Skip to main content

Barnamál: ein purple húgva!

Hví sigur ein 1 ára gamal "ein purple húgva?"

Appir á teldlum eru sera hent og góð amboð at læra smábørnum um litir, mál, formar, ljóð og annað. 

Trupulleikin er, at nærum alt tilfarið er á øðrum máli enn føroyskum. Tí læra okkara børn litir, formar, djór og annað fyrst á øðrum máli, enn móðurmálinum, tá tey sita við teldli og spæla.



- Tað er jú gott, at læra fremmandamál, ella?   
At duga sítt móðurmál væl og virðiliga áðrenn ein lærir eitt fremmandamál, gevur besta málførningin í lívinum sambært málvísindini. Tað vil siga, at barnið skal fáa eitt breitt orðafeingi og duga at seta orðini saman í setningar á móðurmálinum, gevur barninum bestu møguleikar at skilja verðina og kunna seta orð á sínar tankar. 
Gott málfeingi er grundarlagið fyri at lesa, fært tú ikki hesa barlast í smábarnagávu, vera tínir møguleikar avmarkaðir, longu frá smábarni av!

Sum bachelor í føroyskum við áhuga í málmenning og stórum ynski um, at børn skula fáa so góða grund at byggja sítt mál á, fari eg at arbeiða fyri nógv hægri raðfesting av smábarnatilfari. 

Serliga tilfar á teimum platformum børnini eru í dag, á teldlum! 

Tí skula føroyskar appir raðfestast høgt, umframt barnabøkur, tónleik, filmar, barnatilfar í KVF, ljóðbøkur og annað. 
   


Bjørg Dam 
Valevni Javnaðarfloksins


Heimasíða: bjorgdam.blogspot.com

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...