Skip to main content

Børn bíða í 18 mdr og vaksin í 15 mánaðar!


 


Hetta lesa vit í svarunum, sum Jóhannis Joensen løtingsmaður hevur fingið, eftir at hava sett Kaj Leo Holm Johannesen, spurningar um bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum.


Hann spyr m.a. um “Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?” og “Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar?”

Svarini til fyrsta spurning er: “ Spyrjarin spyr um bíðitíðin á Psykiatriska Deplinum er longri enn hálvt ár. Sambært viðmerkingunum, hevur spyrjarin sjóneykuna á bíðitíðina til Barna-og ungdómspsykiatriina,sum skipanarliga nú liggur undir Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum.

-Stóra avbjóðingin er, at nógv børn afturat eru komin á bíðilista tey seinastu árini og tað hevur við sær, at tey, ið verða ávíst í dag, skulu vænta at bíða í upp til 18 mánaðir við verandi manning í Barna-og ungdómspsykiatriini.

217 børn vóru á bíðilista í barna-og ungdómspsykiatriini í januar 2022. Hyggja vit eftir teimum, sum vóru til fyrstu viðtalu í 2021, so bíðaðu tey í miðal 5-6 mánaðir, so talan er um ógvusligan vøkstur.

Bíðitíðin til útgreining fyri ADHD fyri vaksin er eisini long, umleið 15 mánaðir.

Svar til annan spurning er: “Psykiatriin er raðfest á fíggjarlógini fyri 2022. Tvær mió. kr. eru settarav til m.a. at styrkja um viðgerðartilboðini í Barna-og ungdómspsykiatriini. Í hesum sambandi hevur Sjúkrahúsverkið eftir áheitan frá landsstýrismanninum gjørt eitt uppskot til, hvussu bíðilistin og bíðitíðiní Barna-og ungdómspsykiatriini ítøkiliga kann styttast. “

Eisini verður skrivað, “..at tað er víst á ymiskar loysnir at minka um bíðilistarnar í Barna-og ungdómspsykiatriini. Hetta verður viðgjørt í løtuni.”
Felagið fegnast um at onkrar loysnir eru, nakað at peningi settur av og vilji er tilstaðar!
Sum felag umboðandi størsta partin av teimum, ið standa í bíðikøini, so hava vit sent umbøn til landsstýrismanninu, um at blíva hoyrd, soleiðis at vit kunna við íkasti til, hvørji átøk eiga at verða raðfest.
- Hettar er eitt so átroðkandi mál, tí vit sum samfelag skula veita skjóta, rætta og góða hjálp til børn sum mistrívast.

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD felagnum

Les alt svarið her:
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9935

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...