Skip to main content

Lesið við oyrunum

Ljóðbókin hevur vunnið hevd og marknaðurin hevur verið vaksandi uttanlands í fleiri ár. Føroyska ljóðbókin hevur tað ikki gott, tíverri. Eitt álit er júst gjørt, so vón er fyri framan, men tað krevur politiska raðfesting.

Hví eru ljóðbøkur góðar fyri børn og ung?
Børn elska at hoyra søgur, og alra best er, um ein vaksin lesir upp fyri teimum, tá kann tann vaksni útdýpa og greiða frá orðum og hendingum børnini ikki skilja.
Ljóðbøkur hava tann fyrimun, at barnið fær søgu, hóast tey vaksnu ikki hava tíð, og so ofta tað ynskir. Hvørja ferð barnið hoyrir søguna, fær tað størri innlit í, hvat søgan snýr seg um, og tey ókendu orðini byrja at geva meining og hendingarnar gerast týðuligari. Á hendan hátt, fær barnið eitt nógv størri orðfeingi á føroyskum og fær innlit í ymisk evni, onnur menniskju, størri vitan og áhuga og innlit í bókmentir, sum tað annars ikki hevði fingið. Við størri orðfeingi og breiðari almennari vitan verður lesiførleikin eisini mentur.

Walkmaðurin er farin tíð!
Í dag muga vit keypa ella læna ljóðbøkur á bókasavninum á fløgum ella kasettubondum. Hvørki fløgan ella bandið er ikki tíðarhóskandi miðil, tí brúkarin í stóran mun nýtir eitt av sínum snildtólum til undirhald.

Seinasta hondin er júst løgd á álit um almennar ljóðbókatænastur og e-bókatænastur, sum mentamálaráðið hevur umbiðið. Tíbetri, so kemur arbeiðsbólkurin eisini til ta niðurstøðu, at ljóðbøkurnar eiga at verða tøkar á netinum.

Álitið er rættuliga væl frágingið, men tekur einamest hædd fyri brúkarum við skerdum førleikum sum eitt nú blindni, vanføri, sjúku og lesiveik. Hesin bólkurin er sjálvandi aðalmálbólkurin, tí ljóðbókin er í summum førum teirra einasti miðil til bókligt tilfar.

Stórur marknaður fyri ljóðbókum.
Uttanlands er ljóðbókamarknaðurin margfaldaður seinastu árini. Vaksin, serliga pendlarar, íðkarar og fysiskt arbeiðandi vilja gagnnýta tíðina við at lurta eftir ljóðbókum, og hendan hátt fáa upplýsing, menning og undirhald ímeðan. Men serligt eru tað børn sum fáa stórt gagn av ljóðbókum. Bæði tey, ið lesa sjálvi og tey, sum ikki duga at lesa. Ljóðbókin hevur vunnið hevd, frá at verða hildin bert at verða fyri tey lesilatu og svikarar, tí lesilurta nógv fleiri børn nú enn áður.

Manglandi undirhald á føroyskum til børn og ung
Í Føroyum eru børnini ein stórur potentiellur málbólkur, bæði sum málpolitiskt amboð og sum marknaðargrundarlag, tí hesir lutfallsliga stóru málbólkarnir kunna verða við at tryggja fíggjarligt grundarlag fyri ljóðbókunum, serliga tí, børn og ung eru eitt tað størst forbrúkandi segmentði av undirhaldi. Men eisini hava ljóbøkurnar stóran málspolitiskan týdning, tí tað er stórur mangul á undirhaldi á føroyskum til børn og ung. Sostatt er tað eitt stórt opið hol, sum ljóðbøkur kunna dekka.

Ljóðbøkur bíligar at framleiða.
Tað verður altíð sagt, at sjónvarp er alt ov kostnaðarmikið at framleiða. Í álitinum kemur fram, at tað kostar uml. 100 kr pr. síðu at framleiða eina ljóðbók. Ljóðbøkur er sostatt ein bíligur háttur at framleiða undirhald á føroyskum máli og av føroyskum uppruna. Tí eigur ljóðbókin at raðfestast.

Yvirskipað eiga vit verða betri at veita tilfar á føroyskum og við føroyskum uppruna, og serliga á miðlum børn og vaksin nýta. Ljóðbøkur er ein gevandi, góður og bíligur háttur at framleiða undirhald á føroyskum og marknaðurin eftirspyr tær. Nú eigur landið at taka í egnan barm og raðfesta tær. Tó hóska ljóðbøkur ikki til tey smæstu børnini. Til teirra, eiga smá spøl og appir verða framleiddar, soleiðis at tey eisini fáa føroyskt tilfar, har tey eru.

Tað er mín vón, at hettar týdningarmikla álitið ikki endar í skuffuni uppi í mentamálaráðnum. Tað er mín vón, at næsti maður í sessinum dugur at síggja týdningin í ljóðbókum og fylgir álitinum upp, og setur tilráðingarnar í verk.

Umtalaða álitið sæst á mmr.fo

Bjørg Dam, valevnið Javnaðarflokksins til løgtingsvalið.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan he...

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at