Skip to main content

Jenis, hvør skal nú veita børnunum undir skúlaaldri sernámsfrøðiligan stuðul?


 
-Nú Sernám greitt meldar út í brævið til dagstovnar, at tey ikki veita sernámsfrøðiliga ráðgeving longur, vil eg stilla landsstýrismanninum í mentamálum Jenis av Rana, sum eigur børnini spurningin:
 
- hvør skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til børn undir skúlaaldur og familjum teirra?
 
Vit eru sera nógv, sum í fleiri ár hava rópt um at Sernám ikki hevur røkt sínar skyldur - orsøkina síggja vit í veiktorðaðu lógini, ið bert hálvlunkað leggur nakað av ábyrgd av serøkinum á Sernám, og annað beinleiðis til landsstýrismannin! 
 
-Landsstýrismaðurin fer helst siga, at hann hevur givið Sernámi uppgávuna at røkja, ímeðan Sernám sigur, at vit hava ikki fingið pening til at røkja uppgavuna!. 
 

- Vit kunnu bara staðfesta, at børn detta ímillum og verða koyrd rund í skipanini í fleiri ár, og nú má greiða fáast á!
 
-Í fólkaskúlalógini §4 stendur, “Sernám veitir skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum, sernámsfrøðiliga og sálarfrøðiliga ráðgeving”. Eisini stendur, at “Landsstýrismaðurin kann veita børnum, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernámsfrøðiligan stuðul.
Tí er tað gott, at Sernám meldar greitt út nú, og blakar bóltin til Landsstýrismannin Jenis av Rana, sum nú má koma við einum útspæli, og svara spurningum, vit øll bíða eftir!
 
“Fer landsstýrismaðurin at veita børnum, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernámsfrøðiligan stuðul, og hvør skal geva stuðulin?“.
 
 
Stóri trupulleikin við at børnini ikki verða loftaði tíðliga, og helst áðrenn skúla aldur er, at tíðliga hjálp er besta, skjótasta og bíligasta hjálpin. 
 
-Um talan er um neuropsykiatriskar avbjóðingar, so sum ADHD/ADD og autismu, so setir Barnapsykiatriin í flestu førum krav um, at sernámsfrøðilig átøk eru roynd áðrenn tey taka børnini inn. Fyri ikki at seta fleiri fløskuhálsar í skipanina má landsstýrismaðurin gera sera skjótt av.
 
PS. vinarliga rættið kunningina á heimasíðuni, soleiðis at foreldur og dagstovnar ikki spilla dýrabara tíð og halda, at tey fáa hjálp har! 
 
Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD felagnum

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til