Skip to main content

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.



Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu.
Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð.

Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at tað vóru alt ov fá serflokkatilboð í
Føroyum. 
Skúlaárið 2013/2014 gingu 6.898 næmingar í føroyska fólkaskúlanum, men einans 1,5% av øllum næmingunum gingu í serflokki, 0,72% í serskúlanum (4-10 tilboðið í Gulaskúla), og 2,23% samlað uttan fyri.

Í dag eru 7062 næmingar í Føroyum smb. yvirlitinum við næmingatalinum á ummr.fo fyri skúlaárið 2019/20. Har sæst, at tað ganga 142 børn í sertilboðum í Føroyum íroknað Gulaskúla (28) og Lopfjølina (9), sostatt eru einans 105 børn í Føroyum ella 1,49%, sum fáa bjóðað integrerað serflokkaðtilboð.  0,65% ganga í Gulaskúla og Lopfjølini og 2,52% samlað uttanfyri.

Tað vil siga, at tað eru færri  børn í dag, sum fáa bjóðað sertilboð nú enn fyri 6 árum síðani, tá arbeiðsbólkurin gjørdi vart við, at í Føroyum eru nógv færri tilboð enn í okkara grannalondum, og mælti sostatt til at gera fleiri tilboð, eisini í táverandi Venjingarskúlanum.

Hugstoytt er eisini at síggja, at tað eru einans 13 børn í Suðurstreymi, sum hava eitt serflokkatilboð, hóast 42% av fólkunum búgva í Suðurstreymi.

Alt fleiri børn við ADHD og ADD verða skúlaskødd og steðga í fólkaskúlanum, tí umstøðurnar eru stressandi og skaðandi fyri børnini. Ofta skal lítið til av sernámsfrøðiligum átøkum, sernámsfrøðligum stuðuli og tillagingum til, fyri at barnið fer at mennast og trívast, hetta inni í fólkaskúlanum, har barnið hevur sína vantu gongd og vinir. 

Men tað krevur eitt væl skipað, fíggjarligt tryggjað og lógargrundfest tilboð, sum júst serflokkaskipanin er.

Okkara royndir og afturmeldingar frá børnum, foreldrum, fakfólkum, Lærarafelagnum, Pedagogfelagnum og skúlum eru, at serflokkaskipanin er ein sera góð skipan, sum gevur børnum við avbjóðingum so sum ADHD, ADD og autismu ta bestu skúlagongdina, og sum tryggjar børnini eitt haldgott grundarlag at byggja restina av lívinum og víðari útbúgving á.

Eingin hevur tal fyri, hvussu nógv børn mistrívast í skúlanum og fáa varandi sár á sálina, men allarflestu áheitanir okkara felag fær, eru frá ørkymlandi foreldrum at børnum, ið ikki trívast í skúlanum. 

Tí kenna vit í ADHD-felagnum okkum noyddan til at skriva til tykkara, ið varða av økinum um at bera skjótt av og fáa stovnsett eitt nýtt serflokkatilboð inni í Skúlanum av Fløtum. Hetta tilboð skal koma afturat 4-10 tilboðnum í Gulaskúla, sum er eitt sera gott og neyðugt tilboð til tey børn, ið ikki megna at verða inni í fólkaskúlanum.

Skúlin á Fløtum - Tórshavnar kommuna



Við støði í grein 24 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá teimum, sum bera brek,  sum Føroyar í 2009 undirskrivaði, hava øll óansæð førleikar rætt til skúlatilboð. Sambært hesi grein um útbúgving verður m.a. ásett, at tryggjast skal ein inkluderandi útbúgvingarskipan, og at fólk, ið bera brek, ikki skulu verða útihýst úr vanligu útbúgvingarskipanini. Við so fáum sertilboðum meina vit, at fólkaskúlin ikki hýsir tann partin av børnum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Tað er júst hendan partin kunngerðin frá 19. mars 2019 er ætlað til. Tí kann tað ikki vera rætt, at Føroya størsta skúlabygging ikki hýsir hesum børnum og bjóðar lógarheimilaða tilboðið. 


Vit hoyrdu stjóran í Skúlanum á Fløtum, Regin Marnerson siga 4.juni í tíðindunum í KVF kl. 18, at eftir hansara tykki átti 3 serflokkar at verið í skúlanum, men at einki pláss er til teir. 

Í byggiskránni fyri skúlan stendur hetta at lesa:  
Á reglu 4 stendur: at helst er møguleiki at gera pláss til tað í bygninginum. 

Vit vilja enn einaferð staðiliga heita á tykkum um at finna plássið sipað verður til í byggiskránni. 

Vit bjóða okkum fram at hjálpa og finna eina góða loysn, so børn við ADHD, ADD, autismu og øðrum avbjóðingum nú og í framtíðini eisini hýsast í fólkaskúlanum. 

Við vón um skjóta handling.

Nevndin í ADHD-felagnum


Leinkjur: 

Kunngerðin um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð : https://logir.fo/Kunngerd/24-fra-19-03-2019-um-at-skipa-serligan-skula-ella-undirvisingartilbod


Byggiskráin:  https://www.torshavn.fo/get.file?ID=2125  (síðu 10)


Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...