Skip to main content

Havspæliland á Bakka í summar!












Froskmannafelagið hevur tikið stig til eitt sera spennandi havfrítíðarumhvørvið við spælilandi úti í Bakka, við vátdraktum, snorkliútgerð, kajakkum, segljollum og havsvimjing. Bátafelagið, kajakkfelagið, Teinaringurin og Surfarnir eru eisini partur av verkætlanini, og er endamálið, at øll feløg, ið hava við havið at gera, kunna verða við.

Eisini fáa frítíðarskúlar, skúlar, barnagarðar, Margarinfabrikkin, skótar og onnur feløg møguleikan at sleppa at spæla, svimja, snorkla, sigla o.a.

Umframt at verða eitt frítíðarítriv, eru froskmennirnar eisini partur av tilbúgvingini og hjálpa við leiting. Spæl á sjónum gevur týdningarmiklar royndir at klára seg, um vanlukka hendir. Eisini tí, síggi eg eina alment gagnliga verkætlan, har børn og vaksin í kommununi ikki einans fáa møguleikan at røra seg og hugna sær saman, men eisini at klára seg á sjónum.

Tað gleddi meg sera nógv, at síggja eldru næmingarnir úr Gula skúla, sum í 3 vikur hava verið í starvsvenjing. Teir hava saman við læraranum Birgir Sondum verið við at umvæla bæði neystini úti í Bakka, og hava fingið eina uppliving fyri lívið og ognarskap í hesi samansjóvandi verkætlanini.
Eldsálin Elith vísti mær runt og greiddi hjartaliga frá framtíðarætlaninum, sum saman við øðrum góðum fólkum, ið geva sítt íkast til verkætlanina, byggja upp eitt satt havparadís í hjartanum í Tórshavn.

Sum eg síggi, so hevur hendan verkætlanin sera stórt alment gagn, er sosial og fer at skapa lív, tilvit og eitt havumhvørvið úti í Bakka, sum vit øll kunnu gleða okkum til.
Í okkara familju, hava vit fingið sera nógvar góðar upplivingar á sjónum, tí ynski eg øllum, at fáa møguleikan til tess Limagjaldið er einans 150 kr um árið, so øll hava møguleika at verða við.
Á flaggdegnum 25.apríl er ætlanin at neystini eru klár.

Myndin nr 1 er lænt frá Jógvan Á Dul

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...