Á býráðsfundi í kvøld samtykti eitt samt býráð at lata pening til umbygging av hølum í Eysturskúlanum og í Skúlanum á Fløtum, soleiðis at báðir skúlarnir fáa hølir til serflokkar. Umframt, at 1-3 tilboðið í Hoydølum heldur áfram. Hettar er ein gleðisdagur, tí eingin veit betri enn eg, hvussu týdningarmikið rætta skúlatilboðið kann bjarga trivnaðinum og skúlagongdini hjá einum barni - og ikki minst møguleikarnar at mennast og búnast í síni egnu ferð. Sum forkvinna í ADHD felagnum møti eg nógvum knústum familjum, hvørs børn trívast illa í tí skúlatilboðnum sum er! Eisini hoyri eg vaksin seindiagnosterað minnast aftur á skúlatíðina, sum ta ringastu tíðina í lívinum. Ein svensk kanning av seindiagnosteraðum seniorum +60 ár vísir, at heili 65% nevna skúlatíðina sum hava verið ótolandi! Hettar nýtist ikki at verða so, tí vit hava bæði vitan og møguleikar at bjóða nøktandi skúlatilboð til øll. At skaffa hølir er ábyrgdin hjá kommununi, og hóast serflokkar hava í nóg...