Nú er nógv kjak um fólkatingssessirnar at hoyra. Onkur ynskir at niðurleggja teir, men vil tó samstundis hava teir. Onkur ætlar at blanda seg í alt danskt, onkur í einki og ein triði fer at biðja danir blanda seg uttanum. Nú vit hava yvirtikið fleiri mál seta fleiri spurnaðartekin við, um grundarlag longur er fyri at hava fólkatingssessirnar báðar. Men skulu vit fylgja við, betra og menna okkara samfelag, so krevst bæði umboðan, vald og ávirkan. Heimurin broytist alla tíðina, og vit mugu vera umboðað so væl og so nógva staðni, sum til ber, fyri at verða hoyrd og fyri at ávirka til okkara fyrimun. Hóast mál eru yvirtikin, eru vit framvegis í ríkisfelagsskapi, og sjálvandi hava vit framvegis tørv á umboðan í ríkinum. Hvat er betri, enn at vit eru umboðað har hendir – í toppinum á Fólkatinginum? Har verða vit best hoyrd og fáa bestu ávirkan. Tørvurin er eyðsæð broyttur nakað, men Javnaðarflokkurin hevur hesa seinastu setuna í verki víst, at hann hevur tillagað seg og ment fólk