Nú fíggjarætlanin fyri Tórshavnar býráð varð samtykt í gjár við 12 atkvøðum fyri og einari í móti frá Elsu Berg, eri eg errin av, at tey fýra økini vit øll í meirilutanum lovaðu til valið ávikavíst umhvørvi, børnini, eldru og bústaðir eru uppraðfest. Heilar 30 milliónir eru settar av til átøk á umhvørvispolitikkinum “Grøna leiðin” frá 2015 og orkupolitikkinum frá 2019. Sum forkvinna í Náttúru og Umhvørvisnevndini, fari eg at hugleiða eitt sindur um raðfestingarnar, fyri at vísa hvørjir tankar liggja aftanfyri. Tær 30 milliónirnar verða býttar soleiðis: 7 mil. fara til eina skiljihøll, ið skal lyfta skiljing og endurnýtslu í Tórshavnar kommunu á eitt heilt nýskapandi, betri og spennandi støði. Ífylgi ST stendur útvinningur og framleiðsla av náttúrutilfeingi fyri 50% av heimsins CO2 og fyri yvir 90% av øllum missi av globala lívmargfeldinum. Um øll í heiminum skula forbrúka sum vit, so krevur tað 4 Jørðir! - Tí muga vit halda náttúrutilfeingi í rin...