Skip to main content

Har tú ikki ert sjálv, ert tú ikki meir enn hálv!

Nú er nógv kjak um fólkatingssessirnar at hoyra. Onkur ynskir at niðurleggja teir, men vil tó samstundis hava teir. Onkur ætlar at blanda seg í alt danskt, onkur í einki og ein triði fer at biðja danir blanda seg uttanum.
Nú vit hava yvirtikið fleiri mál seta fleiri spurnaðartekin við, um grundarlag longur er fyri at hava fólkatingssessirnar báðar.
Men skulu vit fylgja við, betra og menna okkara samfelag, so krevst bæði umboðan, vald og ávirkan.
Heimurin broytist alla tíðina, og vit mugu vera umboðað so væl og so nógva staðni, sum til ber, fyri at verða hoyrd og fyri at ávirka til okkara fyrimun.
Hóast mál eru yvirtikin, eru vit framvegis í ríkisfelagsskapi, og sjálvandi hava vit framvegis tørv á umboðan í ríkinum. Hvat er betri, enn at vit eru umboðað har hendir – í toppinum á Fólkatinginum? Har verða vit best hoyrd og fáa bestu ávirkan.
Tørvurin er eyðsæð broyttur nakað, men Javnaðarflokkurin hevur hesa seinastu setuna í verki víst, at hann hevur tillagað seg og ment fólkatingssessin, soleiðis at sessurin verður nýttur til fyrimuns fyri allar føroyingar, vinnu og útisetar. Við Sjúrði Skaale sum fólkatingsumboði, hevur Javnaðarflokkurin umboðað Føroyar, sum vit ongantíð áður eru umboðað. Hesin sessur, sum annars hevur verið eitt ókent øki, fjart frá vanliga føroyinginum, er við okkara samskifti, tiltøkum og opinleika blivin nógv meira opin og kendur.
Okkara úrslit seinastu fýra árini tala fyri seg!
Veruleikin er, at har tú ikki ert sjálvur, ert tú ikki meir enn hálvur!
Tí hava vit sjálvandi framvegis tørv á fólkatingssessunum.

Bjørg Dam, valevni Javnaðarfloksins til fólkatingsvalið.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...