Skip to main content

Posts

Vel eftir sannføringini 🩵

 Góðan morgun 🩵 Vit taka val í lívium, grundað tey á royndir, vónir og eftir okkara bestu sannføring. Eg valdi, at fara á Kommunulistan, lista K, grundað á 4 ára royndir og mínar vónir um nýggjar, javnrættari og betri tíðir í Tórshavnar kommunu fyri børn, ung og vaksin við serligum tørvi 🌍🌿. Eg bjóði meg framaftur, tí eri eg sannførd um, at eg eri tann besta at arbeiða við fyri øll við avbjóðingum, fyri bussleiðini, umhvørvinum og at øll hava hóskandi og betalandi bústað. 🌼 Eg tók valið, eri til reiðar at taka ábyrgdina, nú er valið títt 🔒 Vel við sannføringini í dag. Spyr meg um ivamál ella les meir á bjorgdam.fo Vinarliga 🩵❌ við Bjørg Dam 🩵 Valevnið á Kommunulistanum

Vel trivna, umhvørvi og framtíðina!

Sera nógv er framt seinastu 4 árini, og nú skula íløgur gerast í náttúru- og umhvørvis- og trivnaðarøkini. Økini eg havi varðað av, sum forkvinna og næstforkvinna. Eg meti meg hava bestu fortreytir og royndir at fremja neyðugu tøkini, tí bjóði eg meg framaftur.  Góði veljari, eg vóni, at tú vil geva mær tað álit, at velja meg týsdagin.  Fráflyting, minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir 800 hús í TK hava ikki skattaborgara í kommununi skrásettan búgvandi. Tey sum rinda vatn, kloakk og rusk fyri hesi, eru vit onnur - og tey somu ungu, ið hava sett set í ogvurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Vit rinda øll ein sera dýran prís, tí okkara børn fáa ikki sett búgv her. Hvat er so alternativið??   Vit skula seta amboð í verk, soleiðis at bústaðarmarknaðurin normaliserar seg. Beinanvegin kunna vit lætta um fíggjarliga við at hækka barnafrádráttin. Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin.

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan hevur

2 mio. av orkupolitikkinum til fleiri busstímar

Í kvøld, 24.4. 2024 hevur býráðið einmælt samtykt at flyta 2.mio. av orkupolitikkinum til fleiri busstímar. - Er bussurin álítandi, koyrir hann nóg ofta, steðgar hann nóg nær og er komfortin í lagi, so vilja NÓGV NÓGV fleiri brúka buss! - Eg ynski at búgva í einari kommunu, har vit raðfesta kollektiva ferðslu. - tí hann gevur møguleikar til tey, ið ikki hava ráð til bil - tí hann gevur fríheit, til børn, eldri og tey uttan koyrikoyrt - tí hann leysgevur foreldrunum nógva koyritíð og ger børnini sjálvbjargin og rørslu - tí hann gevur møguleika at velja bilin frá - tí tað er sosialt at koyra buss - ja, tú veist ongantíð, hvørjum tú hittir - tí tað er sosialt og stuttligt at koyra buss - ja, tú veist ongantíð, hvørjum tú hittir. - ja, tað ber eisini til at hyggja í telefon ímeðan tú koyrir buss!!! Fyrimunirnir eru helst fleir … Í grøna politikkinum í kommununi er ein av súlunum at fáa fleiri at brúka bussin. Tí mælir umsitingin til, at koyritímarnir skula raðfestir eftir "flest

Áheitan til Djóna Nolsøe Joensen um at tryggja Rásina!

  Skrivað 26.5.2024 Sum býráðslimur í Tórshavnar býráð, limur trivnaðarnevndini og í skúlastýrinum í Skúlanum á Fløtum vil eg hervið heita á landsstýrismannin, um at fara inn í málið um sertilboðið Rásina og tryggja, at Rásin heldur áfram eftir summarfrítíðina, sum skúlin hevur søkt um. Stóri skúlin varð bygdur uttan pláss til serflokkar, hetta hevur Tórshavnar býráð, sum varir av kørmunum bøtt um, við einari eykajáttan í mai 2022 á 1,82 mio til at umbyggja auditorium um til tvær serstovur. Tí er tað hugstoytt at hoyra, at nú kommunan hevur gjørt íløgur og hevur ynski um sertilboð, at tað so er umsitingin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum forðar fyri, at børnini í størsta og fyltasta skúlanum, ikki kunnu hava eitt líkandi tilboð, sum fleiri aðrir stórir skúlar kring Føroyar hava. Fyri at bøta um vandaleiðina fólkaskúlin hevur verið á í nógv ár, við øktum mistrivnaði millum børn og lærarar, skúlaaftran og risa longum bíðirøðum til barnapsykiatriina, er júst komið til

- Undrast tú eisini um hví, so nógv hava ADHD, og hví talið er eksploderað nú??

 - Einki týðir uppá at ADHD diagnosan er eksploderað! Tvs tað er ikki fleiri, ið hava ADHD nú enn fyrr! Fyrr fingu tey ikki diagnosu, tað er púra rætt, men tað ber ikki til at siga, at líka nógv ikki høvdu symtomini. ADHD er 80% arvaligt. Lít rundanum teg og vita, um tú sært onkran í familjuni við symptomum og sum stríðist? Gransking av eldri seindiagnoseraðum vísur, at tey hava onga hjálp fingið, og tí hava livað eitt sera merkt lív, ið slítur somikið, at livialdurin er heili 13 ár styttri! - Tey hava ikki megnað at fáa útbúgving og fáa tí lægri lívsinntøku og lívskor enn syskini, ið eru fødd inn í sama umhvørvi og sosialklassa! - Eisini hava 85% havt tunglyndi og ella angist. - Nógv hava missnýtt alkohol, rúsevnir og/ella spæl. - Fleiri eru sjálvskaðandi, hava etingarólag og gera sjálvmorð - Tey hava verið útfyri ólukkum og í kriminaliti meir enn onnur. - Tey hava kent seg útihýst av samfelagnum, og hava ikki fingið lut í útbúgvingarskipanum og arbeiðsmarknaðinum javnsett