Skip to main content

DEMOKRATIA - Røða á Speakers Corner

Eg eiti Bjørg Dam, og eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin. 


Av okkum fimm, sum her luttaka í tiltakinum hjá Demokratia á Speakers Corner í dag, eri eg tann einasta nýggja innan landspolitikk. 

Her komi eg, sjómanskona við einum smábarni í barnavogni, einum 7 ára gomlum dreingi og einari 8 ára gamlari gentu. 

Eg og aðrar smábarnamammur eru so at siga ikki umboðaðar í føroyskum politikki. Vit velja av onkrari orsøk at halda okkum frá politikki, og tí verða okkara sjónarmið ikki umboðað, har okkara dagligu karmar verða avgjørdir. 

Tað er meir enn sera óheppið, tí vit eru ein stórur bólkur, sum spennir heilt frá undir tjúgu árum til nøkur og fjøruti. Hetta er somuleiðis tann bólkurin av kvinnum, sum hevur ringast við at støðast í Føroyum. 
Av tí, at vit eru so illa umboðaðar á tingi, verður samfelagið eisini myndað hareftir.  

Tí eru tað trý ting vit skulu!  Vit skulu hava meira av kvinnuligum politikki, fleiri kvinnur í politikk og fleiri kvinnur inn á ting og fólkating.  

Í dag halda nógvar kvinnur seg aftur úr almenna kjakinum, tí tær halda seg ikki duga at kjakast. Men sjálvandi duga vit ikki at kjakast í tí almenna kjakinum, sum vit hoyra í gerandisdegnum, tí tað er mannfólkakjak! 

Søguliga hava menn verið teir, ið hava kjakast og hava skapt kjakmentanina og politisku mentanina, og tí er kjakið maskulint. Men vit eru kvinnur, og vit skulu ikki kjakast, sum menn. Vit skulu kjakast sum kvinnur! 

Vit mugu og skulu skapa eina kvinnuliga kjakmentan og ein kvinnuligan politikk. Maskulini politiski heimurin er sjálvandi ikki skeivur, men hann er ikki natúrligur fyri okkum. Vit skulu í staðin skapa grundarlag fyri okkara egnu kjakmentan, taka størri lut í almenna orðaskiftinum og taka upp evni, ið eru viðkomandi fyri okkum. Einans á henda hátt verða vit við til at mynda og menna samfelagið, so at tað gerst betri fyri okkum kvinnur at støðast her. 

Við økta kvinnuliga kjakinum fara enn fleiri kvinnur at luttaka, tí tað verður viðkomandi, og soleiðis verður ein positiv ringrás skapt, tí fleiri fara at halda seg framat og vónandi eisini stilla upp í politikki. Soleiðis verða vit umboðaðar, soleiðis fáa vit ávirkan á okkara gerandisdag og skipanir - og soleiðis verður Føroyar eitt betri land fyri kvinnur og smábarnamammur. 

So hví velji eg at stilla upp nú? 

Fyri góðum trimum árum síðani fleyt bikarið yvir. Førdi landspolitikkurin fekk meg upp úr sofuni, og eg meldaði meg í Javnaðarflokkin og bjóðaði meg fram sum valevnið til býráðsvalið. Eg siti nú sum annað varaumboð í býráðnum, og havi veruliga fingið blóð á tonnina. Tí stilli eg bæði upp til fólkatingsvalið og løgtingsvalið.  

Tað er bæði tann førdi a-sosiali politikkurin og tann mannsdomineraði politikkurin, sum hevur fingið meg úr sofuni. Eg kenni meg ofta ikki aftur í tí, sum fer fram í politikki. Og eg kenni, at míni kvinnuligu og mammuligu sjónarmið eru undirumboðað. Tí hevði eg veruliga ynskt, at tað vóru fleiri við mær, sum lupu útí tað og bjóðaðu seg fram. 

Tað snýr seg um at fáa okkara sjónarmið umboðað í politikki. Tí mugu vit vera fleiri og úr øllum flokkum. Okkara sak liggur nú einaferð best hjá okkum, sum eru í somu støðu. 

Nú styttist til fólkatingsvalið, og tit, góðu áhoyrarar, hugsa helst, hví tit skulu velja meg og Javnaðarflokkin. 

Veljið meg, tí eg umboði kvinnurnar - og serliga mammurnar - í Føroyum. 

Veljið Javnaðarflokkin, tí so fært tú úrslit. 

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til