Skip to main content

Áheitan til Djóna Nolsøe Joensen um at tryggja Rásina!

 

Skrivað 26.5.2024

Sum býráðslimur í Tórshavnar býráð, limur trivnaðarnevndini og í skúlastýrinum í Skúlanum á Fløtum vil eg hervið heita á landsstýrismannin, um at fara inn í málið um sertilboðið Rásina og tryggja, at Rásin heldur áfram eftir summarfrítíðina, sum skúlin hevur søkt um.

Stóri skúlin varð bygdur uttan pláss til serflokkar, hetta hevur Tórshavnar býráð, sum varir av kørmunum bøtt um, við einari eykajáttan í mai 2022 á 1,82 mio til at umbyggja auditorium um til tvær serstovur. Tí er tað hugstoytt at hoyra, at nú kommunan hevur gjørt íløgur og hevur ynski um sertilboð, at tað so er umsitingin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum forðar fyri, at børnini í størsta og fyltasta skúlanum, ikki kunnu hava eitt líkandi tilboð, sum fleiri aðrir stórir skúlar kring Føroyar hava.

Fyri at bøta um vandaleiðina fólkaskúlin hevur verið á í nógv ár, við øktum mistrivnaði millum børn og lærarar, skúlaaftran og risa longum bíðirøðum til barnapsykiatriina, er júst komið tilmæli “Fólkaskúlalógin broytingar”. Har verður staðfest, at floksstøddin hevur stóran týdning fyri trivna. Mælt verður til, at floksstøddin skal niður á 18 ella 20 næmingar. Við sínum 23,3 næmingum í hvørjum flokki í miðal í Skúlanum á Fløtum, er tað eyðsæð, at neyðugt eru við Rásini.

Tørvur á fleiri serflokkatilboð í Havn!

Stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen vísti á í tíðindunum í KVF, at ein grundgeving fyri at sýta umsóknini er, at serflokkatilboð kemur úti á Skúlanum á Argjahamri. Hjalmar átti at vita, at við sínum 386 næmingum, hevur skúlin á Argjahamri nóg stórt grundarlag fyri at fylla serflokkarnar sjálvur.

Barna og útbúgvingarmálaráðið eigur at taka barnsins besta fyrst, og ikki mæla til at flyta børn, ið longu hava tað torført!

Vit eiga at leggja okkum eftir, at allir skúlar bjóða sínum børnum serlig skúlatilboð í nærumhvørvinum, júst sum man hevur eydnast t.d. í Suðri, har Tvøroyrar skúli við 191 næmingum og Vágs skúli við 190 næmingum hava hvør sínar serflokkar.

Í dag eru 8 serflokkatilboð kring landið og minsti skúlin er Vestmanna skúli við 156 næmingum.

Stjórin í Undirvísingarstýrinum vísti eisini á, at Rásin er eitt slag av millumtilboðið, sum ikki passar inn í skúlaskipanina. Eg kenni væl tilboðið og veit at Skúlin á Fløtum hevur brúkt seinastu 5 árini at menna eitt sera gott millumtilboðið, hvørs endamál er at lofta næminginum so tíðliga sum gjørligt, so at teir ikki nýtast at fara ígjøgnum eina langa drúgva tilgongd ígjøgum Sernám. Tað er nevnliga styrkin, at millumtilboðið er skjót og tíðliga hjálp á staðnum fyri børn, sum av ymiskum orsøkum hava tað torført í styttri ella longri tíð. Hetta kann vera alt frá sjúku, traumatiskum upplivingum, missi, skilsmissu ella neurodiversiteti.

Eg havi tiltrúgv fyri, at landsstýrismaðurin eisini sær átroðkandi tørvin á at Skúlin á Fløtum við sínum 745 næmingum, hevur bæði fyri neyðini og grundarlag fyri Rásini.

Bjørg Dam

Býráðslimur, limur í trivnaðarnevndini og skúlastýrislimur í Skúlanum á Fløtum

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til