Skip to main content

30 milliónir til átøk í orkupolitikkinum!

Nú fíggjarætlanin fyri Tórshavnar býráð varð samtykt í gjár við 12 atkvøðum fyri og einari í móti frá Elsu Berg, eri eg errin av, at tey fýra økini vit øll í meirilutanum lovaðu til valið ávikavíst umhvørvi, børnini, eldru og bústaðir eru uppraðfest.
 
Heilar 30 milliónir eru settar av til átøk á umhvørvispolitikkinum “Grøna leiðin” frá 2015 og orkupolitikkinum frá 2019. 
 
Sum forkvinna í Náttúru og Umhvørvisnevndini, fari eg at hugleiða eitt sindur um raðfestingarnar, fyri at vísa hvørjir tankar liggja aftanfyri. 
 
Tær 30 milliónirnar verða býttar soleiðis:
 
7 mil. fara til eina skiljihøll, ið skal lyfta skiljing og endurnýtslu í Tórshavnar kommunu á eitt heilt nýskapandi, betri og spennandi støði.
Ífylgi ST stendur útvinningur og framleiðsla av náttúrutilfeingi fyri 50% av heimsins CO2 og fyri yvir 90% av øllum missi av globala lívmargfeldinum.
Um øll í heiminum skula forbrúka sum vit, so krevur tað 4 Jørðir! - Tí muga vit halda náttúrutilfeingi í ringrás so leingi, sum gjørligt. Tað gera vit, eitt nú við at gera tað lættari at endurnýta og skilja, men tað snýr seg fyrst og fremst um, at forbrúka minni!
 
Báðir eigarnir av Fjarhitafelagnum, Tórshavnar kommuna og SEV leggja 15. milliónir í hvør, fyri at skunda undir íbindingina út í Vesturbýin og víðari út á Argjar.
Hetta, so vit kunnu røkka málinum sum skjótast, at fjarhitin einans skal koma frá avlopsorku frá brennistøðini, biogassverkinum og SEV á Sundi.
Vónandi verður íbundið síðst í 2022. Tá skula vit út á gøturnar at dansa, tí tá kunnu borgarar binda í við grønari samvitsku. Við tíðini verður helst møguligt at fáa grønari orku á fjarhitaneti, eitt nú avlopsorka frá vindi og sjógvi.
 Fíggjarliga, fara fleiri brúkarar at føra við sær, at prísurin lækkar. Eg meini absolutt og arbeiði fyri, at fjarhitaprísurin eigur at verða lægri enn oljuprísurin, tí tað gagnar umhvørvinum best!
Eg eri errin av, at búgva í einari kommunu, sum ger tað gjørligt hjá nógvum borgarum, at skifta frá olju til eina samhaldsfasta fjarhitaskipan, ið er ein trygg, løtt, ljóðleys og minimalt viðlíkahaldskrevjandi hitakelda, fyri borgaran.
 
8.milliónir verða til ymisk orkuátøk, so sum at binda kommunalar stovnar, ið liggja við nýggju leiðingina í fjarhitanetið.
Á CO2 rokniskapinum fara átøkini at síggjast væl aftur, tí eini hús hitaði við fjarhita nýta einar 9 ferðir minni co2 enn hitaði við olju. 
 
Við hesum vil eg takka øllum í býráðnum fyri gott samstarv og ynskja øllum eini góð jól, har vit øll hugsa um at keypa umhvørvisbetri jólagávur. Tað kann verða upplivingar, matur ella okkurt føroyskt heimagjørt ella stuttflutt
 


Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...