Familjupolitikk á dagsskránna!Tað er sera gleðiligt at hoyra í formansrøðuni, at barnafamiljur skulu fáa eina kærkomna hjálpandi hond longu næsta ár, tá Javnaðarflokkurin vil lækka barnaansingargjaldið niður í eina helvt. Familjupolitikkur er sum heild, alt ov óskipaður og niðurprioriteraður. Vit hava fiskivinnupolitikk, mentanarpolitikk, fíggjarpolitikk og heilsupolitikk, men ongan yvirskipaðan familjupolitikk. Eg haldi, at familjupolitikkur skal á dagsskránna komandi valskeið.
Føroyska familjan er ein tætt knýtt siðbundin eind, sum veitir peningaligan stuðul, innivist, ráðgeving, eldra- og barnaansing, mat, lutir og alskyns aðra hjálp til sínar familjulimir. Hettar er gomul skipan, sum ættarlig hava uppbygt fyri at tryggja ættina. Eldri hjálpa yngri, yngri
hjálpa eldri. Børnini hava verið saman við teimum vaksnu, og hava tikið eina hond í eftir førimuni.
Í dag, líta enn nógvar familjur á hesa skipan fyri at yvirliva, ella hava eitt nøktandi lív, samanborið við aðrar familjur.
Hendan familjuskipan er tó í vanda, tí familjubondini syndrast í sjálvsøkna rákinum, sum er í dag. Børnini eru á stovni og foreldrini arbeiða fulla tíð fyri at rinda fyri dagin og vegin. Ommurnar og abbarnir eru ikki tilstaðar í uppalingini, sum áður.
Hettar er eingin ókend gongd, soleiðis hevur verið í grannalondunum leingi. Ikki er ókent, at árligi jóladøgurðin er einasta tilknýtið familjan hevur, tí familjubondini eru upployst.
Spurningarnir eru: ynskja vit hesa gongdina, og ber tað til at liva sjálvsøkið í einum so lítlum og fjarskotnum oyggjalandið sum okkara, og kann ella skal samfelagið átaka sær allar uppgávurnar familjan hevur í dag?
Familjan hevur sera stóran týdning í Føroyum í dag. Hettar vísir seg aftur og aftur. Eitt nú verður oftast sipað til familjuna, sum størsta orsøk fyri, hví fólk velja at búseta seg í Føroyum. Hettar vísir, at familjan er hornarrsteinurin sum dregur og fær .
Men tað eru ikki øll, ið hava eina familju ella eina familju, ið kann hjálpa. Til tíðir, er hjálp og stuðul frá familjuni heldur ikki nóg mikið. Tá má og skal samfelagið traðka inn. Tað skulu verða skipanir sum hjálpa teimum, ið tørva hjálp.
Av tí at føroyska samfelagið er bygt uppá sterka familjusiðin má familjan hjúklast um, og fáa fíggjarligar karmar og tíð at verða ein familja, tá børnini eru smá. Tað er tá familjubond verða knýtt, sum skula halda lívið út.
Tað eru hesi bond, ið halda familjuna uppi og saman, tá á stendur. Tað er í barnaárunum foreldrini skulu geva børnunum tryggleika, nærleika og uppmerksemi og lærdóm fyri at geva teimum besta førningin til at blíva ábyrgdarfull og eydnusom vaksin. Um hesi bond eru tunn og stutt er stórur vandi, at familjubondini upploysast og henda sterkasta skipanin, samfelagið er grundað á nú, ikki virkar meir. Tá stendur samfelagið og skal lofta øllum uppgávunum. Sum er, er heilsu- og almannaverk tungt at reka, so spurningurin er, um ikki ein góður og miðvísur familjupolitikkur er munabesti og einasti vegurin fram.

Hetta merkir, at foreldur skula kunna verða um børnini, tá tey hava alra mest brúk fyri tí. Eg ynski, at Javnaðarflokkurin skal betra barsilsfarloyvi við at leingja tað til 52 vikur, og gera skipanina soleiðis, at páparnir reelt eisini kunnu fáa rættin at verða heima, hetta við at oyramerkja part av barslinum til hansara.
Í Føroyum er barsil 38 vikur. Í Danmark er barsilsfarloyvi 52 vikur umframt 2 umsorganardagar til mammuna og 2 til pápan um árið til barnið er 7 ár. Í Svøríki er barsil heilar 69 vikur og eftir tað, fær hvørt foreldur 30 umsorganardagar um árið hvør, til tað er 12 ár. Umframt rættin til at arbeiða niðursetta tíð til barnið er 8 ár. Samanborið, er okkara skipan rættuliga afturúrsigld.

Við longri barsilsfarloyvi og bíligari barnaansing vísa vit veruliga í verki ein familjupolitikk, sum eggjar familjum at fáa fleiri børn. Familjupolitikkurin vildi ivaleyst eisini fingið ungir útisetar at flutt heim at átt síni børn.
Bjørg Dam
Valevnið Javnaðarfloksins til løgtingsvalið 2015
Valevnið Javnaðarfloksins til løgtingsvalið 2015