í umhvørvismálum, at eg síggi meg kunna taka størsta takið, og tað er her, størsta takið skal takast.

Tað sita og hava sitið sera góð undangongufólk og arbeitt m.a. við einum umhvørvispolitikki og nú einum orkupolitikki. Nú gleði eg meg at taka eina hond í og vera við at uppraðfesta og skunda undir grønu leiðina og serliga seta sjóneykuna á at skilja, kompostera, endurnýta og nýnýta tað tilfeingið, ofta kallað burturkast. Eg vil takka mínum floksfeløgum, og serliga Bjørghild Djurhuus, sum vildi lata umhvørvissessin til mín eina løtu at umsita fyri seg. Eisini vil eg takka hinum býráðslimunum, umsitingini og borgarstjóranum fyri altíð eina so góða móttøku.
Bjørg Dam

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan he...

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at