Skip to main content

Bjørg Dam stillar upp til fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.

Seinasta val varð Bjørg vald sum annar varalimur og hevur haft sæti á løgtingi. Í løtuni situr hon í býráðssessinum hjá Heðin Mortensen í Tórshavnar býráð.

Nýliga er hon vald sum forkvinna í ADHD felagnum, og ætlar hon at broyta lívið við ADHD í Føroyum - Við røttu viðgerðini ber til, at ADHD verður ein góður fylgisveinur, sum er við til at ríka lívið hjá tí einstaka og okkara samfelag.  Tí fólk við ADHD hava serstakar eginleikar, sum gera at tey kasta í samfelagi við nýskapandi hugsanum. Tey síggja ofta øðrvísi loysnir og hava ofta dirvi og drívmegi sum fáur.

Bjørg er 43 ár uppvaksin á Argjum og býr saman við manni og 5, 11 og 12 ára gomlu børnunum á Ternuryggi í Havn. Hon er sjálvstøðug vinnurekandi og heldur, at smápartafeløg skula eisini kunna tekna sjálvboðna sjúkratrygging so sum einstaklingafyritøkur kunna í dag. Eisini heldur hon, at fyritøkur ikki skula rinda kringvarpsgjald.

Øll árini hevur Bjørg arbeitt fyri umhvørvinum, og gleðist yvir, at flestu politikarar nú byrja at síggja álvaran í at Føroyar eisini tekur ábyrgd, og fær m.a. eina nógv betri pantiskipan, har øll pantiíløt kunna latast inn á einum stað.

Betri trivna á dagstovnum og skúlum, sálarheilsa, viðgerðartrygd og vetrarferðia er onnur átroðkandi mál, sum skula loysast.
- Eg ynski, at verða partur av einum løgtingi, ið byggir á gott samstarv, álit og virðing millum flokkar og millum samgongu og andstøðu. Eg haldi, at tíðin er komin, at vit skula arbeiða fyri breiðum semjum og langtíðarloysnum.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til