Skip to main content

Børn við serligum tørvi ongan góðan í Tórshavnar býráð.

Nú skúlarnir byrja aftur, eri eg sera glað at frætta, at Vestmanna skúli hevur fingið serflokkar. Nú fáa børnini við avbjóðingum so sum ADHD og autismu í Vestmanna eitt gott og nøktandi skúlatilboð inni í skúlanum, saman við vinum og tí kenda. 

 
Í heyst stendur føroya størsti fólkaskúli, Skúin á Fløtum liðugur. 
Men tíverri hevur Tórshavnar býráð ikki sæð tað neyðugt at gera karmar ella pláss fyri serflokkum inni í stóru glasborgini á Fløtum, hóast har fara at ganga yvir 700 næmingar! 

Tað er hugstoytt at hugsa, hvussu nógv børn ikki fáa nøktandi skúlatilboð í Tórshavnar kommunu!

Tað er ein skandala av teimum ringastu, og tað undirstrikar, hvussu lítið innlit í serøkið og, hvussu lítla raðfesting børn við avbjóðingum hava í Tórshavnar býráð.  

Tað eru 6 skúlar í Tórshavnar kommunu við fleiri enn 200 næmingum og bert ein hevur serflokkar inni í skúlanum, tað er Hoyvíkar skúli.

Í restina av Føroyum eru 11 fólkaskúlar við uml. 200 næmingum og uppeftir, harav hava nú 7 skúlar serflokkar.   

Hví er Havnin eftirbátur á serflokkaøkinum? 

Í 2013 varð sett ein nevnd at endurskoða serøkið í fólkaskúlanum, sum kom eftir, at tað eru alt ov fá serflokkatilboð í Føroyum og serliga í Havn. Tí er hettar ikki nakar nýggjur trupulleiki.

Tað hevur verið bæði prátað og tosað aftur og fram um serøkið í býráðnum. Men eingin yvirskipað ætlan fyriliggur tí eingin politikari á Vaglinum brennir so mikið fyri økinum, at tað ber á mál, soleiðis at fleiri tilboð verða til nakað!

Eg havi ofta ført fram, at skúlar við áleið 200 næmingum hava hagfrøðiligt grundarlag fyri at hava serflokkar, og tí skula allir skúlar í Føroyum í hesari støddini hava serflokkar, eisini teir í Havn.
Tað skal verða pláss fyri børnum við ADHD, autismu og øðrum avbjóðingum í skúlunum í Tórshavnar kommunu.
 
Bjørg Dam

Niðanfyri er yvirlit yvir skúlar við serflokkum inni í skúlanum og skúlar við fleiri enn 200 næmingum. 

OBS! Tilboð sum eru staðfest uttanfyri fólkaskúlan eru ikki við í yvirlitinum s.s. Skúlin á Trøðni, Guliskúli v.fl. 

 



 

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...