Skip to main content

- Undrast tú eisini um hví, so nógv hava ADHD, og hví talið er eksploderað nú??


 - Einki týðir uppá at ADHD diagnosan er eksploderað! Tvs tað er ikki fleiri, ið hava ADHD nú enn fyrr! Fyrr fingu tey ikki diagnosu, tað er púra rætt, men tað ber ikki til at siga, at líka nógv ikki høvdu symtomini.

ADHD er 80% arvaligt. Lít rundanum teg og vita, um tú sært onkran í familjuni við symptomum og sum stríðist?

Gransking av eldri seindiagnoseraðum vísur, at tey hava onga hjálp fingið, og tí hava livað eitt sera merkt lív, ið slítur somikið, at livialdurin er heili 13 ár styttri! - Tey hava ikki megnað at fáa útbúgving og fáa tí lægri lívsinntøku og lívskor enn syskini, ið eru fødd inn í sama umhvørvi og sosialklassa!

- Eisini hava 85% havt tunglyndi og ella angist.
- Nógv hava missnýtt alkohol, rúsevnir og/ella spæl.
- Fleiri eru sjálvskaðandi, hava etingarólag og gera sjálvmorð
- Tey hava verið útfyri ólukkum og í kriminaliti meir enn onnur.
- Tey hava kent seg útihýst av samfelagnum, og hava ikki fingið lut í útbúgvingarskipanum og arbeiðsmarknaðinum javnsett við onnur.

- Tey hava altíð vitað, tey eru øðrvísi - tí tey eru øðrvísi, tey eru neurodivers!

Ja, tað er tíbetri nógv gransking og vitan innan ADHD og viðgerð nú, sum man ikki visti fyri bert nøkrum árum síðani. Tí kunnu børn og vaksin við ADHD fáa góða hjálp í dag. Men tey flestu við ADHD fáa ikki hjálpina, tí tey vita ikki av tí, ella tí tey standa í bíðirø til útgreining. Stríðandi barnið nummar 289 við útlitið at bíða í 2 ár!  

Vit áttu, at skula verið líka fegin, sum tá orsøkin varð funnin og viðgerð givin til tey uml. 1,4% av føroyingum, ið høvdu niðursetta orku og summi so hamliga doyðu “uttan diagnosu”, og uttan, at nakar visti hví, ella hvussu til bar at fyribyrgja. -Áðrenn tosaði eingin um CTD, men vitanin broytti tað. Vitanin um at 1 út av 298 føroyingar hava CDT, fekk alt Føroyar at seta eina stóra skreening ígongd, fyri at finna øll, tí nú skuldi eingin doyggja av CTD!

Vit vita, at minst 5 út av 100 føroyingum hava ADHD!

Viðgerðin er sera effektiv, og fóru vit líka effektivt til verka, sum við CDT, so høvdu vit givið øllum fólkum við ADHD somu lívslongd og lívsgóðsku, sum neurotypisk hava, og eingin nýttist at doyggja ella gingið sálarliga til grundar av ADHD!

⁉️ Stóri spurningurin er, hví ger mann ikki tað???? 🤷🏼‍♀️

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHDfelagnum

Vilt tú vita meir:

Lægens bord:  https://www.dr.dk/lyd/p1/laegens-bord-podcast/laegens-bord-lyt-til-din-krop-5

Hjernekassen med Peter Lund Madsen:  https://www.dr.dk/lyd/p1/hjernekassen-pa-p1/hjernekassen-pa-p1-2019-11-18

Eisini eru fleiri framløgur, filmar og podvarp á adhd.fo : https://adhd.fo/filmar/

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til