Skip to main content

Kynsligur ágangur móti børnum.


Tað var heitt á meg, um at koma við útmelding um, hvat eg hevði gjørt við málið, um eg varð vald á ting.
Hettar er svarið eg skrivaði:

Hey aftur. Havi nú borað inn í evnið, og tað er ikki tespiligur lesnaður, og havi sitið við tárum í eygunum yvir syrgiligu lívssøgunum hjá teimum misbrúktu, og sitið við stiknið og klíggjan, yvir at lesa um pedofili, typir av pedofilum, orsøkir, organisasjónir o.a.

Á http://www.faktalink.dk/titelliste/fili/ er nógv upplýsandi tilfar um pedofili. Tað, sum eg beit mest merki til var, at í DK frá 1985-2004 var eitt felag ”Pædofiligruppen”, sum arbeiddi fyri áhugamálum teirra. Hettar er so sjúkt í sær sjálvum, men á hinari síðuni, so gevur tað eina vitan um pedofili, sum kann nýtast fyri at niðurberja tað.
Undir evninum : Hvad var Pædofilgruppens argumenter for pædofili? eru uppramsaði virkuliga grotesk argument, harav eitt er: Pædofili er ikke en sygdom men bør anerkendes som en seksuel orientering i lighed med homoseksualitet, transvetisme og sadomasochisme.

Um tað er soleiðis, at teir sjálvir meina, at pedofili er ein orientering, so er hvørki fongsulstraffur ella sálarviðgerðardómur nóg mikið til at steðga skemmaranum frá at gera tað aftur, tí hann vil altíð hava hug at børnum. Tí fari eg at hugsa um lívlong kemisk kastrasjón man verða ein tann besti háttur at steðga skemmaranum. Summir dómar átti kanska at útloysa kemiska kastrasjón! Hendan greinin vísur at tað er sera effektivt, og at fleiri teirra faktiskt ynskja at fáa hjálp frá huginum at børnum! http://www.bt.dk/.../medicinsk-kastration-af-sex-doemte...

Hilda Viderø skrivaði at bót átti at verið givin til teirra ið vita, men ikki boða frá (apropos lógina v.v. grindaboð).
- Jú eg skilji teg væl, og í serligum førum er tað sikkurt ráðiligt, men eg trúgvi, at tað fer eisini at virka beint øvugt! - at misbrúkta barnið heldur seg frá at melda skemmaran. Eitt dømi kundi verið, at dóttirin heldur seg frá at melda pápan, tí hon veit, at mamman og syskini fara at fáa stórar bøtur, tí tey visti av tí! - Heldur muga vit sanna, at tey flestu í nærumhvørvinum sum vita, eru onkusvegna eisini offur, og tí má heldur upplýsing til. Upplýsing fyri at fáa fokus á og geva teimum mót at stíga fram og bróta tøgnina. Tað hevur verið so nógv gott arbeiði gjørt seinastu árini, og so nógv djørv misbrúkt hava sagt sína søgu, og á hendan hátt givið tað stórsta íkastið at varpa ljós á keðiliga sannleikan - Vitan og upplýsing er heilt sikkurt besti háttur at niðurberja pedofili, saman við stórum straffi og kemiskari kastrasjón. Alt maskinaríðið, sum fer í gongd, tá ein sak kemur fram, hevur stóra ávirkan á framtíðina hjá barninum, tí má tað verða eitt professionelt toymi sum fer rætt fram.

Hvat fari eg at gera um eg verið vald?
Eg havi sett mær sum mál, at seta familjupolitikk á skrá og taka støðu um mál útfrá, hvat er best fyri familjuna! Mær vitandi, hevur ongin samgonga áður rikið ítøkiligan familjupolitikk, har familjan og serliga børnini eru í fokus. V.v pedofeli, so eru onkrir batar framdir, eitt nú varð Barnahúsið sett á stovn og lærarar, pedagogar og onnur nú skula boða frá, um bert illgruni er um nakað óregluligt er farið fram. Enn er tó langt á mál, eitt nú er tað ein stórur trupulleiki, at tann dømdi ikki beinanvegin skal inn at sita og at dómarnir alt ov stuttir.

Eg haldi, at um landsins ovasta leiðsla kemur við einari ordiligari og klárari útmelding, um at vit GÓÐTAKA ikki at okkara børn verða útsett fyri kynsligum ágangi, og tí sláa vit hart niður á tað, hetta við at hækka straffin og endurgjald, kemiska kastrasjón, bøta um lógarverkið v.v. fyrningarfreist o.s.fr. og seta pening av til fyribyrgjandi arbeiði, so eiga ringarnir at breiða seg út í allar krókar í samfelagnum.
- Onkur fyrislóð ein árligan dag, har kynsligur ágangur er í fokus. Tað er eitt sera gott tiltak. Eisini má gott tilfar evnast til, soleiðis at vit foreldur kunna á ein góðan hátt upplýsa okkara børnum uttan at skapa óneyðugan ótta.
Ei heldur muga vit skapa eitt samfelag, har menn ikki longur skula tora at klemma og mussa børn, uttan at óttast fyri at verða illtonkir fyri at vera skemmarar.

Børn hava brúk fyri kærleika, nærleika og tryggleika, og tað skula vit geva teimum. Hava tey ikki fingið tað, so má samfelagið tryggja teimum rættvísi og hjálp til eitt gott lív!

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til