Skip to main content

Nevndin í ADHD felagnum hevur skipað seg av nýggjum. Nú eru 16 fólk í nevndini, 7 nevndarlimir og heili 9 tiltakslimir!!

 

Vit eru nú yvir 350 limir í felagnum, so tað er fantastiskt at hava so nógv í nevndini, ið vilja gera ein mun innan ADHD í Føroyum

Og vit mugu ásanna, at her er úr at gera! Vit hava longu nátt nógv, men enn eru nógv mál á skrá, m.a. bíðilistarnir til útgreining, hjálp og stuðul í gerandisdegnum, skúlar, stovnar, arbeiðslív osv.

Og vit fara at skipa fyri enn fleiri sjálvhjálparbólkum, tí tað hevur víst seg gera stóran mun hjá fólki

Og sum nakað nýtt skipaðu vit fyri fyrstu limakaféini í gjár, sum eydnaðist so væl  Ætlanin er at hava limakafé hvønn mánaða


 

 

 

 

 

 

 

 

 

Nevndin skipaði seg soleiðis:
Forkvinna: Bjørg Dam bleiv afturvald
Næstforkvinna: Poula Patursson
Kassameistari: Anne Sophie Nordendal
Skrivari: Anna Nolsøe Joensen
Samskipari: Maiken á Mýrini
Nevndarlimir: Pætur Nattestad Petersen og Durita Brekku Dam.

Tiltakslimir: Edmund Djurhuus, Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin, Eyð-Britt Tjaldrastein, Karolina Láberg, Bjørga Sivertsen, Petra Weihe, Óli Nolsøe í Garðamørk.
Ranvør Isholm og Laura Apol vanta á myndini.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...