Skip to main content

Føroyskt mál: Walkmaður ynskist!

Tíverri Walkmenn eru antik og CD'menn eisini. Hettar er veruleikin og ger tað nærum ógjørligt hjá børnum at hoyra Mánalýsið, Tsatsiki, Harry Potter ella annað á føroyskum, sum støðan er í dag. Tíverri.

Ljóðbøkurnar kunna keypast ella lænast á bókasavninum á bondum ella fløgum. Tað er gott, at tær kunna lænast, men bond og fløgur, sum miðil er oldað, og hetta ger, at børn í dag í roynd og veru ikki hava møguleika at hoyra føroyskar ljóðbøkur á teimum tólum tey eiga og nýta í dag.

Sum limur í Býarbókasavninum ber til at taka danskar ljóðbøkur og filmar niður á teldil, snildfon ella teldu ígjøgnum donsku bókasøvnini. Hettar er sera gott! Men sum er, er einki føroyskt tilfar tøkt at taka niður. Nei, føroyska tilfarið skal lænast á fløgum ella bondum, og verður tí enn meir afturúrsiglt og frávalt. 


Tí skal føroysk tilfar raðfestast og gerast tøkt har børnini eru og á tólum tey eiga. Foreldur í Føroyum og kanska serliga útisetar, royna at fáa fatur á føroyskum tilfari, soleiðis at børnini læra ella varðveita móðurmálið. 

At kunna læna føroyskt tilfar heima við hús ígjøgnum bókasavnið sýnist higartil at verða ein sera góð loysn, ella hvat?

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at