Skip to main content

UPPRÓP: 529 á bíðilista til barna- og vaksinpsykiatri!!

Nýggjastu bíðilistarnir frá LS vísa greitt, at støðan á psykiatriska økinum er alarmerandi. Umfatandi átøk eru kravd umgangandi, tí nú ryðjur undan!

 
- Allar góðar intentiónir og átøk frá Kaj Leo Holm Johannesen hava als ikki fingið tamarhald á økið, tvørturímóti!
 
-Er tíðin ikki komin til eina ADHD miðstøð, sum arbeiðir fyribyrgjandi, viðgerðandi og ráðgevandi og bjóðar eitt heildartilboð til alla familjuna?
 
Psykiatriin, felagsskapir og einstaklingar hava í fleiri ár ávarað og rópt varskó!
Leiðslan á psykiatriska deplinum hevði í 2018-19 eina ætlan fyri eina ADHD klinikk, men sum bert fekk ein brotpart av neyðugu fíggingini. Man skuldi haft lurtað eftir og brúkt kend altjóða hagtøl fyri at framtíðartryggjað økið, so høvdu vit neyvan staðið við alinlongum bíðilistum, sum tyngja alla psykiatriina, starvsfólkini á økinum og øll tey 529 fókini og teirra avvarandi.
 
Orsøkin til longu bíðilistarnar er, at eitt paradigmuskifti er farið fram á psykiatriska økinum. Gjøgnum nógv ár er vitanin og viðgerðin fyri ADHD, ja alt neuropsykiatriska økið blivin betri og betri. Viðgerðin gevur eina munandi betri lívsgóðsku og framtíðarútlit fyri bæði børn og vaksin.
 
Børn við ADHD, ið onga hjálp fáa, ganga ímóti einum lívið við nógv hægri sannlíkindum at fáa hjáárin, so sum angist, tunglyndi, etingarólag, stress, skúlaaftran og koma í kriminalitet, misnýtslur av ymsum slag og verða í ólukkum. Tey fáa lægri útbúgving, lægri inntøku og fara at kenna seg útihýst og øðrvísi alt lívið! Men, um tey fáa tíðliga hjálp, so vendir myndin og tey hagfrøðiliga, fáa somu útlit sum øll onnur børn! - Hettar er fakta!
 
Vaksin við ódiagnosteraðum ADHD, hava flest øll livað eitt strævið lív, merkt av onkrum hjáárinum! -Tey megna kanska ikki longur at arbeiða, og fara alt ov ung av arbeiðsmarknaðinum, ikki tí tey vilja, men tí tey eru útbrend, psykiskt útbrend! - Men tað nýtist ikki at verða so! - Kjarnin í øllum er, at ADHD viðgerðin er so effektiv, at negativa gongdin kann vendast óansæð, hvar í lívinum ein er.
 
Hettar hevur psykiatriin eisini víst á í fleiri ár!
 
Vaksandi tølini á bíðilistunum, hava sum sagt verið væntandi og avvarandi av økinum hava rópt varskó í fleiri ár, so at vit eru endaði í hesari syndarligu støðuni nú, er tíverri manglandi raðfesting, vitan og virðing fyri, hvat psykatri, psykoedukatión og sernámsfrøðin kann í dag!
 
Bíðilistin fer at vaksa enn meir, tí hagfrøðiliga hava eini 2000 fólk ADHD/ADD í Føroyum.
Vit vita ikki, hvussu nógv longu eru útgreinaði, tí nógv lata seg útgreina privat. Eitt kvalifiserað boð er, at eini 600-1000 fólk kunnu koma á listan afturat til úgreining fyri ADHD/ADD, umframt tey áleið 1-2%, sum hava autismu og aðar psykiatriskar líðingar.
 
Tað góða er, at vit hava nógv góð fakfólk og vitana, ið munar!
 
Tað sum manglar er viðurkenning, raðfesting og peningur, soleiðis at tey, sum hava uppbygt og brenna fyri økinum, kunnu gera neyðugu átøkini fyri tey, sum longu eru útgreinaði og tey sum mangla.
 
Eg meini, at tíðin er komin til at seta á stovn ein veruligan miðdepil fyri neurodivergent fólk við ADHD, autismu v.m, sum á ein holistiskan hátt, kann taka hond um allan persónin og familjuna. Tað hevði verið ein sera stórur fyrimunur, um tað var EIN hurð til fyribyrging og viðgerð, júst sum nýggja diabetismiðstøðin Steno verður.
Framhaldandi góðan altjóða ADHD tilvitanarmánaða!
 
Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum.
 

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...