Bjørg Dam stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Eg bjóði meg fram til komandi løgtingsval, m.a. tí eg kann betra um lívið sum familja í Føroyum, sigur 39 ára gamla Bjørg úr Havn. Bjørg er ættað av Argjum, er gift og mamma at trimum børnum 0, 7 og 8 ár. Hon hevur lisið til eksportteknikara á Niels Brock, hevur m.a. verið handilsleiðari og sjálvstøðug vinnurekandi. Eftir fýra árum í TUTL fór hon at lesa føroyskt á Setrinum, hagani hon er í barsilfarloyvi í løtuni. Eg meti, at ein góður familjupolitikkur og vinnupolitikkur er loysnin úr nógvu avbjóðingunum føroyskar familjur og samfelagið stríðast við. At leingja barsil og geva foreldrum betri møguleika at verða um børnini tá tey eru lítil, er ein treyt fyri framburð og vøkstur í Føroyum og loysnin uppá tilflyting, støðugt barnatal, trivnað og menning hjá børnunum. Familjan skal sjálv óbeinleiðis verða við til at fíggja betraðu familjutreytirnar við at tillaga nýtsluvanarnar. Føroysk framleiðsla ...